Ítróttur

Beinleiðis: Neistin - KÍF

...

2015-11-22 22:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sí myndir frá dystinum her.

Liðugt: KÍF vann 23-22 á Neistanum.

60. min. KÍF tekur time-out. Neistin tekur time-out. Neistin spæla nú uttan málverja.

58. min. So er KÍF aftur á odda, Andrias skorar til 22-23.

57. min. Terji javnar fyri Neistan, støðan er 22-22.

56. min. Rúni skorar eitt sera flott mál, støðan er 21-22.

55. min. Neistin tekur time-out. Teis javnar fyri Neistan, støðan er 21-21.

54. min. So er KÍF aftur á odda, Rúni leggur KÍF á odda 20-21.

52. min. Andrias javnar til 20-20, og Jón verður vístur 2. min. av vøllinum.

51. min. So er Neistin á odda, tað er Rói ið skorar til 20-19.

50. min. Brotskast til Neistan, aftur er tað Terji ið tekur sær av tí, og javnar til 19-19.

49. min. So er KÍF aftur á odda, Teitur fangar ein retur bólt, og skorar til 18-19.

48. min. Brotskast til Neistan, tað tekur Terji sær av, og javnar til 18-18. KÍF tekur time-out.

47. min. So er KÍF á odda aftur, Rùni skorar til 17-18.

46. min. Teis javnar fyri Neistan, støðan er 17-17.

42. min. So er aftur javnleikur, Rói javnar fyri Neistan til 16-16. So er KÍF á odda aftur, Andrias skorar til 16-17. Neistin ger álopsfeil.

39. min. Hans Eli leggur KÍF á odda 15-16. Emil hevur eina góða bjarging. 

38. min. So er aftur javnleikur, Teis javnar til 15-15.

37. min. Andrias skorar fyri KÍF, støðan er nú 14-15. Brotskast til KÍF, tað tekur Rùni sær av, men hesuferð bjargar Nicoholas.

36. min. Rói javnar fyri Neistan, støðan er nú 14-14.

34. min. Aftur brotskast til KÍF, tað tekur Rúni sær av, og skorar til 13-14.

33. min. Brotskast til KÍF, tað tekur Rúni sær av og skorar til 12-13. Andras javnar til 13-13.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. So er aftur javnleikur, John javnar til 12-12.

Hesir byrja inni:

Neistin: Nicoholas, Rói, Sjúrður, Teis, Andras, John og Beinur.

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Tony, Rógvi, Rúni og Hans Eli.

Sí eisini:

Stjørnan og VÍF fáa mest burturúr brotskøstum

Toppskjúttarnir í fremstu deildunum í hondbólti

Fair-play listin

Myndir: Neistin vann 21-18 á VB.

Hálvleikur: KÍF er á odda við einum, støðan er 12-11. Gongdin í dystinum hevur verið sera jøvn, vit hava sæð skjótt hondbóltspæl, og til tíðir eisini gott spæl. Besti maður á vøllinum í fyrra hálvleiki er Neista-málverjin Nicoholas, hann hevur staði sera væl, og tikið sera nógvar 100 % møguleikar frá KÍF spælarunum.

30. min. Teis minkar um munin, nú er bara eitt mál á muni, støðan er 11-12.

29. min. Poul Finnur skorar uppá skjótálop, støðan er 10-12. Neistin tekur time-out.

27. min. So er KÍF aftur á odda, Andrias skorar til 10-11.

26. min. Brotskast til Neistan, tað tekur Teis sær av, men Emil bjargar aftur hesuferð.

25. min. So er aftur javnleikur, Teitur skorar til 10-10.

23. min. So er Neistin á odda, John skorar til 10-9.

22. min. Nicoholas aftur við einari bjarging.

21. min. So er aftur javnleikur, Andras javnar fyri Neistan til 9-9. Nicoholas aftur við einari góðari bjarging.

Sí eisini: Myndir: Neistin vann 21-18 á VB.

19. min. Herbjørn javnar til 8-8. Nú er KÍF aftur á odda, Tony skorar til 8-9.

18. min. Brotskast til KÍF, Rúni kemur inná vøllin at taka sær av tí, og skorar til 7-8.

17. min. So er javnleikur, John javnar til 7-7.

16. min. Emil sendur ein góðan bólt fram til Jákup, men Nicoholas bjargar aftur. Andras hevur minkað um munin, nú er støðan 6-7.

14. min. Nú hevði Emil eina góða bjarging.

13. min. Aftur ein góð bjarging frá Nicoholas. KÍF tekur time-out.

12. min. So eru aftur tvey mál á muni, John minkar um munin til 5-7.

11. min. Góð bjarging frá Emil.

9. min. Framúr góð bjarging frá Nicoholas.

8. min. Hans Eli skorar aftur uppá skjóálop, støðan er 2-6. Beinur minkar um munin til 3-6. Hans Eli skorar aftur, støðan er 3-7. John minkar um munin, støðan er 4-7.

7. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 2-5.

6. min. Teitur skorar fyri KÍF, støðan er 2-4.

5. min. Brotskast til Neistan, Emil bjargar skotinum frá Róa.

4. min. So hevur Teitur lagt KÍF á odda 1-2. Torkil javnar til 2-2. Andrias skorar fyri KÍF, støðan er 2-3.

3. min. Andras hevur javnað fyri Neistan, støðan er 1-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Ási skorar fyrsta málið í dystinum, støðan er 0-1.

Hesir byrja inni:

Neistin: Nicholas, John, Andras, Sjúrður, Jón, Beinur og Rói.

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Ási, Hans Eli, Jákup og Tony.

Klokkan 16:00: Dysturin byrjar eitt sindur yvir klokkan 16.

Sí eisini: Myndir: Neistin vann 21-18 á VB.

Neistin tekur í dag móti KÍF í FTZ-deildini. Dysturin byrjar klokkan 16:00, og tað ber til at fylgja við dystinum beinleiðis á JN.fo.

Sí eisini: 

Stjørnan og VÍF fáa mest burturúr brotskøstum

Toppskjúttarnir í fremstu deildunum í hondbólti

Fair-play listin

Neistin: Nicoholas Satchwell, Bjørn M. Mohr, John í Innistovu, Julian Lava, Rasmus Muller, Rói B. Hansen, Sjúrður Thomassen, Andras Joensen, Jón Ludvig, Pætur Mikkjalson, Hjalti í Jákupstovu, Herbjørn Lava, Torkil Henze, Terji Mørk, Teis Horn og Beinur Davidsen.

Bonkur: Jónleif Sòlsker, Torstein Balle, Zeljko Jotic og Scott Harrington.

KÍF: Emil Dam, Pætur Hjørtur Skýlindal, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Poul Finnur Egholm, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus D. Jacobsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder