JN

Beinleiðis: Neistin - Kyndil

...

2016-04-23 13:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Neistin er FM-vinnari! Neistin vann 13-12 á Kyndli.

Málskjúttar:

Neistin: Marjun 4, Nico 2, Brynja 2, Jacklin 1, Eir 1, Birita 1 og Lilja 1.

Kyndil: Bára 2, Gurdun 2, Anna 2, Marianna 2, Anja 1, Bjarta 1 og Turið 1.

60. min. Gudrun skorar til 12-12. Brynja skorar til 13-12.

59. min. Kyndil tekur time-out. Kyndil fær 2. min. fyri eina skeiva útskifting. Neistin tekur time-out.

58. min. Marjun verður mansvard. Marjun skorar til 12-11! 

57. min. Bonkurin hjá Neistanum fær gult kort. Fríða bjargar skotinum frá Báru.

56. min. Birita ger álopsfeil. Brotskast til Kyndil, Ásleyg verður sett at taka, men hon rakar heldur ikki málið.

55. min. Maja bjargar. Bjarta javnar til 11-11.

54. min. Nico skrorar til 11-10.

53. min. Fríða bjargar skotinum frá Marionnu, Marianna fær fatur á returinum, men rakar ikki málið í seinnu royndini.

51. min. Brotskast til Kyndil, og Brynja verður víst av vøllinum í 2. min. Turið tekur sær av brotskastinum, men rakar ikki málið. Eir ger fet.

50. min. Neistin blakar bóltin útav síðulinjuni. Anna ger álopsfeil, Fríða ger skjótt av, og blakar frá egnum málið - Marianna nertur bóltin í egnum felti, og dómt verður fyro brotskastið til Neistan. Jacklin skorar uppá tað.

49. min. Anja skorar til 9-10.

48. min. Marianna rakar bæði á yvirleggjarin og stongina, men bólturin vil ikki inn. Maja ger eina góða bjarging. Anna skorar til 9-9, hon er í málmansblusini. Neistin ger skjótt av, og skjóta frá miðjuni, bólturin rakar á stongina og út.

47. min. Kyndil tekur time-out.

46. min. So er Neistin á odda, Brynja skorar til 9-8.

45. min. Marianna ger álopsfeil. Gurdun verður víst av vøllinum í 2. min. Marjun ger álopsfeil.

44. min. Eir brennur ein 100% møguleika.

43. min. Eitt sera flott mál frá Nico! støðan er 8-8. Fríða ger eina sera góða bjarging.

42. min. Turið skorar til 7-8. 

41. min. Marjun javnar til 7-7.

39. min. Marjun rakar á stongina, Nico fær fatur á bóltinum og prøvar seg á veinginum, men Maja bjargar.

37. min. Bjarta fær gult kort. Brotskast til Neistan, og Marianna verður víst av vøllinum í 2. min. Marjun tekur sær av brotskastinum, men Maja ger eina meistara bjarging.

36. min. So er Kyndil á odda, Marianna skorar til 6-7.

35. min. So er aftur javnleikur, Gurdun javnar til 6-6.

32. min. Sær út til, at Neistin bara prøvaði at spæla við 7 spælarum í álopinum í eitt álop. Marjun verður mansvard.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. Neistin byrjar við bóltinum. Bæði Neistin og Kyndil prøva nú at spæla við 7 útispælarum, tá ið álopið er á skránni.

Neistin: Lilja, Eir, Birita, Jacklin, Nico, Brynja og Marjun

Kyndil: Maja, Turið, Bjarta, Marianna, Gudrun, Anna og Ásleyg.

Hálvleikur: Kyndil byrjaði dystin betri, og komu á odda 1-3, men so kom Neistin aftur og hálvleiksstøðan er 6-5 til Neistan. Dysturin hevur verið tættur, og liðini standa væl í verjunum, eisini standa báðir Fríða og Maja væl í hvør sínum málið. Liðini gera fitt av tekniskum feilum.

Málskjúttar:

Neistin: Marjun 3, Lilja 1, Eir 1 og Birita 1.

Kyndil: Bára 2, Gurdun 1, Anna 1 og Marianna 1.

29. min. Maja ger eina góða bjarging. Fríða sendir ein langan bólt fram til Lilju, men Turið er fyrst á bóltinum.

28. min. Brotskast til Neistan, tað tekur Marjun sær av, og skorar til 6-5, tað var hennara 3. mál.

27. min. So er aftur javnleikur á Hálsi, Bára skorar til 5-5.

26. min. Fríða ger eina góða bjarging. Neistin tekur time-out.

25. min. Marjun verður nú mansvard. 

24. min. Marjun spælir bóltin á Birita, tað eru nógvir tekniskir feilir í spælinum hjá báðum liðum. Maja bjargar skotinum frá Eir.

23. min. Lilja vinnur bóltin frá Kyndli.

22. min. So er Neistin á odda, Marjun skorar til 5-4.

21. min. Bjarta ger álopsfeil. Maja ger tvær sera góðar bjargingar.

20. min. Eir ger fet, so Kyndil fær bóltin.

18. min. Kyndil tekur time-out. Kyndil spæla í løtuni við 7 spælarum í álopinum.

17. min. Neistin hevur sett Lilju at mansverja Marionnu. Drál verür dómt móti Kyndli. So er javnleikur, Marjun javnar til 4-4.

16. min. Turið verður víst av vøllinum í 2. min. Birita minkar um munin til 3-4.

14. min. Bára ger álopsfeil. Brynja ger eisini álopsfeil.

13. min. Nico blakar bóltin útav síðulinjuni.

12. min. Marjun verður sera væl dekka. Anna fær gult kort. Bára skorar til 2-4.

11. min. Turið fær gult kort.

10. min. Brotskast til Kyndil. Marianna tekur sær av brotskastinum, men Fríða hevur lisið hana av. Neistin tekur time-out!

9. min. So er eitt mál á muni, Eir minkar um munin til 2-3. Brynja fær gult kort.

8. min. Brynja verður spæld púraleys, men hon brennur.

7. min. Marjun spælir Brynja púra leysa, men tað verður dómt fet móti Marjuni. Anna skorar til 1-2. Gudrun fangar bóltin frá Neistanum, og fer í skjótálop, hon skorar til 1-3.

4. min. Lilja javnar til 1-1.

3. min. Birita fær gult kort. Fríða bjargar skotinum frá Marionnu.

2. min. Kyndlaverjan blokkar skotinum frá Eir.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Kyndil byrjar við bóltinum. Marianna skorar til 1-0.

Hesar byrja inni:

Neistin: Fríða, Nico, Birita, Brynja, Marjun, Eir og Lilja.

Kyndil: Maja, Gurdun, Anna, Marianna Bára, Turið og Bjarta.

Seinna FM-finalan í hvonn-deildini, millum Neistan og Kyndil byrjar klokkan 15:00. Neistin vann fyrru FM-finaluna mikudagin 25-17. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Neistin: Fríða Petersen, Súsanna Nólsoy, Lilja Mohr, Birita Jacobsen, Eir Berg, Barbara Nólsoy, Barbara N. Johannesen, Drós Ragnarsdóttir, Marjun Danberg, Nicoleta Radu Hansen, Margit Weyhe, Katrin á Neystabø, Brynja Høj, Rakul Augustinussen og Jacklin Durhuus.

Kyndil: Maja Dragaoljubovic, Vár Thomsen, Súsanna Petersen, Bára K. Hansen, Ásleyg Súnadóttir, Bjarta Johansen, Gurdun R. Olsen, Anna Brimnes, Marianna G. Eystberg, Turið Arge Samuelsen, Irena Dam, Anja H. Hammer, Hanna Hansen og Magna Tórðardóttir.

Dómarar: Hannis Wardum og Heri Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder