Ítróttur

Beinleiðis: VÍF er Føroyameistari

...

2015-04-11 22:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: VÍF vann 24-23! Sostatt er VÍF Føroyameistari!, samrøður, myndir og filmsbrot verða á jn.fo í kvøld.

60. min. Hans Kári skorar til 23-21. Ingi hevur tikið time-out. Hilmar Leon skorar til 23-22.

58. min. H71 missur bóltin!

57. min. Filip skorar til 22-20. Áki skorar til 23-20!!! VÍF er á meistarakós, rómurin á áskoðarnum vil ongan enda taka!

Myndir og samrøður verða á jn.fo seinni í kvøld.

56. min. H71 tekur time-out. Hallur vinnur H71 eitt brotskast, tað er Mark ið tekur sær av tí. Royni málverjin Eli kemur inn fyri Niklas, men Mark skorar til 21-20!

55. min. Heini fangar bóltin, og VÍF tekur tað róligt fram at vøllinum. 

54. min. Mads rennur verjuna hjá H71 av, og leggur VÍF á odda við tveimum, støðan er 21-19. Jesper fær 2. min.

53. min. So er VÍF aftur á odda, tað er Áki, sum skorar til 20-19. Filip fær 2. min. VÍF eru tveir mans undirmannaðir í løtuni. Hans Kári ger álopsfeil.

52. min. Sigmundur N vinnur H71 eitt brotskast, Mark verður settur at taka, og hann javnar til 19-19.

51. min. Sigmundur D fær eina heldur bíliga útvísing. Filip hevur aftur lagt VÍF á odda!, støðan er nú 19-18. Sámal hjá VÍF fær eisini 2. min.

50. min. Filip hevur aftur lagt VÍF á odda, støðan er nú 18-17. Sigmund N hevur javnað til 18-18!

Myndamaðurin hjá jn.fo er til dystin, so myndir frá dystinum verða á jn.fo seinni í kvøld.

49. min. Bogi hevur javnað fyri H71 til 17-17.

48. min. Ein óvanliga góð bjarging frá Ára í H71 málinum.

47. min. Hans Kári spælur eina sera góðan bólt til Sigmund N, sum skorar til 17-16.

46. min. Gongur sera illa hjá H71 í álopspartinum, teir klára ikki at spæla seg gjøgnum verjuna hjá VÍF, og tá teir klára tað, stendur Niklas fyri.

45. min. So er VÍF aftur á odda!, tað er Julian ið skorar til 16-15. Filip hevur lagt VÍF á odda við tveimum málum, støðan er nú 17-15.

44. min. Niklas tekur skotið frá einum púra leysum Rúna.

42. min. Mark og Hilmar Leon verða mansvardir. Hjá VÍF verður Filip mansvardur. Agnar hevur javnað til 15-15.

40. min. Sigmundur N vinnur H71 eitt brotskast, Mark tekur sær av tí og skorar til 14-15.

39. min. Hanus javnar til 13-13, men Mark skorar aftur beinavegin til 13-14. Samstundis fær hann ein stoyt. Áki vinnur VÍF eitt brotskast, og tað skorar Filip uppá, og nú er aftur javnleikur, støðan er 14-14.

38. min. Filip hevur minkað um munin fyri VÍF, nú er bert eitt mál á muni, og støðan er 12-13. Bonkurin hjá H71 fær gult kort.

37. min. So er aftur tvey mál á muni, Mark spælur Helga púra leysan, sum skorar til 11-13.

36. min. Áki hevur minkað um munin fyri VÍF, støðan er nú 11-12.

35. min. So er H71 tvey mál á odda, aftur er tað Hilmar Leon, sum skorar. Støðan er 10-12.

34. min. So er H71 á odda, tað er Hilmar Leon ið skorar fyri H71, samstundis fær Heini 2. min. Støðan er 10-11. Ári bjargar fer eftir fer!

33. min. Ári er eisini komin sera væl frá byrjan, og tað hevur hann eisini gjørt allan dystin.

31. min. Dysturin er nú farin í gongd aftur. Niklas er komin sera væl frá byrjan.

VÍF: Niklas, Hanus, Filip, Julian, Áki, Andrias og Agnar.

H71: Jesper, Mark, Hilmar Leon, Helgi, Bogi, Hallur og Ári.

Hálvleikur: Verjurnar og málverjarnir hava staðið sera væl, og tí eru bert 20 mál komin í dystinum, støðan er 10-10.

30. min. So er aftur javnleikur, Mark sendur bóltin móti málinum, Tòki bjargar, men finnur ikki útav hvar bólturin fer, so kann Helgi skora fyri H71 til 10-10.

29. min. Heini hevur lagt VÍF á odda, støðan er 10-9.

28. min. So er aftur javnleikur, tað er Hans Kári sum javnar fyri H71, støðan er 9-9. VÍF tekur time-out.

27. min. Heini vinnur VÍF eitt brotskast, Filip tekur sær av tí, og leggur VÍF á odda 9-8.

26. min. Ári hevur tvær sera góðar bjargingar.

25. min. Hallur hevur javnað fyri H71, støðan er 8-8.

24. min. So er VÍF aftur á odda, tað er Andrias ið skorar uppá skjótálop, støðan er nú 8-7.

24. min. H71 tekur time-out.

23. min. So er aftur javnleikur, tað er Filip ið javnar fyri VÍF. Støðan er 7-7.

22. min. Hart spæl til tíðir.

21. min. Tóki hevur tvær sera góðar bjargingar.

20. min. Ári hevur eina framúr bjarging tá hann tekur eitt skot, frá einum púra leysum Áka.

19. min. H71 fær í skjótálop, teir eru 3 móti 1, men gera yvirtrak.

18. min. Hallur hevur lagt H71 á odda, støðan er nú 6-7.

17. min. Vestmenningar eru í sera ónøgdir við at Mark ikki fær 2. min., tá hann fellur Áka. Tað sær út til at Áki hevur sera ilt í hondini.

15. min. Støðan er enn 6-6. 

13. min. So er javnleikur í Vestmanna, tað er Rúni ið skorar til 6-6.

12. min. Sigmundur N. hevur minkað um munin fyri H71, støðan er nú 6-5.

11. min. Sigmdundur D. hevur minkað um munin fyri H71, støðan er 5-4. Julian skorar aftur fyri VÍF, og leggur teir tvey mál á odda, støðan er 6-4.

10. min. Tað eru farnir 6. min. síðani H71 fekk sítt seinasta mál.

9. min. So er tvey mál á muni, tað er Áki ið skorar fyri VÍF, støðan er 5-3.

8. min. Sámal hevur nú lagt VÍF á odda, støðan er 4-3.

7. min. Aftur er tað Julian, sum skorar fyri VÍF, og nú er eisini javnleikur 3-3.

5. min. So minkar Julian aftur um støðuna, støðan er nú 2-3.

4. min. So hevur H71 lagt seg á odda 1-3, tað er Hallur, sum fekk málið.

3. min. Hans Kári hevur lagt H71 á odda 1-2. Ári bjargar tvær ferðir í sama VÍF álopið. 

1. min. Dysturin er nú farin í gongd. Eftir tvær bjargingar frá Tòka, fær H71 brotskast. Mark verður settur at taka, og hann skorar til 0-1. Filip verður mansvardur, og Julian javnar til 1-1.

Hesir byrja inni:

VÍF: Tóki, Andrias, Áki, Heini, Sámal, Filip og Hanus.

H71: Ári, Hans Kári, Bogi, Jesper, Hallur, Mark og Sigmundur D.

Klokkan 18:26: Spælarnir renna nú út á vøllin.

Klokkan 18:23: Spælarnir eru nú farnir av vøllinum. Hjá H71 eru m.a. Tóraldur Kollsker og Pætur Thomsen ikki við.

Klokkan 18:10: Sera nógv fólk er í høllini.

JN.fo er í høllini í Vestmanna og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá seinni og møguliga avgerandi finaluni millum VÍF og H71. Dysturin byrjar klokkan 18:30.


VÍF:
Eli Muller, Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmusen, Agnar Joensen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Tòki Seloy, Mads Eriksen, Hanus Christophersen, Filip Jojic og Sjúrður Nielsen.

Á bonkinum hjá VÍF: Ingi Olsen, Michael Eriksen, Jóngerð Nielsen og Jákup Durhuus.

H71: Ári E. Dam, Hanus Kristiansen, Mark Lausen Marcher, Rúni V. Højgaard, Bogi G. Davidsen, Djóni V. Højgaard, Halgir Dahl Olesen, Hallur Biskopstø, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Jesper Pedersen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen og Tróndur Arge. 

Á bonkinum hjá H71: Petur Mittún, Jens á Skipagøtu, Rene Dahl Olsen og Andras M. Poulsen.

Dómarar eru Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder