Ítróttur

Beinleiðis: Neistin - KÍF

...

2015-02-13 01:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Neistin vann 29-28 á KÍF.

60. min. Torkil fær 2. min, og Ási skorar uppá brotskast. Áki tekur time-out. Pætur javnar fyri KÍF! Andras klárar at skora áðrenn dysturin endar.

Myndir frá dystinum koma út á JN.fo seinni í kvøld.

59. min. Hans Eli fær 2. min, og Rói skorar enn einaferð uppá brotskast, støðan er 28-26.

58. min. Fríði minkar um munin fyri KÍF, støðan er 27-26.

57. min. Kristjan hevur nú lagt Neistan á odda við tveimum, støðan er 27-25. Eddie tekur time-out.

56. min. Rói hevur aftur lagt Neistan framum, støðan er 26-25.

55. min. Fríði javnar fyri KÍF, støðan er 25-25.

Sí myndir frá Hvonn-dystinum millum Neistan og Søljuna her.

54. min. Tommy hevur lagt Neistan á odda 25-24.

53. min. Rógvi fær 2. min, og Rói skorar uppá brotskast, støðan er 24-24.

52. min. Teitur skorar uppá skjótálop fyri KÍF, støðan er 23-24.

51. min. Rúni hevur lagt KÍF á odda 22-23. Rói hevur aftur javna fyri Neistan, støðan er 23-23.

50. min. Rói janvar fyri Neistan, støðan er nú 22-22.

49. min. Teitur leggur KÍF framum 21-22.

48. min. Hans Eli leggur KÍF framum 20-21 uppá skjótálop. Torkil javnar til 21-21.

47. min. KÍF mansverja Tommy.

46. min. Kristoffer tekur ein 100% kjans frá Róa. Teitur hjá Neistanum fær 2. min.

45. min. Nú er aftur javnleikur, tað er Fríði ið javnar fyri KÍF, støðan er 20-20.

44. min. Tommy hevur aftur lagt Neistan á odda, støðan er 20-19.

43. min. Teitur javnar fyri KÍF, støðan er nú 19-19.

41. min. Torkil hevur lagt Neistan framum 19-18.

40. min. Tommy javnar til 18-18.

38. min. Teitur leggur KÍF á odda 17-18.

36. min. Tony javnar til 17-17.

35. min. Andras brennur ein 100% kjans.

34. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er nú 17-16.

33. min. Ási minkar um munin til 17-15. 

32. min. Kristoffer hevur eina framúr bjarging.

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur. Rói skorar aftur uppá brotskast, støðan er nú 17-14.

Hálvleikur: Neistin 16-14 KÍF.

30. min. Hjalti skorar fyri Neistan, støðan er nú 16-14. Eddie tekur time-out. Ási fær 2. min.

29. min. Neistin skorar til 15-14.

28. min. Rói fær aftur eitt mál uppá brotskast, støðan er nú 14-13. KÍF spælur eitt langt álop, sum endar við at Ási javnar til 14-14.

27. min. Rói javnar uppá brotskast, støðan er nú 13-13.

25. min. Andras javnar fyri Neistan til 12-12. Teitur leggur KÍF á odda 12-13.

24. min. Tony verður spældur púra fríur á strikuni, og hann leggur KÍF framum 11-12.

22. min. Teitur javnar fyri Neistan, støðan er nú 11-11.

21. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er nú 10-11 til KÍF.

20. min. Torkil hevur lagt Neistan á odda 10-9. Ási javnar til 10-10.

19. min. Teitur leggur Neistan framum 9-8. Í hinum endanum skorar Teitur hjá KÍF til 9-9.

18. min. Ási javnar fyri KÍF, støðan er nú 8-8.

17. min. Aleks hevur lagt Neistan á odda 8-7.

16. min. Torkil hevur lagt Neistan á odda 7-6. Tony javnar til 7-7.

15. min. Rúni javnar fyri KÍF til 6-6.

14. min. Aleks hevur lagt Neistan á odda 6-5.

13. min. Tony skorar fyri KÍF, og Terji skorar fyri Neistan, støðan er nú 5-5.

12. min. Neistin manglar fleiri av lyklaspælarnum frá steypafinaluni.

10. min. Terji hevur javna til 4-4.

8. min. Andras minkar um munin til 3-4.

5. min. Ási skorar uppá straffi, støðan er nú 2-4 til KÍF.

4. min. Andras hevur minka um munin fyri Neistan, støðan er 2-3. Hans Eli verður mansverdur.

3. min. Ási hevur lagt KÍF á odda 1-3.

2. min. Hans Eli skorar aftur uppá skjótálop. Rói minkar um munin til 2-1.

1. min. Dysturin er nú í gongd. Hans Eli hevur lagt KÍF á odda 0-1 við skjótálopi.

Soleiðis starta liðini:

Neistin: Mikkjal, John, Andras, Tommy, Terji, Rói og Kristjan.

KÍF: Kristoffer, Teitur, Fríði, Rùni, Pætur, Hans Eli og Tony.

Neistin: Mikkjal Hansen, Emil Dam, John í Innistovu, Teitur Magnusson, Aleks Buha, Andras Joensen, Tommy Fletcher, Rói B. Hansen, Torstein Balle, Torkil Henze, Hjalti í Jákupstovu, Terji Mørk, Kristjan Dulavík og Rasmus Muller.

KÍF: Pætur H. Skýlindal, Kristofer Karlsson, Pætur Johannesen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rògvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen, Jákup Trygvason, Ási Dam og Vilhelm Magnussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder