Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - Kyndil

...

2015-01-29 01:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

JN.fo er í høllini í Vestmanna, og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Sí myndir frá dystinum her.

Les eisini:

Birgir: Tóki var munurin.

Ingi: Alt riggaði hjá Tóka.

Liðugt: VÍF VANN 32-23 Á KYNDLI. Toppskjútti fyri VÍF var Filip við 7 málum, og fyri Kyndil var tað David við 6 málum. 500 áskoðarar vóru til dystin.

60. min. Jón skorar til 32-22. Torvald minkar um munin til 32-23.

59. min. Tóki tekur aftur eitt straffi!

58. min. Teis skorar til 31- 22.

57. min. Aftur ein framúr bjarging frá Tóka, men Ludvík fær fætur á bóltinum og skorar til 30-22.

56. min. Birgir minkar um munin uppá skjótálop, støðan er 30-20. Andrias minkar um munin til 30-21.

55. min. Áki skorar mál nummar 30 fyri VÍF. Kyndil fær brotskast, David verður settur at taka tað, hann fær lobba bóltin uppum Tóka, men Tóki blakar seg eftir bóltinum, og bólturin fer ikki í mál. Ingi hevur tikið time-out.

54. min. Finnur minkar um munin, støðan er 29-19.

53. min. Andrias minkar um munin til 28-18. VÍF fær brotskast, Agnar verður settur at taka, og skorar til 29-18.

52. min. Tóki tekur alt í VÍF-málinum! Áki leggur VÍF á odda við 11 málum!, støðan er 28-17.

50. min. Áki skorar til 27-17.

49. min. Mads skorar aftur fyri VÍF, støðan er 26-17.

48. min. Julian skorar fyri VÍF, støðan er nú 25-16. Kyndil fær brotskast, Julian tekur tað, og minkar um munin til 25-17. 

47. min. Mads skorar til 24-16.

46. min. Andrias hevur lagt VÍF á odda við sjey málum, støðan er 23-16.

45. min. Mads og dettur inní Eyðun dómarin, og ein lítil steðgur er í dystinum.

44. min. Kyndil hevur tikið time-out. David verður mansvardur. Finnur er fyri fyrstufer á vøllinum, og skorar til 21-16. Mads skorar fyri VÍF, støðan er nú 22-16.

43. min. Jan Pauli er komin inní málið hjá Kyndli. Aftur ein stórbjarging frá Tóka. Agnar skorar til 21-15.

42. min. Filip leggur VÍF á odda við fimm málum, støðan er nú 20-15.

41. min. Nú eru 10. min. farnir av seinna hálvleiki, og tað er bara eitt mál fari í gjøgnum hjá Tóka í VÍF-málinum.

39. min. Hanus skorar fyri VÍF, støðan er nú 19-15.

38. min. Tóki hevur tvær goðar bjargingar, og Mladen hevur eina.

37. min. Áki spælur ein góðan bólt til Agnar, sum leggur VÍF á odda 18-15.

36. min. Aftur ein góð bjarging frá Tóka, Josef liggur, so stegður er í spælinum.

35. min. Tóki hevur eina stórbjarging. Áki leggur VÍF á odda við tveimum, støðan er 17-15.

34. min. Filip spælur Agnar púra frían á strikuni, hann skorar til 16-15.

33. min. Liðini koma ikki út við góðum hondbóltspælið.

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur. Steðgur í spælinum, Eirikur liggur, men er nú komin upp aftur. David hevur javna til 15-15.

Soleiðis byrja liðini:

Kyndil: Mladen, Andrias, Rógvi, David, Bjarni, Eirikur og Josef.

VÍF: Tóki, Hanus, Filip, Heini, Mads, Sámal og Andrias.

Hálvleikur: VÍF 15-14 Kyndil.

30. min. Julian hevur lagt VÍF á odda 15-14. Kyndil hevur tikið time-out. Tóki bjargar skotinum frá Bjarna.

29. min. Bjarni er nær við at leggja Kyndil á odda. Agnar kemur púra fríur, men Mladen bjargar. 

28. min. Filip skorar uppá brotskast. Andrias javnar í hinum endanum, støðan er 14-14.

27. min. David verður dómdur fyri álopsfeil.

26. min. So er aftur javnleikur! David skorar til 13-13.

25. min. Áki hevur lagt VÍF á odda aftur, støðan er 13-12.

24. min. Andrias hevur javna fyri Kyndil, støðan er 12-12.

23. min. Andrias hevur lagt VÍF á odda við tveimum, støðan er 12-10. Kyndil fær aftur brotskast, og aftur tekur Julian tað, hann skorar til 12-11.

22. min. Julian hevur lagt VÍF á odda 11-10.

21. min. Tóki hevur tikið alt síðan hann kom inn! Eirikur fær 2. min.

20. min. Filip vinnur VÍF eitt brotskast, og hann skorar, nú er javnleikur 10-10.

19. min. VÍF hevur nú skift málverja, Tóki er komin inn fyri Niklas. Mads minkar munin niður í eitt mál, støðan er 9-10.

18. min. Kyndil fær brotskast, Julian skorar uppá tað, støðan er nú 8-10. 

17. min. Filip skorar aftur, nú er munurin aftur bert eitt mál, støðan er 8-9.

16. min. Mads hevur nú minka munin niður í eitt mál, støðan er 7-8. Eirikur leggur Kyndil tvey mál á odda, støðan er 7-9.

15. min. David skorar aftur fyri Kyndil, støðan er nú 5-8. Andrias skorar fyri VÍF, støðan er nú 6-8.

13. min. Filip vinnur VÍF eitt brotskast, hann tekur sjálvur, og minkar um munin til 5-7.

12. min. Rógvi skorar fyri Kyndil, og støðan er nú 4-7.

11. min. Hanus vinnur VÍF eitt brotskast, Filip tekur tað, og skorar til 4-6.

10. min. Áki skorar til 3-6. 

9. min. Frank vinnur Kyndli eitt brotskast. Julian verður settur at taka tað, og hann skorar, og leggur Kyndil á odda 2-6.

8. min. Filip skorar uppá skjótálop, støðan er 2-5.

7. min. David leggur Kyndil á odda 1-5. Mads er púra fríur við Mladen, men Mladen bjargar.

6. min. Eirikur leggur Kyndil á odda 1-4.

5. min. Heini og Agnar skifta millum verju og álop. Birgir hevur lagt Kyndil á odda 0-3. Mads sleppur púra leysur, og minkar um munin til 1-3.

4. min. VÍF hevur nú havt 5 skot, men brent øll.

3. min. David skorar aftur, støðan er nú 0-2 til Kyndil.

2. min. David hevur lagt Kyndil á odda 0-1. 

Hesir byrja inni:

Kyndil: Mladen, Hans Arni, Birgir, David, Ludvík, Eirikur og Frank.

VÍF: Niklas, Andrias, Áki, Mads, Agnar, Filip og Hanus.

1. min. Dysturin er nú í gongd.

Spælarnir koma nú út á vøllin.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmussen, Agnar Joensen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Tòki Seloy, Mads Eriksen, Hanus Christophersen, Filip Jojic og Sjúrður Nielsen.

Kyndil: Jan Pauli T. Johannesen,Hans Arni B. Thomsen, Andrias B. Sólsker, Hjalti Bachman, Josef Abrahamsen, Julian Johansen, Birgir Poulsen, David Edvardsen, Mladan Mjerimacka, Torvald Abramamsen, Finnur Hansson, Ludvík Sùnason, Rógvi Dal Christinsen, Bjarni Sørensen, Eirikur Simonen og Frank B. Askildsen.

Dómarar: Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Eyðun Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder