Ítróttur

Beinleiðis: StÍF - KÍF (KÍF vann við 7 málum)

...

2017-03-05 16:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: KÍF vann dystin 21-28 eftir, at StÍF var á odda 13-12 í hálvleikinum. SÍ myndir HER:

Málskjúttar: 

StÍF: Sveinur 11, Kjartan 4, Jógvan 3, Borgar 2 og Fríði 1.

KÍF:  Rúni 6, Fríði 6, Andrias 4, Hans Eli 4, Frederik 3, Teitur 2, Tony 1 og Jákup 1.

Rás2: ?? Havn vann Kyndil 26-21 á Neistanum.

60. min. Borgar verður vístur 2. min. av vøllinum. Fríði skorar til 21-28.

59. min. Hans Eli verður dómdur fyri fet.

58. min. So var Tony eisini vístur út í 2. min. Jógvan minkar um munin til 21-26. Fríði skorar til 21-27.

57. min. Hans Eli verður vístur út í 2. min. Emil ger aftur eina sera góða bjarging.

56. min. Andrias skorar til 19-26. Borgar skorar til 20-26.

55. min. Eli bjargar skotinum frá Rúna. Sveinur minkar um munin til 19-25.

54. min. Sveinur lobbar bóltin uppum Emil til 18-25.

53. min. Kjartan minkar um munin til 17-24. Fríði skorar til 17-25.

52. min. Tony á stong út.

51. min. Emil bjargar skotinum frá Jógvan. Fríði skorar til 16-24. Støðan í seinna hálvleiki er 3-12 til KÍF.

50. min. Skotið frá Kjartan fer á stongina og út. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar til 16-23.

49. min. Rùni skorar uppá skjótálop til 16-22.

Rás2: Í Havn eru 50. min. farnir og er støðan 22-15 til Kyndil.

48. min. Carsten bjargar skotinum frá Ása. Jógvan sleppir púra fríður av høgra vongi, skotið frá honum fer uppum.

47. min. Sveinur minkar um munin til 16-21, hetta er 3 málið hjá StÍF í seinna hálvleiki. Hans Eli og Andrias verða mansvardir. KÍF tekur time-out.

46. min. Emil hevur lukka av, Kjartan fær ein 100% møguleika og aftur bjargar Emil, KÍF gera skjótt av, og Frederik skorar til 15-21.

45. min. Teitur skorar til 15-20.

44. min. Fríði fær ein stóran møguleika, og aftur bjargar Emil.

43. min. Sveinur minkar um munin til 15-19.

42. min. Fríði (KÍF) verður dómdur fyri fet. Teitur verður vístur 2. min. av vøllinum.

Rás2: Í Havn eru nú 40. min farnir og er støðan 17-13 til Kyndil móti Neistanum.

41. min. Fríði skorar til 14-19. StÍF tekur time-out.

40. min. Carsten er nú í StÍF málinum aftur. Lobbarin frá Kjartan fer á stongina og út.

39. min. Sveinur skorar til 14-17. Hans Eli skorar til 14-18.

38. min. Rúni skorar til 13-17. StÍF hevur enn ikki skora í seinna hálvleiki.

36. min. Hans Eli sendur ein flúgvara til Rúna, men hann fær ikki fatur á bóltinum.

35. min. So er KÍF aftur á odda við tveimum, Rúni skorar til 13-15. Frederik skorar uppá skjótálop til 13-16.

33. min. Andrias skorar til 13-14. Ein framúr bjarging frá Emil, KÍF fer í skjótálop, har brennur Tony.

32. min. Andrias brennur ein 100% møguleika.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar við bóltinum. Kjartan verður vístur út í 2. min. Fríði javnar fyri KÍF til 13-13.

Hesir byrja inni:

StÍF: Eli, Fríði, Pætur Johansen, Borgar, Kjartan, Sveinur og Jógvan.

KÍF: Emil, Rúni, Fríði, Tony, Andrias og Hans Eli.

Rás2: Hálvleikur er nú í Havn, støðan er 14-9 til Kyndil móti Neistanum.

Hálvleikur: StÍF er á odda 13-12.

Málskjúttar:

StÍF: Sveinur 6, Kjartan 3, Jógvan 2, Fríði 1 og Borgar 1.

KÍF: Hans Eli 3, Rúni 3, Andrias 2, Tony 1, Teitur 1, Jákup 1 og Frederik 1.

30. min. Kjartan fær ein 100% møguleika, Emil bjargar. 35 sek eftir og KÍF í álopið. Hans Eli á stongina. Ási fær 2. min. og 3 sek eru eftir. Borgar spælir til Kjartan, sum skorar til 13-12.

28. min. Jákup javnar til 12-12. Fríði (kif) fær gult kort. Emil bjargar skotinum frá Pæturi Johansen.

27. min. Tony javnar til 11-11. Sveinur skorar til 12-11.

26. min. Fríði leggur StÍF á odda 11-10.

25. min. Jógvan skorar til 10-9. Hans Eli javnar til 10-10.

Rás2: Kyndil er á odda 11-6 móti Neistanum.

24. min. Brotskast til KÍF, og Borgar fær gult kort, Rùni tekur sær av brotskastinum og javnar til 9-9. Sveinur verður dómdur fyri fet.

23. min. Emil heldur at dómarnir døma mál, hann kastar so bóltin fram á miðuna, og rakar Tony, dómarnir dømdu yvirtrak, og floytaðu so bóltin aftur til KÍF, og tað var bonkurin hjá StÍF ikki nøgdur við.

22. min. So er StÍF á odda, Kjartan skorar til 9-8. Tað hevur ikki verið gott hondbóltspæl seinastu minuttirnar.

21. min. Emil ger eina framúr bjarging. 

Í Havn er Kyndil á odda 6-4 móti Neistanum, Rás2 sigur frá tí dystinum.

20. min. Bonkurin hjá KÍF fær gult kort. KÍF tekur time-out.

19. min. Kjartan javnar til 8-8 uppá skjótálop.

18. min. Pætur Johansen er nær við at javna, skotið hjá honum fer á stongina og út.

17. min. Sveinur minkar um munin til 7-8.

16. min. So eru tvey mál á muni fyri fyrstuferð, Hans Eli skorar til 6-8. Teitur brennur ein 100% møguleika.

15. min. Teitur skorar til 6-7. Frederik roynir at senda langan bólt fram til Fríða, men bólturin fer ov langt.

14. min. Borgar ger álopsfeil. Jógvan javnar til 6-6.

13. min. StÍF tekur time-out.

11. min. StÍF ger skjótt av, og tað endar við at Fríði roynir seg av vinstra vongi, Emil bjargar.

10. min. Hans Eli fær ein 100% møguleika, men Carsten bjargar. Carsten blakar bóltin aftur til KÍF spælarnar, og Teitur skorar til 5-6. Bæði Sveinur og Tony fáa ilt, báðir halta eitt sindur, Tony spælir víðari, og Sveinur fer av vølllinum.

9. min. Brotskast til StÍF, og Rúni verður vístur út í 2. min. fyri aðruferð. Sveinur tekur sær av tí, og skorar 5-5.

8. min. Kjartan fær gult kort og brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar til 4-5. Emil bjargar, og KÍF fer í skjótálop, Carten bjargar.

7. min. Brotskast til StÍF, og Sveinur tekur sær av tí, hann javnar til 4-4.

6. min. Hans Eli skorar til 3-4.

5. min. Brotskast til StÍF, og Rúni verður vístur av vøllinum í 2. min. Sveinur tekur sær av brotskastinum, og skorar til 3-2. Andrias javnar til 3-3.

4. min. Carsten sendur Fríði í skjótálop, men hann fær ikki fatur á bóltinum. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og javnar til 2-2.

3. min. Sveinur skorar til 1-0, og Andrias fær gult kort. Andrias javnar til 1-1. Borgar skorar til 2-1.

2. min. Carsten bjargar skotinum frá Hans Eli.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er StÍF ið byrjar við bóltinum. Pætur Joensen fær gult kort.

Hesir byrja inni:

StÍF: Carsten, Fríði, Sveinur, Pætur Joensen, Kjartan, Jógvan og Borgar.

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Tony, Rúni, Hans Eli og Fríði

StÍF tekur klokkan 16:00 móti KÍF, tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

StÍF: Carsten Bang, Eli Gærdum, Fríði Djurhuus, Eyðbjørn Eiriksson, Sveinur Justinussen, Pætur Joensen, Pætur Johansen, Karl Martin Johansen, Kjartan Johansen, Rúni Niclassen, Jógvan Gregersen, Allan Norðberg, Djóni Petersen, Borgar Persson og Marius Joensen.

Bonkur: Tomasz Zilberberg, Rósing Hansen, Jónfinn Rasmussen og Jóhannes Olsen.

KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Jann Dávur Dam, Andrias Nielsen, Karstin D. Í Húsinum, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Hjalti M. Matras, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder