Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - Neistin

...

2015-01-30 01:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

JN.fo er í høllini í Vestmanna, og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Myndir, video og samrøður koma út á JN.fo seinni í kvøld.

Liðugt: Tað endaði við javnleiki 28-28 í Vestmanna, Neistin vann fyrra dystin, og tí koma tær í finaluna.

60. min. VÍF tekur time-out. jacklin fær 2. min.

59. min. Milica javnar til 28-28!

58. min. Liljan skorar til 28-26, Birita W. minkar um munin til 28-27.

57. min. Neistin tekur time-out.

55. min. Marjun minkar munin niður í eitt mál, støðan er 27-26.

54. min. Daniella hevur lagt VÍF á odda við tveimum.

53. min. Marjun hevur minka um munin til 26-25.

52. min. Steðgur í spælinum, Milica liggur á vøllinum, hon fer við skaða av vøllinum. Beinta skorar til 26-24.

51. min. VÍF fær brotskast, Tóra skorar uppá tað. Adina hevur lagt VÍF á odda 25-24. 

50. min. Birita W. fær brotskast fyri Neistan, Milica verður sett at taka, og hon skorar til 22-23. Agnas javnar til 23-23. Birita J. leggur Neistan á odda 23-24.

49. min. Bára fær 2. min.

48. min. Bára hevur aftur lagt Neistan á odda, Beinta javnar í hinum endanum, støðan er 22-22.

47. min. Nico leggur Neistan á odda 20-21. Í verjuni fær Nico 2. min. Daniella javnar til 21-21.

46. min. Adina javnar, Fríða hálvbjargar, støðan er 20-20.

44. min. Milica hevur nú skora 10 mál, støðan er 19-20.

43. min. Daniella javnar fyri VÍF, støðan er 19-19.

42. min. Jacklin hevur aftur lagt Neistan á odda, støðan er 18-19.

41. min. Tóra javnar til 18-18.

40. min. Agnas vinnur VÍF eitt brotskast, Liljan verður sett at taka, men Fríða bjargar.

38. min. Viviann hevur tvær sera góðar bjargingar.

37. min. Bára skorar uppá skjótálop og leggur Neistan á odda 17-18.

36. min. Milica skorar fyri Neistan, og Beinta javnar fyri VÍF, støðan er nú 17-17.

35. min. Agnas fær 2. min. Neistin fær straffi.

34. min. Jacklin leggur Neistan á odda 15-16. Agnas javnar til 16-16.

33. min. Bára hevur lagt Neistan á odda 14-15. Liljan hevur javna til 15-15.

32. min. Jacklin nær við at leggja Neistan á odda.

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur. Støðan er 4-4 í Vági, 14. min. farnir.

Hálvleikur: Tað er javnleikur í Vestmanna, støðan er 14-14.

30. min. Beinta vinnur VÍF eitt straffi, Birita W. fær 2. min., og Liljan skorar uppá brotskast, nú er aftur javnleikur 14-14. Neistin tekur time-out. VÍF mansverja Milicu. 

29. min. Viviann hevur góða bjarging. Adina verður mansvard.

28. min. Birita W. hevur lagt Neistan á odda 13-14. Rakul fær 2. min.

27. min. Adina hevur lagt VÍF á odda 13-12. Milica javnar aftur fyri Neistan.

26. min. Bára hevur javna fyri Neistan, støðan er 12-12.

25. min. Milica skorar aftur fyri Neistan, tað var hennara 7. mál, støðan er 12-11.

24. min. Liljan skorar til 12-10. Viviann hevur eina góða bjarging.

23. min. Bára minkar munin niður í bert eitt mál, støðan er nú 11-10. VÍF hevur tikið time-out.

22. min. Milica skorar aftur, støðan er nú 11-9.

20. min. Bonkurin hjá Neistanum fær gult kort. Milica minkar um munin til 11-8.

19. min. Rakul skorar fyri VÍF, og er støðan nú 11-7.

18. min. Milica minkar um munin til 10-7.

17. min. Jacklin fær 2. min. fyri at skumpa Adinu, og dómt verður straffi, sum Liljan skorar uppá.

16. min. Daniella skorar til 9-6.

15. min. Liljan skorar uppá skjótálop til 8-6.

14. min. Birita W. javnar til 6-6. Tóra leggur VÍF á odda 7-6.

12. min. So er javnleikur, tað er Milica ið javnar til 5-5. Daniella hevur lagt VÍF á odda aftur, støðan er nú 6-5. 

11. min. Bára minkar um munin til 5-2. Nico skorar uppá skjótálop, støðan er nú 5-4.

10. min. Fríða hevur eina góða bjarging.

8. min. Liljan brennur ein 100% kjans. Milica minkar um munin til 5-2.

7. min. Tóra skorar aftur, og nú er støðan 5-1.

6. min. Tóra leggur VÍF á odda 4-1.

5. min. Eir fær straffi fyri Neistan, og Milica skorar uppá tað, støðan er 3-1.

3. min. Liljan hevur lagt VÍF á odda 2-0. Liljan skorar aftur, og nú er støðan 3-0.

2. min. Adina hevur lagt VÍF á odda 1-0.

1. min. Dysturin er nú í gongd.

Soleiðis byrja liðini:

VÍF: Viviann, Tóra, Agnas, Liljan, Beinta, Daniella og Adina.

Neistin: Fríða, Jacklin, Milica, Bára, Birita J, Liljan og Birita W.

Liðini í dag:

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy, Agnas Olsen, Ronja Johannesen, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Rakul Joensen, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen, Adina Chadiorca, Annika Patti, Eilin Hansen og Durita Christophersen Jojic.

Neistin: Fríða Petersen, Súsanna Nólsoy, Lilja Mohr, Birita Jackobsen, Eir Berg, Marjun Danberg, Bára Hansen, Milica Rankovic, Birita Wardum, Helenda Dam, Ása Cristianusen, Nicoleta Hansen og Jacklin Djurhuus.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder