Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - KÍF

...

2015-10-08 01:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: VÍF vann 22-19 á KÍF. Verjurnar hjá báðum liðum stóðu seg væl, og liðini høvdu tað torført við at skora mál. 

60. min. VÍF tekur time-out. Filip skorar til 22-19.

Myndir frá dystinum koma á JN.fo seinni í kvøld.

59. min. Andrias E. skorar fyri VÍF, støðan er nú 21-19. KÍF  tekur time-out. Selvig púra leysur, men roynur at gera okkurt fiks, har hann brennur.

58. min. Hanus skorar til 20-19.

57. min. Niklas tekur eitt skot frá Fríða.

55. min. KÍF fær brotskast, Hans Eli verður settur at taka, og hann javnar til 19-19.

54. min. KÍF mansverja Filip og Áka.

52. min. So er VÍF aftur á odda, tað er Áki ið skorar til 19-18.

Myndir frá dystinum koma á JN.fo seinni í kvøld.

51. min. Brotskast til VÍF, og tað skorar Áki uppá, nú er aftur javnleikur, støðan er 18-18.

50. min. Ingi tekur time-out. So er KÍF á odda, tað er Ási ið skorar til 17-18. 

Les eisini: Gerster er uppsagdur.

48. min. Teitur javnar fyri KÍF, støðan er 17-17.

47. min. Hanus fer álopsfeil. Sjúrður skorar fyri VÍF til 17-16.

46. min. Fríði javnar til 16-16.

45. min. So er VÍF aftur á odda, tað er Sjúrður ið skorar til 16-15.

44. min. Tony fær 2. min.

43. min. So er aftur javnleikur, Hans Eli javnar til 15-15.

42. min. Danny gevur Andrias ein beint á kjaftin, hann fær 2. min. fyri tað. Fríði minkar um munin til 15-14.

41. min. Jeppe tekur time-out. KÍF'arnir hava tað torført við at raka málið hjá VÍF.

40. min. Niklas hevur eina góða bjarging. So er fyrstu fer tvey mál á muni aftur síðani støðuna 5-3., Hanus skorar til 15-13.

39. min. VÍF fær brotskast, Áki verður settur at taka, og hann lobbar bóltin uppum Jaspur í KÍF málinum, støðan er nú 14-13.

37. min. Áki fær 2. min. So er aftur javnleikur í Vestmanna, tað er Fríði ið javnar til 13-13.

35. min. Hans Eli fær 2. min.

34. min. Danny javnar uppá skjótálop, støðan er 12-12. Nuunu leggur VÍF á odda 13-12.

33. min. Bonkurin hjá VÍF fær gult kort.

32. min. Hans Eli leggur KÍF á odda, støðan er 11-12. Nuunu fær 2. min.

31. min. Dysturin er farin í gongd aftur. Áki skorar til 11-11.

Hálvleikur: Støðan er 10-11 til KÍF. Stutt kann sigast um fyrra hálvleik, at bæði liðini komu sera væl frá byrjar við fleiri málum í part. So komu verjurar fyri seg, og bæði liðini hava havt tað torført við at skora.

30. min. 17 sek., eru eftir, VÍF hevur bóltin. Støðan er 10-11. Hans Eli fær seinasta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá hann verður sendur avstað, men Niklas í VÍF málinum bjargar.

28. min. So er KÍF aftur á odda, tað er Hans Eli ið skorar til 10-11.

27. min. Hanus javnar til 10-10.

26. min. Filip javnar til 9-9. Hans Eli leggur KÍF á odda 9-10.

25. min. Rógvi fær 2. min.

23. min. So er KÍF á odda, Hans Eli skorar til 8-9. Ingi (VÍF) tekur time-out.

22. min. Verjurnar standa væl.

21. min. KÍF mansverja Áka. Julian skorar fyri VÍF, sum nú aftur er á odda 8-7. Tony javnar til 8-8. Jaspur er nú komin í málið hjá KÍF.

20. min. Danny hjá VÍF fær 2. min, og brotskast til KÍF. Tony tekur sær av tí, men tað fer eisini stongina og út.

19. min. Niklas spælir ein langan bólt til Hanus, men hann fær ikki fatur á honum.

18. min. Filip leggur enn einafer VÍF á odda, støðan er nú 7-6. Selvig javnar til 7-7.

17. min. Hans Eli javnar til 6-6.

16. min. Filip hevur skorar fyri VÍF, støðan er 6-5.

15. min. KÍF fær brotskast, Selvig tekur sær av tí, men skotið fer á stongina og út.

14. min. Selvig ger álopsfeil.

12. min. VÍF mansverja Andrias, og KÍF hevur serliga eygu eftir Filip.

10. min. Tað eru fitt av fólki til dystin.

9. min. Hans Eli javnar til 5-5 uppá skjótálop.

8. min. Emil tekur ein 100% møguleika frá VÍF.

7. min. Selvig minkar um munin fyri KÍF, støðan er 5-4.

6. min. Filip skorar fyri VÍF, støðan er nú 5-3.

5. min. Andrias E. hevur lagt VÍF á odda 4-3.

4. min. VÍF fær brotskast, sum Áki skorar uppá, støðan er 3-3.

3. min. Áki javnar fyri VÍF, støðan er 2-2. Hans Eli hevur aftur lagt KÍF á odda, støðan er 2-3.

2. min. Filip javnar til 1-1. Ási skorar fyri KÍF, nú er støðan 1-2.

1. min. So er dysturin farin í gongd. Hans Eli hevur lagt KÍF á odda 0-1. 

Hesir byrja inni:

VÍF: Niklas, Nuunu, Áki, Filip, Andrias, Julian, Jojic og Hanus.

KÍF: Emil, Fríði, Hans Eli, Ási, Andrias, Selvig og Tony.

Dysturin millum VÍF og KÍF byrjar klokkan 20:00.

VÍF: Sjúrður Olsen, Agnar Joensen, Jóhan í Garðastovu, Danny Brandt, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Tóki Seloy, Høgni W. Høgnesen, Hallur Arason og Filip Jojic.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Nicklas Selvig, Rógvi Weyhe, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Dómarar: Gunnar Djurhuus og Jákup S. Simonsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder