Ítróttur

Beinleiðis: Neistin - VÍF

...

2015-11-05 02:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: VÍF vann 27-24 á Neistanum. Vit fingu ein javnan dyst, har liðini av og á høvdu tað torført at spæla seg ígjøgnum verjurnar. Tí var koyrt nógv uppá skjótálop. VÍF var rætti vinnarin.

Toppskjúttar vóru: Tommy fyri Neistan við 7 málum. Fyri VÍF vóru tað Áki og Nuunu ið fingu hvør síni 8 mál.

60. min. VÍF tekur time-out. Danny skorar til 24-27.

59. min. Niklas aftur við bjarging.

58. min. Niklas við tveimum bjargingum.

57. min. Brotskast til Neistan, og Áki verður vístur 2. min. av vøllinum. Rói tekur sær av brotskastinum, og skorar til 24-25. Danny við einum kannónskotið til 24-26.

Sí myndir frá dystinum her.

56. min. So eru tvey mál á muni á Hálsi, Rói skorar til 23-25.

55. min. Áki verður mansvardur.

54. min. Julian brennur ein 100% møguleika uppá skjótálop. So eru aftur trý mál á muni, Sjúrður minkar um munin til 22-25.

53. min. Nicholas við góðari bjarging.

52. min. Terji verður vístur 2. min. av vøllinum. Ingi tekur time-out. Julian skorar til 21-25.

51. min. Terji minkar um munin fyri Neistan, støðan er 21-24.

50. min. Áki við einum sera flottum máli, støðan er 20-24.

Sí myndir frá dystinum her.

49. min. So eru fýra mál á muni, Danny skorar til 19-23. So minkar Tommy aftur um munin, støðan er 20-23.

47. min. So eru aftur tvey mál á muni, Tommy skorar til 19-21. Áki leggur VÍF á odda við trimum málum aftur, støðan er 19-22.

Sí myndir frá kvinnudystinum millum Neistan og VÍF her.

46. min. Danny gevur VÍF luft aftur, og skorar til 18-21.

45. min. Niklas við góðari bjarging. VÍF missur bóltin í uppspælinum, Rói skorar til 18-20.

44. min. Nuunu verður aftur spældir fríður á strikuni, men brennur. Rói skorar til 17-20 uppá skjótálop.

Sí myndir frá dystinum her.

43. min. Niklas við góðari bjarging. Danny finnur Nuunu á strikuni, sum skorar til 16-20.

42. min. Danny skorar fyri VÍF, støðan er nú 15-19. Beinur minkar um munin til 16-19.

41. min. Filip skorar til 14-18. Áki verður vístur 2. min. av vøllinum. Teis minkar um munin til 15-18.

Sí myndir frá kvinnudystinum millum Neistan og VÍF her.

39. min. Neistin hevur havt tað sera torført at spælt seg ígjøgnum verjuna hjá VÍF seinastu álopini.

Sí myndir frá dystinum her.

37. min. Hanus brennur uppá skjótálop.

36. min. Nuunu skorar til 13-16. Tommy skorar til 14-16. Nuunu skorar til 14-17.

35. min. Brotskast til Neistan, Rói verður settur at taka, og hann skorar til 13-15.

34. min. Nuunu fangar ein retur bólt frá Áka, og skorar til 12-15. 

33. min. Áki skorar til 11-14. Brotskast til Neistan, Teis verður settur at taka, og hann skorar til 12-14.

32. min. So eru tvey mál á muni á Hálsi, John skorar til 11-13.

31. min. So er dysturin farin í gongd aftur.

Hesir byrja inni:

Neistin: Nicholas, John, Andras, Beinur, Tommy, Rói og Teis.

VÍF: Niklas, Hanus, Filip, Julian, Áki, Danny og Nuunu.

Hálvleikur: Vit hava tvey jøvn lið á vøllinum. Neistin byrjaði dystin betri og kom á odda 3-0. VÍF fekk sítt fyrsta mál í 9. min, og skoraðu teir tá til 3-1, tá gekk skjótt hjá teimum. Tá 15. min. vóru leiktir var støðan 3-8 til VÍF, síðani hava liðið fylgst væl, og fekk Neistin minka munin niður í trý mál beint áðrenn hálvleik, støðan er 10-13.

Sí myndir frá kvinnudystinum millum Neistan og VÍF her.

30. min. Beinur skorar fyri Neistan, nú er støðan 9-13. So eru trý mál á muni, Tommy skorar til 10-13.

28. min. John minkar um munin til 8-13. Nicholas við einari bjarging.

27. min. Niklas stendur væl í VÍF málinum. VÍF tekur time-out.

25. min. Neistin tekur time-out. Filip skorar til 6-13. Brotskast til Neistan, tak tekur Teis sær av og skorar til 7-13.

Sí myndir frá kvinnudystinum millum Neistan og VÍF her.

24. min. Áki skorar eitt frekt mál, og nú er støðan 6-12.

23. min. Tommy minkar um munin til 6-10. Nuunu skorar aftur fyri VÍF, støðan er 6-11.

22. min. So eru aftur fimm mál á muni, Hanus skorar til 5-10.

21. min. Hjalti verður vístur 2. min. av vøllinum.

20. min. Nuunu skorar fyri VÍF, sum nú er á odda 4-9. Tommy minkar um munin til 5-9.

Sí myndir frá kvinnudystinum millum Neistan og VÍF her.

17. min. Hanus brennur ein 100% møguleika.

16. min. Sjúrður minkar um munin til 4-8.

15. min. Neistin tekur time-out. Nuunu skorar til 3-7. So eru fimm mál á muni, Hanus skorar til 3-8.

14. min. Nicholas við einari ótrúliga góðari bjarging.

13. min. Frammúr góð bjarging av Niklas. Andras fær 2. min. Nú er VÍF á odda við trý málum, Nuunu skorar til 3-6.

12. min. Brotskast til VÍF, tað tekur Áki sær av, og skorar til 3-5.

11. min. Áki leggur VÍF á odda 3-4.

10. min. So er javnleikur, tað er Áki ið javnar til 3-3.

9. min. Áki setur hol á fyri VÍF, støðan er 3-1. Danny fangar ein bólt og fer í skjótálop, hann minkar um munin til 3-2.

7. min. VÍF hevur enn einki mál fingið, sjálvt um teir hava havt kjansir til tað.

4. min. Og so er Neistin á odda 3-0, Tommy skorar.

3. min. Brotskast til VÍF, Filip verður settur at taka, men Neistamálverjin bjargar. Beinur skorar til 2-0.

2. min. Andras skorar fyri Neistan, og eru teir á odda 1-0.

Klokkan: 20:19: 1. min. Dysturin er nú farin í gongd.

Hesir byrja inni:

Neistin: Nicholas, Rói, Tommy, Teis, Hjalti, Andras og Beinur.

VÍF: Niklas, Julian, Áki, Nuunu, Danny, Filip og Hanus.

Klokkan: 20:14: Klokkan riggar ikki sum hon skal, so dysturin er ikki farin í gongd enn.

Klokkan: 20:02: Spælarnir hita upp enn, so dysturin byrjar eitt sindur yvir klokkan 20.

Neistin tekur í kvøld móti VÍF í FTZ-deildini, dysturin byrjar klokkan 20:00.

Neistin: Nicholas Satchwell, Bjørn M. Mohr, John í Innistovu, Jón Ludvig, Rasmus Muller, Andras Joensen, Tommy Fletcher, Rói B. Hansen, Sjúrður Thomassen, Herbjørn Lava, Pætur Mikkjalsson, Hjalti í Jákupsstovu, Beinur Davidsen, Terji Mørk, Jugoslav Djumic og Teis Horn.

VÍF: Niklas Simonsen, Tóki Seloy, Jóhan í Garðastovu, Sjúrður Olsen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Rúni Joensen, Jón Muller, Nuunu L. Olsen, Høgni W. Høgnesen, Filip Jojic og Danny Brandt.

Dómarar: Hannis og Uni Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder