Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - KÍF

...

2016-02-25 01:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: VÍF var nógv tað betra liðið á vøllinum í dag, sjálvt um teir ikki spældu serligan góðan hondbólt. KÍF fingu einki at rigga, og Niklas í VÍF málinum stóð sera væl. VÍF vann dystin 28-16.

Málskjúttar: 

VÍF: Julian 8, Selvig 8, Sjúrður 3, Áki 3, Andrias 2, Hanus 2 og Agnar 2.

KÍF: Tony 4, Fríði 3, Ási 3, Hans Eli 3, Jákup 2 og Teitur 1.

60. min. Ási skorar til 27-16. Andrias skorar til 28-16.

59. min. Niklas ger eina stórbjarging.

58. min. Agnar skorar til 26-15. Sjúrður skorar til 27-15.

57. min. Sjúrður brennur ein 100% møguleika, men Julian fær fatur á returinum, og skorar til 25-14. Hans Eli skorar til 25-15.

56. min. Sjúrður skorar til 24-14.

55. min. Selvig rakar stongina, men Áki fær fatur á bóltin, hann spælir til Selvig, sum skorar til 23-14.

54. min. Brotskast til KÍF, og Hanus verður vístur 2. min. av vøllinum. Jákup tekur sær av brotskastinum, og skorar til 22-14.

53. min. KÍF hevur bara skora eitt mál í seinna hálvleiki. Hans Eli verður sendur í skjótálop, men Áki vinnur bóltin.

52. min. Selvig skorar til 22-13, tað var hansara 7. mál. Niklas ger aftur eina stórbjarging.

50. min. VÍF tekur time-out. Andrias skorar til 21-13.

49. min. Niklas bjargar. Niklas ger eina stórbjarging.

48. min. Sjúrður skorar til 20-13. Niklas ger eina góða bjarging.

47. min. Tony ger álopsfeil.

46. min. Rúni (VÍF) fær 2. min. Andrias og Andrias verða báðir útvístir í 2. min. Agnar skorar til 19-13.

45. min. Hans Eli rakar á stongina og út.

44. min. Julian skorar til 18-13, tað var hansara 7. mál.

43. min. Bonkurin hjá VÍF fær eitt gult kort.

42. min. Áki verður vístur 2. min. av vøllinum. Fríði skorar til 17-13, og tað var fyrsta málið hjá KÍF í seinna hálvleiki.

41. min. Brotskast til KÍF, Tony tekur sær av brotskastinum, og rakar stongina og út.

38. min. Selvig vinnur aftur eitt skjótálop frá Hans Eli.

37. min. Ási verður vístur 2. min. av vøllinum. Julian skorar til 17-12, tað var hansara 6. mál.

35. min. Selvig skorar til 16-12, og tað var hansara 6. mál. Jeppe tekur time-out.

34. min. Á spælinum hjá báðum liðnum sær man ikki, at hetta er ein oddadystur. Niklas ger eina stórbjarging.

33. min. Julian rakar á stongina og inn, støðan er 15-12. Steðgur í spælinum, Fríði liggur. Fríði spælir víðari.

32. min. Hans Eli verður send í skjótálop, men Selvig vinnur bóltin.

31. min. So er seinni hálvleikur er nú settur í gongd.

Hesir byrja inni:

VÍF: Niklas, Andrias, Julian, Selvig, Sámal, Sjúrður og Hanus.

KÍF: Jaspur, Teitur, Andrias, Ási, Hans Eli, Fríði og Tony,

Hálvleikur: VÍF byrjaði dystin nógv betri, og Niklas stóð sera væl í málinum. Jeppe tók time-out við støðuni 11-5, tað riggaði og KÍF komu á 11-9. Hálvleiksstøðan er 14-12.

Málskjúttar: 

VÍF: Selvig 5, Julian 4, Áki 3 og Hanus 2.

KÍF: Tony 4, Fríði 2, Hans Eli 2, Ási 2, Jákup 1 og Teitur 1.

30. min. KÍF hevur bara tveir mans á beinkinum, í løtuni eru tað Emil og Jákup.

29. min. Brotskast til KÍF, Tony skorar til 14-12. Jaspur ger eina stórbjarging.

27. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, og Julian verður vístur 2. min. av vøllinum. Støðan er 13-11. Selvig skorar til 14-11. Rúni fær beinleiðis reytt kort fyri at fella Selvig. Selvig fer av vøllinum við skaða.

26. min. Niklas bjargar.

25. min. Julian skorar til 12-9. Fríði skorar til 12-10. Tony verður vístur 2. min. av vøllinum. Andrias rakar á stongina, Sjúrður fær fatur á bóltinum, sum spælir til Julian, hann skorar til 13-10.

24. min. Jaspur bjargar. So eru tvey mál á muni, Tony skorar til 11-9.

23. min. Fríði skorar til 11-8. VÍF tekur time-out.

22. min. Ási skorar til 11-7.

21. min. Ási minkar um munin til 11-6. Jaspur bjargar.

20. min. Áki skorar til 11-5, og Tony fær gult kort. Jeppe tekur time-out.

19. min. Selvig skorar til 10-5. Ási rakar eisini á stongina, og VÍF fær bóltin.

18. min. Sámal er vístur av vøllinum í 2. min. Brotskast til KÍF, og Andrias (VÍF) verður vístur av vøllinum í 2. min. Tony skorar uppá brotskastið, og støðan er 9-5.

17. min. Tony minkar um munin til 8-4, og Hanus fær gult kort. Selvig rakar á stongina, men Andrias fær fatur á returinum, og skorar til 9-4.

16. min. Andrias rakar stong út, og Julian skorar uppá skjótálop, støðan er 8-3.

15. min. Niklas ger aftur eina góða bjarging.

14. min. Sámal verður vístur 2. min. av vøllinum. Hans Eli rakar stong út.

13. min. Jákup minkar um munin til 6-3. Hanus skorar til 7-3.

12. min. Brotskast til VÍF, Áki tekur sær av brotskastinum, og hann skorar til 6-2. KÍF tekur time-out.

11. min. Niklas bjargar eftir langt KÍF álop.

10. min. Niklas bjargar. Emil bjargar. VÍF mansverja Hans Eli.

9. min. Andrias (KÍF) verður vístur 2. min. av vøllinum. Emil bjargar.

8. min. Selvig skorar til 5-2.

7. min. Niklas ger eina stórbjarging.

6. min. Jákup ger álopsfeil. Brotskast til VÍF, og Andrias (KÍF) fær gult kort. Áki skorar uppá brotskastið, støðan er 4-2.

5. min. So er eitt mál á muni aftur, Teitur skorar til 3-2. Emil bjargar.

4. min. Sámal fær gult kort. Hans Eli minkar um munin til 3-1. Emil ger eina góða bjarging. Julian verður vístur av vøllinum í 2. min.

3. min. Niklas ger eina stórbjarging. Hanus skorar til 3-0.

2. min. Julian fær gult kort. Julian skorar uppá skjótálop, støðan er 2-0.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Selvig skorar til 1-0.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Tony, Rúni, Hans Eli og Fríði.

VÍF: Niklas, Sjúrður, Hanus, Julian, Selvig, Andrias og Nuunu.

Toppdystur er í høllini í Vestmanna í kvøld. VÍF tekur móti KÍF, dysturin byrjar klokkan 20:00, og tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Fyri VÍF er Filip Jojic ikki við, og hjá KÍF er Rógvi Weyhe ikki við.

VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Jóhan í Garðastovu, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Magnus Matras, Agnar Joensen, Heini Hanusarson, og Niklas Selvig.

Bonkur: Ingi Olsen, Dejan Lacok og Jákup Durhuus.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rúni Joensen, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Magnus D. Jacobsen og Rógvi Weyhe.

Dómarar: Hannis og Uni Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder