Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - H71

...

2015-10-04 21:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: H71 vann 30-25 á VÍF. Góða spæli frá fyrra hálvleiki kom ikki líka væl til sjóndar í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki vóru liðini sera jøvn, men í seinna hálvleiki stóð verjan hjá H71 sera væl, og VÍF hevði tað torført at koma ígjøgnum hana. H71 vann alt í alt ein uppibornan sigur. H71 hevur nú 6 stig fyri tríggjar dystir og liggja ovast í FTZ-deildini.
Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7138263196
2KÍF24932174
3VÍF3837764
4StÍF3787622
5Neistin24852-42
6Kyndil36584-190
7Team Klaksvík23758-210

60. min. Hans Kári skorar mál nummar 30 fyri H71, støðan er 24-30. Áki minkar um munin til 25-30.


59. min. Petur leggur H71 á odda við fimm málum, støðan er 24-29.

58. min. Mark skorar fyri H71 til 23-28. Hanus minkar um munin fyri VÍF til 24-28.

57. min. Hanus minkar um munin til 23-27.

56. min. VÍF fær brotskast, Áki tekur sær av tí, og skorar til 22-26. H71 fær brotskast, og enn einaferð skorar Jónas uppá brotskast, støðan er 22-27.

55. min. Fimm mál á muni nú, Peter skorar til 21-26.

54. min. H71 tekur time-out. Hanus er settur, at mansverja Peter.

53. min. Mark leggur H71 á odda við fýra málum, støðan er 21-25!

52. min. So eru trý mál á muni, tað er Andrias ið skorar fyri VÍF, støðan er 21-24!

51. min. Ári tekur ein 100% kjans frá Nuunu av strikuni. Hanus skorar til 20-24.

49. min. Nuunu fær 2. min. Enn eitt mál frá Djóna á vinstra vongi, støðan er nú 19-24.

48. min. VÍF spælarnir hava tað torført at koma ígjøgnum H71 verjuna, tá bæði Áki og Filip verða mansvardir.

47. min. Dysturin hevur mist eitt sindur av tempo.

46. min. Ingi (VÍF) tekur time-out.

45. min. Mark skorar fyri H71, nú eru fýra mál á muni, støðan er 19-23. 

43. min. Ári í H71 málinum stendur sera væl.

42. min. Julian minkar um munin fyri VÍF, støðan er 19-21. Peter skorar fyri H71, støðan er nú 19-22.


41. min. Nú er H71 á odda við teimum málum, tað var Tróndur ið legði H71 á odda 18-21.

40. min. Nú er H71 á odda við tveimum, tað var Djóni ið skoraði til 18-20. Bæði Filip og Áki verða mansvardir.

39. min. Peter leggur H71 á odda 18-19.

38. min. So er aftur javnleikur, Djóni javnar fyri H71 til 18-18.


37. min. Nuunu fær 2. min., og H71 fær brotskast, Jónas verður settur at taka, og enn einaferð skorar hann uppá brotskast, støðan er nú 18-17.


36. min. Filip verður mansvardur. Filip brennur eitt brotskast.

35. min. Danny skorar fyri VÍF, støðan er nú 18-16.

34. min. Djóni brennur ein 100% kjans fyri H71. Djóni minkar um munin til 17-16.

32. min. Nunnu skorar av strikuni, nú er VÍF á odda 17-15.

31. min. So er dysturin í gongd aftur. Filip hevur lagt VÍF á odda 16-15.

Hesir byrja inni:

VÍF: Niklas, Filip, Áki, Hanus, Julian, Danny og Nuunu.

H71: Ári, Hans Kári, Peter, Djóni, Sigmundur D., Mark og Jónas.

Hálvleikur: Liðini hava víst gott spæl, og dysturin er eitt sindur hart spældur. Hálvleiksstøðan er 15-15.

30. min. Jónas leggur H71 á odda 14-15. Filip javnar til 15-15 beint áðrenn tíðin fer.


29. min. H71 mansverja Áka. Danny javnar fyri VÍF til 14-14.

28. min. VÍF mansverja Mark og Peter. Aftur straffi til H71, Filip fær 2. min. Jónas setur brotskasti sikkurt í mál, støðan er nú 13-14.


27. min. Nú er aftur eitt mál á muni, Áki skorar uppá skjótálop. Støðan er 12-13. H71 tekur time-out. Danny hevur javnað fyri VÍF, støðan er 13-13.

26. min. Hans Kári skorar til 10-13. Hanus minkar um munin til 11-13.

25. min. Áki skorar eitt gott mál fyri VÍF, støðan er 10-12.

24. min. VÍF dekkar í løtuni 3-3.

23. min. Áki minkar um munin til 9-11. Sigmundur N. skorar til 9-12. Tróndur fær 2. min.

22. min. Peter leggur H71 trý mál frammum, støðan er nú 8-11. Ingi (VÍF) tekur time-out.

20. min. Áki fær 2. min. fyri at fella Helga. Peter skorar sítt fyrsta mál í dag, støðan er nú 8-10.

19. min. Andor skorar fyri H71, støðan er nú 8-9.

18. min. Brotskast til VÍF, og tað skorar Filip uppá, nú er aftur javnleikur 8-8.

17. min. Enn eitt brotskast til H71, Jónas lobbar bóltin uppum Niklas til 7-8.

15. min. Áki javnar til 7-7.

14. min. Helgi hjá H71 fær 2. min. Áki spælir ein góðan bólt til Nuunu, og hann skorar til 6-7.

13. min. Sigmundur N. hevur nú lagt H71 á odda við tveimum málum, støðan er 5-7.

11. min. Hans Kári skorar aftur, og nú er H71 á odda 5-6. Tóraldur tekur ein 100 % kjans frá VÍF.

9. min. Hans Kári javnar fyri H71, støðan er 5-5.

8. min. So er VÍF á odda, tað er Julian ið skorar til 4-3. Mark javnar til 4-4. Nuunu skorar eitt sera flott mál av strikuni, støðan er nú 5-4 til VÍF.

7. min. Enn eitt straffi til H71, og tað setur Jónas eisini inn til 2-3, tó fær Niklas fingrarnar á. Áki javnar til 3-3.

6. min. Sigmundur N. vinnur H71 eitt brotskast. Tóki kemur inn fyri Niklas, Jónas skorar til 1-2 til H71. Julian javnar til 2-2.

5. min. Bonkurin hjá H71 fær átalu. 

2. min. Filip javnar fyri VÍF, støðan er 1-1.

1. min. So er dysturin í gongd. Jónas skorar uppá brotskast, 0-1 til H71. 

Hesir byrja inni: 
VÍF: Niklas, Andrias, Áki, Julian, Hanus, Jóhan, Nunnu. 
H71: Ári, Tróndur, Helgi, Mark, Sigmundur D, Peter, Hans Kári.

VÍF: Hallur Arason, Jóhan í Garðastovu, Danny Brandt, Agnar Joensen, Julian Olsen, Áki  Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars olsen, Tòki Seloy, Høgni Høgnesen, Hanus Christophersen og Filip Jojic.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hofgaard, Mark Lausen Marcher, Djóni V. Højgaard, Eindri Frýal, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Oddur Bech, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Peter Krogh, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder