Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - KÍF

...

2015-01-22 01:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

JN.fo er í høllini í Vestmanna og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Myndir frá dystinum síggjast her.

Toppskjútti hjá VÍF var Filip við 5 málum, og hjá KÍF var tað Ási við 5 málum.

Liðugt: VIF vann 23-22 á KÍF.

60. min. Heini skorar til 23-21. Hans Eli skorar til 23-22. Ási brennur ein 100% kjans.

59. min. Straffi til VÍF, Filip verður settur at taka, og hann skorar til 22-21.

58. min. Hans Eli fær bóltin í málið, men verður dømdur skritt.

56. min. Selvig javnar til 20-20. Ingi tekur time-out. Mads leggur VÍF á odda 21-20. Fríði javnar til 21-21.

55. min. Hans Eli skorar uppá straffi, og minkar um munin til 20-19.

53. min. Tony og Rúni skora fyri KÍF. Støðan er nú 20-18.

52. min. Mads skorar til 19-15. Tony minkar um munin til 19-16. Heini skorar til 20-16.

51. min. Ási minkar um munin til 18-15.

50. min. Teitur minkar um munin til 17-14. Heini leggur VÍF á odda 18-14.

49. min. Andrias skorar aftur uppá skjótálop. Støðan er 17-13.

48. min. Eddie hevur tikið time-out. Andrias hevur nú lagt VÍF á odda 16-13.

47. min. Hanus hevur nú lagt VÍF á odda 15-13. 

46. min. Filip hevur lagt VÍF á odda 14-13, og Selvig hevur fingið 2. min.

44. min. Hanus er nær við at leggja VÍF á odda í tveimum ymiskum álopinum, men stongin og Karlsson standa í vegin.

43. min. Agnar fær 2. min, og KÍF fær straffi. Ási verður settur at taka, og Niklas tekur skotið frá Ása.

42. min. Filip hevur javna til 13-13.

41. min. Bonkurin hjá VÍF fær eitt gult kort, av tí sama fær KÍF bóltin aftur.

39. min. Fríði leggur KÍF á odda við einum. Støðan er 12-13.

38. min. Andrias javnar fyri VÍF, støðan er nú 12-12. Heini fær 2. min.

36. min. Tony leggur KÍF á odda. Støðan er 11-12. KÍF blíva við at mansverja Filip.

35. min. Andrias hjá VÍF fær 2. min.

34. min. Hanus javnar fyri VÍF, støðan er nú 11-11.

33. min. Filip skorar til 10-11.

31. min. Mads minkar um munin til 9-11.

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur. Fyri VÍF byrja hesir: Niklas, Hanus, Mads, Filip, Heini, Andrias og Agnar. Fyri KÍF byrja hesir: Karlsson, Teitur, Selvig, Ási, Hans Eli, Rúni og Tony. 

Hálvleikur: VÍF 8-11 KÍF. 

30. min. Selvig leggur KÍF trý mál framum. Eddie tekur time-out. 12 sek eftir. Støðan er 8-11.

29. min. Teitur leggur KÍF tvey mál framum, og Ingi tekur time-out. Støðan er 8-10.

28. min. Mads minkar um munin til eitt mál, og Tony fær 2. min. Støðan er 8-9.

27. min. VÍF fær 2. min, fyri skeiva útskifting. Rúni skorar fyri KÍF, støðan er nú 7-9.

25. min. Áki fær 2. min, og Ási skorar uppá straffi. Sjúrður O. skorar uppá skjótálop. Støðan er 7-8.

24. min. Janus fær 2. min. Filip minkar um munin, støðan er nú 6-7.

23. min. Hans Eli skorar og leggur KÍF tvey mál framum.

22. min. Einki mál er komi í 6. min. 

20. min. Liðini gera nakrar feilir.

18. min. Støðan er enn 5-6.

16. min. Rúni leggur KÍF framum við tveimum. Áki minkar um munin til støðina 5-6.

13. min. Selvig skorar, støðan er nú 4-5.

12. min. Áki javnar til 4-4.

11. min. Áki minkar um munin til 3-4.

10. min. Ásiskorar uppá straffi, støðan er 1-4 til KÍF. Julian minkar um munin til 2-4.

8. min. Tony 2. Min.

6. min. KÍF mansverja Filip.

5. min. Ási leggur KÍF á odda 1-3.

4. min. Áki minkar um munin til 1-2.

3. min. Selvig fær straffi fyri KÍF. Ási tekur brotskastið og skorar til 0-2.

2. min. Tony hevur lagt KÍF á odda.

1. min. Dysturin er nú í gongd. Fyri VÍF byrja hesir inni: Niklas, Sjúrður O, Agnar, Heini, Sámal, Áki og Mads. Fyri KÍF byrja hesir inni: Karlsson, Rúni, Hans Eli, Ási, Selvig, Teitur og Tony.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmussen, Agnar Joensen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Tóki Seloy, Mads Eriksen, Hanus Christophersen, Filip Jojic og Sjúrður Nielsen.

KÍF: Pætur H. Skýlingdal, Kristoffer Karlsson, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Janus Jakobsen, Pætur Johannesen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Hans Eli Sigurbjørnson, Nicklas Selvig, Fríði Weyhe, Rúni Joensen, Jákup Trygvason, Ási Dam og Vilhelm Magnussen.

Dómarar:Hannis Wardum og Uni Wardum.

Les eisini:

Hesi liðini kunnu koma víðari hjá kvinnum

??ll liðini kunnu koma víðari hjá monnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder