Ítróttur

Beinleiðis: Neistin - StÍF (Neistin vann)

...

2017-02-08 19:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Neistin vann 28-24 á StÍF.
Málskjúttar:
Neistin: Rói 10, Teis 5, Herbjørn 3, Torstein 3, Teitur 2, Torkil 2, Rune 1 og Frank 1.
StÍF: Sveinur 7, Kjartan 6, Borgar 4, Allan 3, Fríði 1, Pætur 1, Jónfinn 1 og Pætur 1.

60. min. Torstein skorar til 28-24. Sjúrður verður vístur 2. min út. Dómarnir tosað líka saman, og Sjúrður fær reytt kort. Brotskast til StÍF. Kjartan tekur sær av tí, og Nicholas í Neistamálinum bjargar!

59. min. Levi bjargar skotinum frá Torkil, Rói fær bóltin og hann brennur, men dómt verður brotskast. Ró skorar sítt 10. mál til 27-24. Nicholas bjargar, og allur Neista bonkurin stendur uppi og fegnast.

58. min. StÍF kemur time-out. Drál verður dómt móti StÍF. 

57. min. Levi bjargar skotinum frá Torkil, Neistin fær bóltin aftur. Rúni rakar á stongina, og Torstein fær fatur á retuinum, sum hann skorar uppá til 26-24.

56. min. Torkil skorar til 25-24. Nicholas bjargar skotinum frá Pæturi Johansen.

55. min. Neistin tekur time-out. Sveinur skorar frá egnari hálvu til 24-24.

54. min. Torkil skorar til 24-23. Levi kemur nú í StÍF málið.

53. min. Borgar javnar til 23-23.

52. min. Carsten bjargar skotinum frá Torstein. Sveinur minkar um munin til 23-22.

50. min. Brotskast til Neistan. Bonkurin hjá StÍF fær gult kort. Rói tekur sær av brotskastinum, støðan er 23-21, og tað var hansara 9. mál. Kjartan rakar á stongina heilt uppvið trýkantin og út.

49. min. Frank verður vístur út í 2. min. Sveinur skorar til 22-21.

48. min. StÍF tekur time-out. Borgar minkar um munin til eitt mál, støðan er 21-20. Teitur skorar til 22-20.

47. min. Sveinur skorar til 21-19.

46. min. Borgar minkar um munin til 20-18. Rune skorar til 21-18.

45. min. Teis skorar til 20-17.

44. min. Nicholas bjargar skotinum frá Allan, StÍF fær bóltin aftur, og Kjartan skorar til 19-17.

43. min. Pætur Johansen minkar um munin til 19-16. Neistin tekur time-out.

42. min. Tað verðir dómt drál móti neistanum, og Frank verður vístur 2. min út tá ið kastar bóltin móti málinum eftir at dómarnir hava dómt drál.

41. min. Pætur Johansen fer bóltin í málið, men málið verður ikki viðurkent tí hann verður dómdur fyri yvirtrak.

40. min. Carsten bjargar, og bólturin fer út til Svein, sum kastar frá egnari hálvu í tóma Neista málið til 19-15.

39. min. Frank skorar til 19-14.

38. min. Kjartan minkar um munin til 18-14. Nicholas bjargar skotinum frá Pæturi Johansen.

37. min. Brotskast til Neistan, Rói tekur sær av tí, og skorar til 18-13.

36. min. Nicholas ger eina meistarabjarging, tá ið hann bjargar skotinum frá Borgar, sum er púra fríður á strikuni.

35. min. Rói skorar uppá skjótálop til 17-13, og tað var hansara 7. mál.

34. min. Nicholas bjargar skotinum frá Kjartani. Herbjørn skorar aftur, støðan er nú 16-13.

32. min. Rói er á veg í skjótálop, men hann missur tamarhaldi á bóltinum. Allan minkar um munin til 15-13.

31. min. So er seinni hálvleikur settur ígongd, tað er Neistin ið byrjar við bóltinum. Herbjørn skorar til 15-12.
Hesir byrja inni:
Neistin: Nicholas, Torstein, Frank, Teis, Rói, Teitur og Herbjørn.
StÍF: Carsten, Fríði, Sveinur, Borgar, Marius, Allan og Pætur Johansen.

Í hinari hálvfinaluni spæla H71 og VÍF, sí tann dystin beinleiðis her.

Hálvleikur: Støðan er 14-12 til Neistan.
Málskjúttar:
Neistin: Rói 6, Teis 4, Teitur 2, Herbjørn 1 og Torstein 1.
StÍF: Kjartan 4, Sveinur 2, Allan 2, Fríði 1, Jónfinn 1, Pætur Johansen 1 og Borgar 1.

30. min. Carsten bjargar skotinum frá Teis. Pætur Johansen minkar um munin til 14-12. Sveinur er á veg í skjótálop, men tíðin fer.

29. min. Sveinur roynir seg frá egnari hálvu, og Nicholas klárar akkurát at fáa ringrarnar á.

28. min. Teis skorar til 13-11. Teis skorar aftur, hesuferð uppá skjótálop til 14-11.

27. min. Rune fær ein 100% møguleika, men skotið frá honum fer nógvur metrar uppum. Sveinur minkar um munin til 12-11.

26. min. Nicholas ger eina góða bjarging. Teitur skorar til 12-10.

Eyðun hevur fingið sær ein ísposa um fótin.

25. min. Jónfinn verður vístur út í 2. min. Teis skorar til 11-10.

24. min. Fríði skorar fyri StÍF, sum nú er á odda 9-10. Teis javnar til 10-10.

23. min. Levi bjargar skotinum frá Torstein.

Eyðun fer av vøllinum, og Hannis kemur inn at døma fyri hann.

22. min. Nicholas ger eina góða bjarging. StÍF tekur time-out. Kjartan javnar til 9-9.

21. min. Sveinur kastar bóltin útav síðulinjuni.

20. min. Allan skorar til 9-8.

19. min. Jónfinn minkar um munin til 8-7. Herbjørn verður vístur út í 2. min. Teitur økir um munin fyri Neistan til 9-7.

18. min. Torstein á stong út, Allan royndir seg frá egnari hálvu, men Teis loftar bóltinum. Herbjørn skorar til 8-6. Fríði fær gult kort.

17. min. Neistin tekur time-out. Neistin royndir seg við øllum spælarnum í álopinum.

15. min. Brotskast til Neistan, Rói tekur sær av tí, og skorar sítt 6. mál, støðan er 7-6.

14. min. Fríði brennur ein 100% møguleika.

13. min. Brotskast til StÍF, Kjartan tekur sær av tí, og skorar til 6-6.

12. min. Herbjørn fær gult kort.

11. min. Herbjørn skorar, men tað verður dómt brotskast, Rói tekur sær av tí, hann skorar ikki í fyrsta atløgu, men fær fatur á bóltinum aftur og skorar til 6-4, tað var hansara 5. mál. Borgar minkar um munin til 6-5.

9. min. Rói skorar uppá skjótálop til 5-4. Kjartan ger álopsfeil.

8. min. Brotskast til Neistan, Rói tekur sær av tí, og skorar til 4-4. Sveinur fær gult kort.

7. min. Pætur Joensen ger álopsfeil. Rói skorar, men málið verður ikki viðurkent, og Neistin fær eitt fríkast. 

6. min. Pætur Joensen fær gult kort. Rói fær gult kort.

5. min. Torstein javnar til 3-3. Allan skorar til 3-4. 

4. min. Kjartan skorar til 2-3.

2. min. Sveinur skorar til 1-2. Rói ger aftur skjótt av og javnar til 2-2. Teis fær gult kort.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er StÍF ið byrjar við bóltinum. Kjartan skorar til 0-1. Rói javnar til 1-1.

Hesir byrja inni: 
Neistin: Nicholas, Torkil, Herbjørn, Frank, Teis, Rói og Torstein.
StÍF: Carten, Allan, Kjartan, Pætur, Sveinur, Pætur og Borgar.

Neistin tekur í kvøld móti StÍF í hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum, dysturin byrjar klokkan 20:00, og tað ber til at fylgja beinleiðis við á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Í hinari hálvfinaluni spæla H71 og VÍF, sí tann dystin beinleiðis her.

Neistin: Eliesar Rubeksen, Nicholas Satchwell, Teitur Magnuson, Karl Martin Olsen, Pætur Mikkjalsson, Rune Olsen, Rói Berg Hansen, Sjúrður Thomassen, Herbjørn Lava, Torstein Balle, Hjalti í Jákupstovu, Jónsvein Dulavík, Terji Mørk, Torkil Henze, Frank Askildsen og Teis Rasmussen.

Bonkur: Scott Harrington, Ári Rouch, Andras Joensen og Rasmus Muller.

StÍF: Carsten Bang, Fríði Djurhuus, Allan Norðberg, Pætur Joensen, Jónfinn Rasmussen, Pætur Johansen, Teitur Nilssen, Sveinur Justinussen, Kjartan Johansen, Tummas Simonsen, Sámal Weihe, Borgar Person, Jógvan Gregersen, Eyðbjørn Eiriksson, Levi Nybo og Marius Joensen.

Bonkur: Tomasz Zilberberg, Rósing Hansen, Dávid Jacobsen og Jóhannes Olsen.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder