Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - H71

...

2016-01-07 02:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samrøður og seinasta løtan av dystinum sæst á jn.fo seinni.

Málskjúttar: 
VÍF: Filip 10, Hanus 3, Áki 3, Selvig 2 og Julian 1.
H71: Peter 6, Hilmar Leon 3, Helgi 3, Rúni 1, Pætur 1, Hans Kári 1, Oddur 1 og Tróndur 1.

Liðugt: VÍF VANN 19-17 Á H71!

60. min. Tóraldur stórbjargar aftur. Peter minkar um munin til 18-17! 12. sek eru eftir, og Ingi tekur time-out! Filip skorar til 19-17! og tað var hansara 10. mál.

59. min. Áki skorar til 18-16! H71 tekur time-out. Bonkurin hjá H71 fær gult kort fyri mátin teir taka time-out uppá.

Samrøður koma út á jn.fo seinni.

58. min. Hans Kári verður vístur 2. min. av vøllinum.

57. min. Tóraldur bjargar aftur.

56. min. Andrias fær fatur á bóltin, men kastar hann aftur til H71, H71 spælari spælir hann víðari til Helga, sum ikki fær fatur á bóltinum. Niklas bjargar! Peter fær ikki ferð á bóltin.

55. min. Tóraldur bjargar aftur.

53. min. VÍF mansverja Peter og Hilmar Leon.

52. min. Tóraldur tekur eitt skot frá Selvig.

51. min. VÍF tekur time-out. Bæði Filip og Áki vera mansvardir. Julian skorar, men dómt er 3-metrar kast áðrenn.

50. min. Hanus skorar til 17-15. Tróndur minkar um munin til 17-16.

49. min. So minkar Peter um munin, støðan er 16-15.

KÍF vann 26-22 á Team Klaksvík.

48. min. Aftur stórbjargar Tóraldur! H71 tekur time-out. Helgi minkar um munin fyri H71, støðan er 16-14.

46. min. Tóraldur stórbjargar aftur!

45. min. Bonkurin hjá H71 fær eina átalu.

Bæði Kyndil og KÍF eru nú á odda við 4 málum.

44. min. Filip skorar enn eitt mál, støðan er nú 16-13.

43. min. Tóraldur tekur ein 100% møguleika frá Agnar.

42. min. Brotskast til VÍF, og Peter verður vístur 2. min. av vøllinum. Filip tekur sær av tí, og skorar til 15-13. Mál nummar 8 hjá Filip.

41. min. Tóraldur ger tvær sera góðar bjargingar. Brotskast til H71, og Sámal verður vístur 2. min. av vøllinum. Hans Kári tekur sær av tí, men Niklas bjargar.

So er KÍF á odda í Klaksvík, støðan er 20-21 til KÍF.

40. min. Hilmar Leon fær fatur á returinum og skorar til 14-13. 

39. min. Hilmar Leon skorar uppá ein so kallaðan "flúgvara" eitt sera vakurt mál, støðan er 13-12. Selvig skorar til 14-12.

37. min. Peter verður vístur 2. min. av vøllinum.

Team Klaksvík er á odda 20-19 móti KÍF. Kyndil er á odda 21-19 móti StÍF.

36. min. Eitt sera vakurt mál frá Áka, støðan er 13-11.

34. min. Aftur brotskast til H71, Hans Kári tekur sær av tí, og minkar um munin til 12-11. Nú mansverja H71 Filip.

33. min. Brotskast til H71, Peter tekur sær av tí, men Niklas bjargar.

32. min. Julian skorar til 11-9. Peter ger skjótt av, og minkar um munin til 11-10. Selvig skorar til 12-10.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Julian ger álopsfeil. Helgi minkar um munin til 10-9.
Hesir byrja inni:

VÍF: Niklas, Hanus, Filip, Julian, Áki, Selvig. (VÍF hevur eina útvísing).

H71: Ári, Hans Kári, Peter, Sigmundur D., Rúni, Helgi og Hilmar Leon. 

Team Klaksvík er á odda 15-13 móti KÍF (Seinni hálvleikur er settur í gongd í Klaksvík). Á Skála er Kyndil á odda 15-12 móti StÍF (Hálvleikur).

Hálvleikur: VÍF er á odda 10-8 móti H71. 

Málskjúttar: VÍF: Filip 7, Hanus 2 og Áki 1. H71: Peter 3, Helgi 1, Oddur 1, Pætur 1, Rúni 1 og Hilmar Leon 1.

30. min. Filip skorar til 10-8, tað var hansara 7. mál.

29. min. Tóraldur ger eina sera góða bjarging. Sámal verður vístur 2. min. av vøllinum. Pætur fer av vøllinum við einum lítlum skaða.

28. min. Brotskast til H71, Peter tekur sær av tí, og skorar til 9-8. VÍF tekur time-out. Julian fær av vøllinum við skaða.

27. min. So skorar Áki sítt fyrsta mál í hesum dystinum, støðan er 9-7.

26. min. Selvig fær 2. min. fyri at hann ikki er samdur við dømingini.

25. min. Helgi verður vístur 2. min. av vøllinum. Filip ger álopsfeil.

23. min. Pætur javnar fyri H71, støðan er nú 7-7. Filip skorar aftur fyri VÍF, støðan er 8-7. Niklas ger eina góða bjarging.
'
20. min. Hilmar Leon skorar eitt flott mál, tá hann verður sendur í skjótálop, støðan er 7-6.

19. min. H71 tekur time-out. Niklas ger eina góða bjarging. So er VÍF á odda við tveimum, Filip skorar til 7-5, tað var hansara 5. mál.

18. min. So er VÍF aftur á odda, Filip skorar til 6-5. Selvig er eisini komin á vøllin nú. 

17. min. VÍF ger álopsfeil, H71 fer í skjótálop, men Niklas bjargar skotinum hjá Helga.

16. min. Rúni verður sendur í skjótálop, og javnar til 5-5.

Team Klaksvík er á odda 10-7 móti KÍF. Kyndil er á odda 6-5 móti StÍF.

13. min. VÍF mansverja Peter.

12. min. Brotskast til VÍF, og Tróndur verður vístur 2. min. av vøllinum. Filip tekur sær aftur av brotskastinum, og skorar til 5-4. 

11. min. Oddur javnar fyri H71, støðan er 4-4.

10. min. Tóraldur ger eina góða bjarging.

9. min. Hanus leggur VÍF á odda, støðan er 4-3.

8. min. Brotskast til H71, tað tekur Peter sær av og javnar til 3-3. 

7. min. Brotskast til VÍF, og Sigmundur Dahl verður vístur 2. min. av vøllinum. Filip tekur sær av brotskastinum, og skorar til 3-2.

6. min. Peter javnar til 2-2.

5. min. Hanus skorar uppá skjótálop, støðan er 2-1 til VÍF.

4. min. Helgi javnar til 1-1.

3. min. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og skorar til 1-0.

1. min. Dysturin er settur í gongd. Hjá VÍF skifta Heini og Sámal út við Julian og Filip millum verju og álop. Hjá H71 skifta Oddur og Sigmundur Dahl.

Hesir byrja inni:

VÍF: Niklas, Áki, Heini, Sámal, Agnar, Andrias og Hanus.

H71: Tóraldur, Rúni, Peter, Oddur, Hans Kári, Pætur og Helgi.

Klokkan 20:00: Spælarnir hita enn upp, t.v.s. at dysturin byrjar eitt sindur yvir klokkan 20.

Jónas G. Djurhuus hevur leikbann, og Mark L. Marcher er skaddur.

Oddadystur er á skránni í Vestmanna, VÍF tekur móti H71 í FTZ-deildini. Dysturin byrjar klokkan 20, og tað ber til at fylgja við á JN.fo, har vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

VÍF: Sámal Joensen, Rúni Joensen, Sjúrður Olsen, Jóhann í Garðastovu, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Magnus Matras, Agnar Joensen, Heini Hanusarson, Filip Jojic og Niklas Selvig.

Bonkurin: Ingi Olsen, Dejan Lucok, Jóngerð M. Nielsen og Jákup Durhuus.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johann Hofgaard, Hilmar L. Jakobsen, Rùni V. Højgaard, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Oddur Bech, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Peter Krogh, Tróndur Arge og Jens á Skipagøtu.

Bonkurin: Petur Mittún, Halgir D. Olesen, Petur Sivertsen og Bartal D. Andreassen.

Dómarar: Hannis og Uni Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder