Ítróttur

Beinleiðis: Neistin - H71

...

2015-01-25 21:45 Author image
placeholder

JN.fo er í høllini á Hálsi í Havn, og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Sí myndir frá dystinum her.

Les eisini:

Helgi: Vit fingu ikki stýr á okkara spæl.

Sjúrður: Alt er opið enn.

Liðugt: 22-22. 

60. min. Mikkjal bjargar, Tommy á stongina, Rói vinnur straffi fyri Neistan. Rói javnar uppá straffi!

59. min. Tommy við einum kanón skotið, og skorar til 21-22. Mikkjal hevur eina góða bjarging.

58. min. Bogi sleppur púra fríur, Mikkjal bjargar, dømt verður straffi, sum Mark skorar til 20-22.

57. min. Bogi fær ein flúgvara sendandi, men Mikkjal bjargar.

56. min. Tommy við einum sera góðum skotið, og skorar til 20-21.

55. min. Mark fær 2. min. Neista áskoðarnir vilja at Sigmundur D. fær 2. min, men dómarnir døma einki.

53. min. John fær mál frá sera spískum vinkli. Støðan er 19-21. H71 tekur time-out.

52. min. Mikkjal tekur ein 100% kjans frá Pætur.

51. min. Enn eitt mál frá Mark, støðan er 18-21.

50. min. Tommy skorar til 18-20. 

49. min. Hjalti rakar ein H71 spælara í høvdi, fær bóltin aftur, men brennur ein 100% kjans.

48. min. Hallur vinnur H71 eitt straffi, Mark skorar uppá tað, støðan er 17-20.

47. min. John minkar um munin til 17-19.

46. min. Neistin brennur tríggjar 100% kjansir, Hanus møtur tvey av teimum. 

45. min. Jugo vinnur Neistanum eitt straffi, Tróndur fær 2. min, og Rói skorar uppá brostkasti, støðan er 16-18. Hans Kári skorar fyri H71, støðan er 16-19.

44. min. Steðgur í spælinum, tí Andras liggur á vøllinum.

42. min. Helgi skorar fyri H71. Mark leggur H71 á odda 15-18. Áki tekur time-out.

41. min. Rúni hevur nú fingið 5 mál, og lagt H71 á odda 14-16. John hevur minka um munin til 15-16.

40. min. Rúni hevur aftur lagt H71 á odda, støðan er 14-15.

39. min. John fær í skjótálop, men endar við at vera for spískur.

38. min. Sjúrður javnar til 14-14, Tróndur fær 2. min.

37. min. Rúni hevur lagt H71 á odda 13-14.

36. min. John hevur javna til 13-13.

35. min. Pætur fær eitt flott mál, støðan er 12-13 til H71.

34. min. Mikkjal hevur havt tríggjar sera góðar bjargingar í seinna hálvleiki

33. min. Hanus skal blaka ein langan bólt fram, men Jugo stendur fyri og fær blokka bóltin í málið. Støðan er 12-12.

32. min. Hanus sendur ein langan bólt til Boga, hann kemur púra fríur móti Mikkjal, men Mikkjal bjargar. Sjúrður hevur nú javna til 11-11. Rúni hevur lagt H71 á odda 11-12.

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur.

Myndir frá dystinum koma út seinni í kvøld.


Hálvleikur: Neistin 10-11 H71. Fyri Neistan hevur Rói fingið flest mál, hann hevur fingið 3 mál, og hjá H71 er tað Mark, hann hevur fingið 6 mál. 

Tað sá eina løtu út til at H71 fór frá Neistanum, men tá tók Áki time-out, og Neistin fekk stýr á sítt spæl aftur.

28. min. Mark hevur aftur skora, støðan er 9-11. Rói minkar um munin til 10-11.

27. min. John minkar um munin til 8-10. Nú er bara eitt mál á muni, tað var Kristjan, sum minkaði til 9-10.

26. min. Áki tekur time-out fyri Neistan.

24. min. Hilmar hevur lagt H71 á odda 7-10.

23. min. Hilmar hevur lagt H71 á odda 7-8. Hanus hevur stórbjarging. Mark hevur nú lagt H71 tvey mál á odda, støðan er 7-9.

22. min. Tommy hevur javna til 7-7.

21. min. Mark hevur lagt H71 á odda 6-7.

20. min. H71 hevur tikið time-out. Mikkjal sendur ein sera góðan bólt til Róa, men Hanus bjargar.

19. min. H71 hevur skift málverja, Hanus er nú í málinum. 

18. min. Mark hevur nú skotið trý mál, støðan er 6-6.

17. min. Rói hevur lagt Neistan á odda 6-5.

16. min. Andras hevur javna til 5-5.

15. min. Tommy hevur javna til 4-4. Bogi hevur lagt H71 á odda 4-5.

14. min. Pætur hevur lagt H71 á odda 3-4.

13. min. Jugoslav(Jugo) hevur javna til 3-3.

12. min. Mark á stongina, Bogi fær fatur á bóltinum, men Mikkjal bjargar.

11. min. Tað eru nógv fólk í høllini.

10. min. Mark hevur lagt H71 á odda 2-3.

8. min. Rúni javnar fyri H71, støðan er 2-2.

7. min. Mark hevur javna til 1-1. Sjúrður hevur aftur lagt Neistan á odda, støðan er 2-1.

5. min. Støðan er enn 1-0.

3. min. Rói hevur lagt Neistan á odda 1-0.

2. min. Mikkjal við einari sera góðari bjarging.

1. min. Dysturin er nú í gongd. 

Soleiðis starta liðini: 

Neistin: Mikkjal, John, Jón, Andras, Rói, Sjúrður og Jugo. Jón og Tommy skifta millum verju og álop.

H71: Ári, Mark, Bogi, Pætur, Hallur, Hans Kári og Sigmundur.

Neistin: Mikkjal Hansen, Emil Dam, John í Innistovu, Jón Ludvig, Aleks Buha, Andras Joensen, Tommy Fletcher, Rói Berg Hansen, Sjúrður Thomassen, Kristjan Dulavík, Jugoslav Djumic, Torstein Balle, Hjalti í Jákupsstovu, Torkil Hentze og Terji Mørk.

H71: Ári Dam, Hanus Kristiansen, Tóraldur Kollsker, Mark Marcher, Rúni V. Højgaard, Bogi G. Davidsen, Pætur Thomsen, Hallur Biskopstø, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Jesper Pedersen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jaksobsen og Tróndur Arge.

Dómarar: Tummas Juul S. Thomsen og Eyðun Samuelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder