Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - H71 (H71 er í steypafinaluni)

...

2017-02-12 16:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: H71 vann 25-19 á VÍF. H71 var nógv tað betra liðið, og serliga var tað verjan og Jens stóðu væl. Ári stóð eisini væl tað løtuna hann var inni. Einki riggaði hjá VÍF.

Málskjúttar: 

VÍF: Filip 6, Sjúrður 4, Áki 3, Rói 3, Julian 2 og Bjarti 1.

H71: Peter 5, Rúni 4, Helgi 4, Hans Kári 3, Hilmar Leon 3, Jónas 3, Pætur 2 og Bogi 1.

60. min. Rói minkar um munin til 19-25.

58. min. Bjarti skorar til 18-25. Peter spælir hund við Mladen, men Mladen bjargar.

57. min. Áki minkar um munin til 17-24. Rúni skorar til 17-25.

56. min. Hans Kári skorar til 16-24.

55. min. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og skorar til 16-23. H71 tekur time-out. Andrias fer í skjótálop, Ári bjargar skotinum frá honum.

52. min. Filip minkar um munin til 15-22, og Andor verður vístur av vøllinum í 2. min. Helgi skorar til 15-23.

51. min. Sjúrður minkar um munin til 14-21. Mladen bjargar skotinum frá Jónasi, VÍF setur bóltin skjótt í spæl, men Dánjal fær fatur á honum, spælir til Jónas sum skorar til 14-22.

50. min. Ári bjargar skotinum frá Áka, og roynir seg frá egnum málið, Julian fær fatur á bóltinum. Julian skorar til 13-21.

49. min. Agnar verður vístur av vøllinum í 2. min. Mladen bjargar lobbarnum frá Andor.

48. min. VÍF tekur time-out. Julian minkar um munin til 12-21.

47. min. Rúni skorar til 11-20. Gott spæl frá H71 endar við at Helgi skorar frá strikuni til 11-21. 

45. min. Filip fær ein 100% møguleika, men skorar ikki. Ári kemur nú innaftur fyri H71.

43. min. Peter skorar til 10-18. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og skorar til 11-18. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí, og skorar til 11-19.

42. min. Mladen bjargar skotinum frá Dánjal, Peter fær fatur á returinum, sum hann skorar uppá til 9-17. Rói minkar um munin til 10-17.

41. min. Mladen tekur innkast og roynir seg at skjóta uppá mál, Jens bjargar.

40. min. Sigmundur Dahl verður vístur av vøllinum í 2. min. Sjúrður minkar um munin til 9-16.

39. min. Sjúrður minkar um munin til 8-15. H71 tekur time-out. Peter skorar til 8-16, og Sámal verður vístur út í 2. min.

38. min. Mladen ger eina góða bjarging.

37. min. Jens bjargar skotinum frá Julian. Rúni skorar til 7-15.

36. min. VÍF roynir seg við øllum í álopinum.

35. min. Andrias verður vístur út í 2. min.

34. min. Rúni skorar til 7-14.

33. min. Rói minkar um munin til 7-13.

32. min. Jens ger aftur eina bjarging.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd, tað er H71 ið byrjar við bóltinum. VÍF hevur sett Sjúrð at mansverja Peter. Jónas skorar til 6-13.

Hesir byrja inni:

VÍF: Mladen, Rúni, Andrias, Sámal, Rói, Sjúrður og Filip.

H71: Dánjal, Hans Kári, Jónas, Peter, Pætur og Helgi.

Hálvleikur: Støðan er 6-12 til H71. H71 hevur verið nógv tað betra liðið í fyrra hálvleiki, og hava teir eisini beina kós í steypafinaluna. Álopið hjá VÍF hevur slett ikki koyrt sum tað skal, og hava teir bert fingið 6. mál í fyrra hálvleiki, og tvey av teimum eru komin tveir teir seinastu minuttirnar. Jens í H71 málinum hevur staði sera væl.

Málskjúttar:

VÍF: Filip 3, Áki 2 og Sjúrður 1.

H71: Hilmar Leon 3, Pætur 2, Hans Kári 2, Helgi 2, Peter 2 og Bogi 1.

30. min. Hans Kári skorar til 5-12. Sjúrður lobbar bóltin í H71 netið í seinasta sekundinum til 6-12.

29. min. Rúni ger álopsfeil, og Áki skorar frá egnari hálvu til 5-11. Hilmar Leon verður vístur út í 2. min. Jens fer fótinum á bóltin.

28. min. Jens bjargar aftur hesuferð einum skotið frá Áka. Einki riggar í VÍF álopinum.

27. min. Hans Kári skorar til 4-11.

26. min. Mladen ger aftur eina góða bjarging. Í hinum endanum bjargar Jens eisini.

25. min. Mladen ger eina meistara bjarging, tá ið Bogi fer alt plássið hann vil hava av vinstra vongi.

24. min. Jens stendur væl í H71 málinum. H71 tekur time-out.

22. min. Brotskast til VÍF, og tað skorar Filip uppá til 4-10.

21. min. VÍF kláraði ikki at fáa mál, meðan teir vóru tveir mans fleiri á vøllinum. 

20. min. Bjarti roynir at skrúa bóltin í mál, men hann fer á stongina.

19. min. Pætur verður vístur út í 2. min. Helgi verður vístur út í 2. min. Áki kastar bóltin til H71 verjuna.

18. min. Peter skorar til 3-10.

17. min. VÍF roynir seg við øllum monnum í álopinum. Sotið frá Filip fer fleiri metrar uppum. 

16. min. Áki fer eina sera býtta útvísing. Pæur skorar til 3-9.

14. min. Jens ger eina góða bjarging. Hilmar Leon skorar til 3-8.

13. min. Álopið hjá VÍF koyrir slett ikki, fáa ikki spælt seg ígjøgnum H71 verjuna.

12. min. Bogi skorar uppá skjótálop til 3-7.

11. min. Mladen ger eina góða bjarging. Helgi skorar uppá skjótálop til 3-6.

10. min. Filip minkar um munin til 3-5.

9. min. Áki skorar til 2-4, Vestmenningar eru ikki meira enn komnir aftur, so skorar Peter til 2-5. VÍF tekur time-out.

8. min. Helgi skorar til 1-4, og Bjarti fær gult kort. Ári er nú komin á bonkin aftur.

7. min. Nógvir áskoðarar eru til dystin. Ári er farin í skiftirúmið.

6. min. H71 roynir seg við øllum monnum í álopinum. Hilmar Leon skorar til 1-3, og Sámal fær gult kort.

5. min. Brotskast til VÍF eftir eitt langt álop, og Helgi verður vístur út í 2. min. Filip tekur sær av brotskastinum og minkar um munin til 1-2.

3. min. Ári fer av vøllinum tí hann fær bóltin í andliti, Jens kemur inn.

2. min. Rói fær gult kort. Pætur skorar til 0-1. Hilmar Leon skorar til 0-2.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er VÍF ið byrjar við bóltinum. Ári bjargar fyrsta skotinum frá Filip.

Hesir byrja inni:

VÍF: Mladen, Bjarti, Áki, Julian, Filip, Sjúrður og Rói.

H71: Ári,  Bogi, Peter, Hilmar Leon, Helgi, Hans Kári og Pætur.

VÍF tekur í dag móti H71 í seinni hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum. H71 vann fyrra dystin 29-26. Dysturin byrjar klokkan 15:00, og ber tað til at fylgja honum beinleiðis á jn.fo.

VÍF: Sámal Joensen, John R. Nielsen, Sjúrður Olsen, Agnar Joensen, Rúni Joensen, Áki Egilsnes, Julian Olsen, Jákup Andrias Joensen, Andrias Eriksen, Jón Muller, Uni. H. Petersen, Bjarti Hansen, Mladen Mjerimacka, Høgni Zachariassen, Rói Lamhauge og Filip Jojic.

Bonkur: Ingi Olsen, Hjalmar K. Olsen, Jóngerð Nielsen og J. Djurhuus.

H71: Ári E. Dam, Jens á Skipagøtu, Rúni V. Højgaard, Bogi G. Davidsen, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Peter Krogh, Dánjal Tórgarð, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge. 

Bonkur: Sonne Larsen, Mark Marcher, Petur Sivertsen og Bartal Andreasen.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder