Ítróttur

Beinleiðis: Neistin - H71

...

2015-11-19 02:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Myndir frá dystinum koma á JN.fo seinni í kvøld.

Liðugt: H71 vann lættliga á Neistanum í kvøld, H71 vann 16-26.

60. min. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí og skorar til 16-26.

59. min. Terji minkar um munin fyri Neistan, støðan er nú 15-24. Andor sleppir eisini uppí part eftir flott spæl frá Mark, Andor skorar til 15-25. Torkil minkar um munin til 16-25.

58. min. Sigmdunur N. hevur nú lagt H71 á odda við 10 málum, støðan er 14-24.

57. min. Johan bjargar einum skotið frá Róa. Hjalti verður vístur 2. min. av vøllinum.

55. min. Helgi skorar fyri H71, støðan er nú 14-23.

54. min. Jónas skorar aftur, støðan er nú 13-22. Neistin tekur time-out. Rói skorar eitt flott mál, og støðan er nú 14-22.

53. min. Brotskast til Neistan, Ròi verður settur at taka, og hann skorar til 13-21.

52. min. Jónas skorar eitt gott mál, støðan er 12-21.

50. min. Brotskast til H71, og Beinur verður vístur 2. min. av vøllinum. Rùni tekur sær av brotskastinum, Nicholas bjargar, Rúni fær bóltin aftur, men Nicholas bjargar aftur. Rùni skorar til 12-20.

49. min. Torkil skorar uppá skjótálop, støðan er nú 12-19. Bonkurin hjá Neistanum fær gult kort.

47. min. Helgi skorar uppá skjótálop, støðan er nú 11-19.

46. min. Rúni skorar uppá skjótálop, støðan er 11-18. Neistin tekur time-out.

44. min. Sigmundur N. skorar til 11-17.

43. min. Jón fangar bóltin í H71 uppspæli, hann fer so í skjótálop, og skorar til 10-16. Rúni ger álopsfeil, tað straffar Neistin við skjótálopið, sum John skorar uppá, støðan er 11-16.

41. min. Djóni skorar aftur fyri H71, støðan er 9-16.

40. min. Herbjørn skorar eitt gott mál, støðan er 9-15.

39. min. Djóni skorar uppá skjótálop, støðan er 8-15. Bjarging frá Johan - Djóni verður sendur í skjótálop, men brennur.

38. min. Brotskast til H71, tað tekur Rùni sær av, og skorar til 8-14.

37. min. Hjalti verður vístur 2. min. av vøllinum.

36. min. Nógv fólk er til dystin.

35. min. Brotskast til H71, Mark kemur inn at taka tað, men Bjørn bjargar.

34. min. Herbjørn minkar um munin, støðan er 8-13.

33. min. Oddur skorar fyri H71, støðan er nú 7-13.

32. min. Jón og Beinur skifta við Herbjørn og Torkil millum verju og álop. 

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Torkil minkar um munin, støðan er nú 7-12.

Hesir byrja inni:

Neistin: Nicholas, Magnus, Torkil, Andras, Teis, Hjalti og Herbjørn.

H71: Ári, Andor, Hans Kári, Oddur, Rúni, Helgi og Djóni.

Hálvleikur: H71 er á odda 12-6 móti Neistanum. Sigast kann um dystin, og H71 verjan stendur sera væl, teir dekka 3-2-1, og Neistin hevur tað torført at koma í gjøgnum hana, men tá teir koma ígjøgnum verjuna hjá H71, tá stendur Ári har hann skal standa, og tí hevur Neistin bara fingið 6 mál. H71 vísur seg ikki frá sínari bestu síðu heldur, men tó hava teir ikki stórvegis problemir móti Neistanum. Peter hevur ikki spælt serliga nógv.

30. min. Nicholas bjargar seinasta skotinum í dystinum.

29. min. Ljósið fór líka í 10. sekund.

28. min. Andras minkar um munin til 6-12.

27. min. Nú eru aftur sjey mál á muni, og tað var Djóni ið skoraði hesuferð, støðan er 5-12.

26. min. Herbjørn skorar fyri Neistan, støðan er 5-11.

25. min. Oddur skorar fyri H71, støðan er nu 4-11.

24. min. Pætur skorar fyri H71, støðan er nú 4-10.

23. min. Hans Kári fær gult kort.

22. min. Teis minkar um munin fyri Neistan, støðan er nú 4-9.

20. min. Hjalti minkar um munin fyri Neistan, støðan er nú 3-9. Beinur fær gult kort, og Jónas fer haltandi av vøllinum.

19. min. Nú eru sjey mál á muni, Jónas skorar til 2-9.

18. min. Pætur skorar fyri H71, støðan er nú 2-8.

17. min. Ári bjargar aftur.

16. min. Aftur Jónas ið skorar, støðan er nú 2-7. Neistin dekkar 6-0. Neistin tekur time-out.

15. min. Jónas skorar, og er støðan nú 2-6. H71 dekkar 3-2-1.

14. min. Brotskast til H71, tað tekur Mark sær av og skorar til 2-5. Góð bjarging frá Ára.

13. min. Nú eru tvey mál á muni, Herbjørn minkar um munin til 2-4.

12. min. H71 tekur time-out.

11. min. Peter skorar aftur, hesuferð uppá skjótálop, støðan er 1-4. 

8. min. Peter skorar fyri H71 til 1-3.

7. min. Brotskast til Neistan, Ári bjargar skotinum frá Sjúrða.

4. min. Rói minkar um munin til 1-2.

2. min. Teis fær gult kort. Brotskast til H71, og John fær gult kort. Mark tekur sær av brotskastinum, og skorar til 0-2

1. min. So er dysturin settur í gongd. Pætur skorar fyrsta málið í dystinum, og leggur H71 á odda 0-1.

Hesir byrja inni:

Neistin: Nicholas, John, Beinur, Teis, Rói, Terji og Sjúrður.

H71: Tóraldur, Mark, Jónas, Pætur, Helgi, Peter og Sigmundur N.

Neistin tekur í kvøld móti oddaliðnum í FTZ-deildini, H71. Dysturin millum Neistan og H71 byrjar klokkan 20:00, og tað ber til at fylgja honum við beinleiðis tekstafrásøgn her á JN.fo. Dysturin byrjar allarhelst nakrar minuttir yvir 20.

Neistin: Nicoholas Satchwell, Bjørn M. Mohr, John í Innistovu, Julian Lava, Jón Ludvig, Rasmus Muller, Andras Joensen, Rói B. Hansen, Sjúrður Thomassen, Herbjørn Lava, Pætur Mikkjalsson, Hjalti í Jákupstovu, Beinur Davidssen, Torkil Henze, Terji Mørk og Teis Horn.

Bonkur: Jónleif Sòlsker, Torstein Balle, Zeljko Jotic og Scott Harrington.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hoftgaard, Mark Lausen Marcher, Rúni V. Højgaard, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Oddur Bech, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsøe, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Peter Krogh, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.

Bonkur: Petur Mittún,, Halgir Dahl Olesen, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.

Dómarar: Hannis og Uni Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder