Ítróttur

Beinleiðis: Neistin - VÍF

...

2015-01-25 23:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

JN.fo er í høllini á Hálsi í Havn, og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Myndir frá dystinum og samrøður koma út seinni í kvøld.

Liðugt: 28-27.

60. min. Liljan skorar uppá brotskasti. Støðan er 27-26. Bára skorar til 28-26. Rakul minkar um munin til 28-27.

59. min. Birita W. skorar, men dømt verður yvirtrak. Agnas vinnur VÍF eitt brotskast.

58. min. Agnas ger álopsfeil. Viviann bjargar skot frá Lilju. Bára ger álopsfeil.

57. min. Gerster tekur time-out.

56. min. Gerster rópar R??LIGT, R??LIGT!

55. min. Milica skorar til 27-24. Liljan skorar uppá straffi, og Nico fær 2. min.

54. min. Nico púra frí, men Viviann bjargar. Agnas ígjøgnum verjuna hjá Neistanum og skorar til 26-24.

53. min. Agnas minkar um munin til 25-22. Nico vinnur straffi, Elin fær 2. min, Gerster fær gult kort, og Milica skorar uppá brotskasti, støðan er 26-22. Liljan minkar um munin til 26-23.

52. min. Bára leggur Neistan á odda 25-21.

50. min. Liljan minkar munin niður í trý, støðan er 24-21. Neistin hevur tikið time-out.

49. min. Viviann bjargar skoti frá Milicu.

48. min. Tóra minkar um munin til 24-20.

47. min. Beinta minkar um munin til 24-19.

46. min. VÍF mansverja Milicu. Bára skorar til 24-18.

45. min. Nico skorar til 23-18.

44. min. Agnas minkar um munin til 22-18.

43. min. Neistin mansverja Adinu. 

41. min. Liljan skorar til 22-17.

40. min. Bára hevur lagt Neistan á odda við 6 málum, støðan er 22-16.

39. min. Nico skorar og leggur Neistan á odda 21-16.

38. min. Rakul minkar um munin til 20-16.

37. min. Birita J. skorar uppá skjótálop.

36. min. Milica skorar uppá brotskast, støðan er 19-15.

35. min. Birita W. á stongina og út. Fríða hevur eina stórbjarging. 

33. min. Adina skorar til 18-15, og Milica fær 2. min. 

32. min. Tóra skorar til 18-14.

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur. Liljan og Birita W. skora hvør sítt, so støðan er 18-13.

Hálvleikur: Neistin 17-12 VÍF.

30. min. Tóra skorar til 16-12, og Milica skorar akkurát tá tíðin fer.

29. min. Eilin er púra frí móti Fríðu, men brennur. Milica skorar til 16-11, og Adina fær 2. min.

27. min. Milica skorar uppá brotskast, støðan er 15-11.

26. min. Adina hevur minka munin niður í trý mál, støðan er 14-11.

25. min. Rakul vinnur VÍF brotskast, Lilja fær 2. min og Liljan D. skorar uppá brotskasti. Tóra minkar um munin til 14-10.

24. min. Birita W. skorar til 14-8.

23. min. Viviann byrjar at taka bóltar nú.

22. min. Bára skorar til 13-8.

21. min. Birita J. brennur ein 100% kjans.

20. min. Adina minkar um munin til 12-8. Les meira um Adinu her. Neistin tekur time-out.

18. min. Birita W. skorar til 12-6. Birita fellur Adinu, og fær 2. min. Adina skorar til 12-7.

17. min. Adina skorar frá spískum, støðan er 11-6.

16. min. Nico skorar til 11-5.

15. min. Milica skorar fyri Neistan. Liljan skorar uppá brotskast, støðan er 10-5.

14. min. Adina og Milica fáa eitt mál í part.

13. min. Adina hevur fingið sítt fyrsta mál í VÍF-troyggjuni, støðan er 8-3.

11. min. Beinta minkar um munin til 7-2. Nico skorar til 8-2. Fríða tekur ein 100% kjans frá VÍF.

9. min. Birita W. skorar til 7-0. Agnas fær fyrsta málið fyri VÍF, støðan er 7-1.

8. min. Kvinnurnar hjá VÍF, eru slett ikki klárar.

7. min. Liljan hevur lagt Neistan á odda 6-0.

6. min. Bára skorar til 5-0.

5. min. Birita J. til 3-0. Nico skorar til 4-0. VÍF tekur time-out.

4. min. Milica hevur lagt Neistan á odda 2-0.

3. min. Birita W. hevur lagt Neistan á odda 1-0.

1. min. Dysturin er nú í gongd. 

Les eisini: 

Adina er við.

Upptaktina til dystin her.

Liðini í dag:

Neistin: Fríða Petersen, Súsanna Nólsoy, Lilja Mohr, Birita Jackobsen, Marjun Danberg, Bára Hansen, Milica Rankovic, Birita Wardum, Helenda Dam, Elisabet Vang, Ása Cristianusen, Selma Dahl, Nicoleta Hansen og Jacklin Djurhuus

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy, Agnas Olsen, Ronja Johannesen, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Rakul Joensen, Randi Virgarsdóttir, Adina Chadiorca, Annika Patti og Eilin Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder