Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - VÍF

...

2015-01-25 00:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

JN.fo er í høllini á Hálsi í Havn, og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Sí myndir frá dystinum her.

Les eisini: 

Ingi: Vit vóru alt for óneyvir.

Liðugt: 23-23. VÍF hevði kunna avgjørt dystin, men teir vóru ikki nóg neyvir tá teir skuldu skora, verjurnar og málverjarnir stóðu sera væl. Kyndil kom væl við aftur í dystin, tá teir tí einu tíðuna høvdu verið aftanfyri við 6 málum.

60. min. Mladen tekur ein 100% kjans frá Sjúrða O. Kyndil hevur tikið time-out. David hevur javna. Julian fær seinasta kjansin fyri VÍF, men hann brennur, tað kundi verið dómt straffi.

59. min. Filip skorar til 22-23.

58. min. Josef hevur javna til 22-22, rómurin vil ongan enda taka. Ingi tekur time-out. Tað eru 44 sek. eftir.

57. min. Mads púra fríur, men Mladen bjargar. Kyndil tapur bóltin uppá nøl.

56. min. Julian vinnur Kyndli eitt straffi, Josef lobbar bóltin uppum Niklas, nú er bert eitt mál á muni, støðan er 21-22.

55. min. Mladen hevur eina bjarging, sum kann fáa nógv at siga.

54. min. David minkar um munin til 19-22. Mads fellur Eirik, tá hann er áveg í skjótálop, eftir tað sparkar Eirikur eftir honum. Bonkurin hjá VÍF fær 2. min. Eirikur má av vøllinum við skaða. Julian minkar um munin, so nú eru bara tvey mál á muni, støðan er 20-22.

53. min. Mads skorar sítt fyrsta mál, støðan er nú 18-22.

52. min. Julian sendi bóltin for uppí trýkantin, og skorar til 18-21.

51. min. Birgir við einum sera góðum skoti, og skorar til 18-20.

50. min. Rógvi vinnur Kyndli eitt brotskast, Julian verður settur at taka og Niklas bjargar.

49. min. Birgir hevur minka um munin til trý mál, støðan er 17-20.

48. min. Heini sendur ein langan bólt til Filip, sum skorar til 16-20.

47. min. Aftur ein stórbjarging frá Niklas.

46. min. David skorar frá spískum, og minkar um munin til 15-18. Agnar verður spældur fríur á strikuni og skorar. David svarar beinavegin aftur, støðan er nú 16-19.

45. min. Áki skorar frá til 14-18, og fær eitt skump frá Andrias, sum fær 2. min.

44. min. Aftur eitt mál frá Hjalta, støðan er nú 14-17.

43. min. David minkar um munin til 13-17.

42. min. Aftur ein stórbjarging frá Niklas. Filip skorar til 12-17.

41. min. Hjalti skorar aftur, nú er støðan 12-16 til VÍF.

40. min. Andrias hjá VÍF fær 2. min. Stórbjarging frá Niklas.

39. min. Aftur eitt sera hart skot frá Áka, og hann skorar til 10-16. Hjalti minkar um munin til 11-16.

38. min. Jan tekur ein 100% kjans frá Hanusi. Birgir skorar til 10-15.

37. min. Ludvík skorar til 9-14. Áki við einari kanón til 9-15.

36. min. Birgir minkar um munin til 8-13. Andrias skorar fyri VÍF, til støðuna 8-14.

35. min. David minkar um munin til 7-12. Julian skorar til 7-13.

34. min. Hanus skorar uppá skjótálop, støðan er nú 6-12 til VÍF. 

33. min. Frank fær 2. min. Ein frá hvørjum liðið er úti í løtuni.

32. min. Mladen bjargar skoti frá Julian. Bonkurin hjá VÍF fær 2. min, fyri at ein spælari fornógv er á vøllinum.

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur.

Myndir frá dystinum, koma út á JN.fo seinni í kvøld.

Hálvleikur: Kyndil 6-11 VÍF. Kyndil skoraði ikki 13 teir seinastu min, av hálvleikinum. Tað gingu 9. min. frá tí VÍF skoraði mál nummar 10 til mál nummar 11. Liðini hava gjørt eitt ótal av feilum, og málverjarnir hava verið góðir.

30. min. Áki skorar og fær skump frá Birgir, sum fær 2. min. Støðan er 6-11. Sámal fær 2. min. Mads fær í skjótálop, verður feldur av Eiriki, sum fær 2. min, og straffi til Mads. Filip verður settur at taka, men Mladen bjargar.

29. min. Liðini gera eitt ótal av feilum.

28. min. Heini sleppur púra fríur móti málinum, men Mladen bjargar.

27. min. Áki fær 2. min, David tekur seg um andliti. Finnur lobbar bóltin, men Niklas fær fatur á honum.

26. min. Ingi hevur tikið time-out. 

25. min. Støðan er enn 6-10 til VÍF.

22. min. David spælur Torvald púra frían á strikuni, hann skorar, men dómt verður yvirtrak.

21. min. Áki er nú fyri fyrstu ferð á vøllinum. Hanus skorar til 6-10. Hjalmar tekur time-out fyri Kyndil.

19. min. Hanus leggur VÍF á odda við trimum málum, støðan er 6-9.

18. min. David kemur búra fríur móti Niklas, men Niklas bjargar.

17. min. Eirikur minkar um munin til 6-7. Filip skorar sítt mál nummar 5, og leggur VÍF á odda 6-8.

16. min. Torvald fær 2. min.

15. min. Eirikur minkar um munin til 5-7.

14. min. Niklas bjargar tá Frank fær í skjótálop. Heini fær straffi, sum Filip skorar uppá, støðan er 4-7 til VÍF.

13. min. Hjalti fær 2. min. Filip leggur VÍF á odda við trimum málum, støðan er 4-6.

12. min. Hanus skorar uppá skjóalop, støðan er 3-5 til VÍF. David minkar um munin til 4-5.

11. min. David hongur leingi í luftuni, og skorar til 3-3. Agnar leggur VÍF á odda 3-4. 

10. min. Filip hevur nú lagt VÍF á odda 2-3.

8. min. Sjúrður O. brennur ein 100% kjans.

7. min. Dómarnir eru úr Norra. Filip skorar fyri VÍF, sá ikki út til at bólturin var innan fyri linjuna, men støðan er nú 2-2.

5. min. David hevur lagt Kyndil á odda 2-1.

3. min. Málverjarnir hava hvør sína góða bjarging.

Hesir byrjaðu inni: 

Kyndil: Josef, Birgir, David, Mladen, Rógvi, Eirikur og Frank.

VÍF: Sjúrður O., Agnar, Andrias, Niklas, Heini, Mads og Filip.

2. min. Heini hevur javna til 1-1.

1. min. Dysturin er nú í gongd. David hevur lagt Kyndil framum 1-0.

Les eisini: Upptaktina til dystin her.

Kyndil: Jan Pauli T. Johannesen, Andrias B. Sólsker, Hans Arni B. Thomsen, Hjalti Bachman, Josef Abrahamsen, Julian Johansen, Birgir Poulsen, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Mladan Mjerimacka, Torvald Abramamsen, Finnur Hansson, Ludvík Sùnason, Rógvi Dal Christinsen, Eirikur Simonen, Frank B. Askildsen.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmussen, Agnar Joensen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Tòki Seloy, Mads Eriksen, Hanus Christophersen, Filip Jojic og Sjúrður Nielsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder