Ítróttur

Beinleiðis: StÍF - Kyndil (steypakapping)

...

2016-01-30 23:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: StÍF vann 30-27 á Kyndli. StÍF er víðari og Kyndil er úti.

60. min. Pole tekur time-out. Hørður skorar til 30-27.

59. min. Kyndil skorar til 30-26.

58. min. Kyndil skorar til 30-25.

57. min. Ísak ger eina góða bjarging.

56. min. Brotskast til StÍF, tað tekur Kjartan sær av, og skorar til 30-24.

55. min. Hjalti skorar uppá brotskast, støðan er 29-24.

54. min. Jógvan skorar til 29-23. Julian tekur time-out. Tórður ger eina góða bjarging.

53. min. Kjartan skorar til 28-23.

52. min. Pætur ?? skorar uppá skjótálop, støðan er 27-23. Tórvald brennur ein stóran møguleika. 

51. min. Brotskast til StÍF, og Hjalti verður vístur 2. min. av vøllinum. Kjartan skorar uppá brotskastið, og støðan er 26-23.

50. min. Finnur skorar til 25-23. 

49. min. Pætur skorar enn einafer, støðan er 25-22. Nú skifta Kyndil málverja, Tórður kemur inn fyri Jan Paula.

48. min. Marius skorar uppá skjótálop, støðan er 23-22. Pætur skorar til 24-22. Julian tekur time-out.

46. min. Jan Pauli ger eina sera góða bjarging. Brotskast til StÍF, og Hans Arni verður vístur 2. min. av vøllinum. Kjartan javnar uppá brotskastið.

45. min. So er Kyndil á odda, Høgni skorar til 21-22.

44. min. So er aftur javnleikur, David skorar til 21-21.

43. min. Pætur skorar til 21-20. Kjartan verður vístur 2. min. av vøllinum.

42. min. Finnur javnar til 20-20.

41. min. Josef minkar um munin til 20-19, og Pole tekur time-out. Kjartan og Sveinur verða mansvardir.

40. min. Hjalti skorar uppá brotskast.

39. min. StÍF skorar til 20-17. Borgar verður útvístur í 2. min.

38. min. Hanus skorar til 19-17.

37. min. Kyndil skorar til 19-16.

36. min. Kjartan skorar til 18-15. Pætur ?? skorar til 19-15.

35. min. Hjalti skorar uppá flúgvara, støðan er 17-15.

34. min. Kjartan skorar til 17-14.

33. min. Kjartan skorar uppá brotskast til 16-14.

32. min. Hørður skorar til 15-14, og Sveinur verður vístur 2. min. av vøllinum.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Finnur skorar til 15-13.

Hesir byrja inni:

StÍF: Eli, Pætur, Sveinur, Marius, Kjartan og Pætur.

Kyndil: Jan Pauli, Josef, Hjalti, Finnur, Høgni og Hørður.

Hálvleikur: StÍF 15-12 Kyndil.

Málskjúttar:

StÍF: Pætur 5, Kjartan 5, Sveinur 3 og Borgar 2.

Kyndil: Finnur 5, David 2, Hjalti 2, Hørður 1, Høgni 1 og Josef 1.

30. min. Borgar verður vístur 2. min. av vøllinum. 

29. min. David verður vístur 2. min. av vøllinum. Sveinur skorar til 15-12.

28. min. Kjartan skorar til 14-12. Julian tekur time-out.

27. min. Borgar skorar til 13-12.

26. min. Brotskast til Kyndil, og tað skorar Hjalti uppá, støðan er 12-12.

25. min. So er StÍF á odda, Pætur skorar eitt sera vakurt mál, støðan er 12-11.

24. min. Kyndil mansverja nú Svein.

23. min. Sveinur javnar til 11-11.

22. min. Hørður skorar til 10-11.

21. min. Hesufer bjargar málverjin skotinum hjá Finni.

20. min. Kjartan javnar til 10-10.

19. min. So er javnleikur, Pætur javnar til 9-9. Finnur skorar til 9-10-

18. min. So er aftur eitt mál á muni, Sveinur skorar til 8-9.

17. min. Finnur skorar til 7-9.

16. min. Kjartan minkar um munin til 7-8.

15. min. Josef skorar til 6-8. StÍF tekur time-out.

14. min. Kyndil skorar til 6-7.

13. min. Finnur skorar til 5-6. Borgar javnar til 6-6.

12. min. David verður mansvardur. Brotskast til StÍF, og Josef fær eitt gult kort. Kjartan tekur sær av tí, og javnar til 5-5.

11. min. Ísak ger aftur eina góða bjarging. Hans Arni fær eitt gult kort.

10. min. Pætur minkar um munin til 4-5.

9. min. David skorar til 3-5.

8. min. David skorar til 3-4.

7. min. Jan Pauli ger eina góða bjarging.

6. min. Pætur skorar til 3-2. Finnur skorar til 3-3.

5. min. Brotskast til Kyndil, og Kjartan fær gult kort. Hjalti skorar uppá brotskastil, og støðan er 2-2.

4. min. Ísak ger eina góða bjarging.

3. min. Kjartan skorar til 2-1.

2. min. Høgni javnar til 1-1.

1. min. So er dysturin farin í gongd. Pætur skorar til 1-0.

Hesir byrja inni:

StÍF: Ísak, Fríði, Sveinur, Pætur, Kjartan, Jógvan og Borgar.

Kyndil: Jan Pauli, Høgni, Hjalti, Finnur, Josef, Hørður og Hans Arni.

StÍF tekur í kvøld móti Kyndli í Coca-Cola steypakappingini, tað ber til at fylgja beinleiðis við á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Les eisini: Danny hevur skift til StÍF.

StÍF: Ísak Olsen,Fríði R. Djurhuus, Tummas Simonsen, Pætur ??. Joensen, David Jacobsen, PæturJohansen, Teitur Nielsen, Sveinur Justinussen, Kjartan Johansen, Rani Funn, EliGærdum, Borgar M. Person, Jógvan G. Joensen, Marius Joensen og EyðbjørnEiriksson.

Bonkur: Pole J.Hansen, Levi Nybo og Niels Rósing Hansen.

Kyndil: Hans ArniB. Thomsen, Josef Abrahamsen, Tórvald Abrahamsen, Høgni Klein Olsen, DavidEdvardsen, Jan Pauli Toft Johannesen, Tórður S. Guttesen, Finnur Hansson, JóniG. Viderø, Bjarni Sørensen, ??lavur av Fløtum Reginson, Hjalt Mohr Jacobsen,Hørður Fannar Sigtórsson og Hanus H. Johansen.

Bonkur: Julian J.Johansen, Leif Kristoffersen, Kristian Martin Joensen og Dávur Clementsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder