Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - VÍF (VÍF vann 30-19)

...

2017-01-25 19:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sí myndir her.

Liðugt: VÍF vann 30-19 móti Kyndli. VÍF var nógv tað betra liðið. VÍF fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin, og Kyndil kom ongantíð inn í dystin. Verjan og álopið hjá VÍF koyrdi sera væl, meðan alt kiksaði hjá Kyndil. VÍF er víðari í steypakappingini.

Málskjúttar: 

Kyndil: Hjalti 5, Tummas Pauli 4, Bartal 3, Høgni 1, Rógvi 1, Tórvald 1, Tróndur 1, Bjarni 1, ??lavur 1 og Hørður 1.

VÍF: Filip 6, Áki 5, Julian 5, Andrias 5, Bjarti 4, Sjúrður 3 og Rói 2.

60. min. Jan Pauli bjargar skotinum frá Sjúrða. Hørður fær ein 100% møguleika, men aftur bjargar Mladen. Filip skorar til 19-30.

Á Skála er støðan nú 18-15 eftir 43. min.

59. min. Bjarti skorar til 19-29.

58. min. Rói skorar til 19-28. Bjarni ger álopsfeil.

57. min. Bartal skorar uppá skjótálop til 19-27.

56. min. Bjarti skorar til 17-27. Tróndur minkar um munin til 18-27.

55. min. Mladen bjargar aftur einum 100% møguleika frá Kyndli.

54. min. ??lavur minkar um munin til 17-25. Filip skorar til 17-26.

StÍF er á odda 15-13 eftir 37. min. móti Team Klaksvík.

53. min. Sámal verður vístur út í 2. min.

52. min. Jan Pauli ger eina fina bjarging. Bjarni skorar til 16-25.

51. min. Kyndla spælarnir sløsa bóltur burtur fer eftir fer.

50. min. Aftur eitt kast frá Jan Pauli, sum VÍF fær hendurá.

49. min. Mladen ger aftur eina stórbjarging.

48. min. Jan Pauli roynir aftur at senda Kyndil í skjótálop, men aftur er ein VÍF'ari fyrstur á bóltinum.

47. min. Andrias skorar til 15-25.

46. min. Kyndil fer aftur í skjótálop, og aftur kiksar tað, Bartal ger yvirtrakk.

45. min. Rói skorar til 14-24. Brotskast til Kyndil, og Bjarti verður útvístur í 2. min. Hjalti tekur sær av brotskastinum, og skorar til 15-24.

44. min. Bjarni skorar uppá skjótálop til 14-23, og VÍF tekur time-out.

43. min. Kyndil roynir aftur at fara í skjótálop, Jan Pauli kastar til Høgna, men bólturin fer útav vøllinum.

42. min. Hjalti minkar um munin til 13-23.

41. min. Áki ger dribl, so ger Kyndil skjótt av, teir senda Høgna í skjótálop, men aftur stendur Mladen á rættað stað.

40. min. Sjúrður lobbar bóltin uppum Jan Paula til 12-23.

39. min. Sjúrður skorar til 11-22. Tummas Pauli skorar eitt flott mál til 12-22.

Team Klaksvík er á odda 11-10 móti StÍF í hálvleikinum.

37. min. Brotskast til VÍF, tað tekur Filip sær av, og skorar til 11-21.

35. min. Høgni roynir at kasta frá egnari hálvu í tóma VÍF málið, men skotið fer langt uppum.

34. min. Julian skorar til 10-20. Bartal skorar til 11-20, og Bjarti verður útvístur í 2. min.

33. min. Høgni skorar uppá skjótálop til 10-19. Julian fer í skjótálop, men Jan Pauli klárar at bjarga.

31. min. Seinni hálvleikur fer nú í gongd, tað er Kyndil ið byrjar. Tummas Pauli minkar um munin til 9-19.

Hesir byrja inni:

Kyndil: Jan Pauli, Høgni, Hjalti, Bartal, Tummas Pauli og Hørður.

VÍF: Mladen, Andrias, Bjarti, Rói, Julian, Sjúrður og Filip.

StÍF og Team Klaksvík spæla á Skála, har er støðan 8-7 eftir 24. min.

Hálvleikur: Alt riggar hjá VÍF, sum spælir sera skjótan hondbólt. Verjan og málverjin hjá VÍF stendur væl, og álopið saman við skjótálopinum hjá teimum riggar ótrúliga væl. Einki riggar hjá Kyndli, sløsa nógv í álopinum, og verjan stendur ikki serliga væl, tó hava teir fingið rættað eitt sindur uppá tað. So at siga alt fer inní Kyndlamálið. Støðan er 8-19 til VÍF.

30. min. Skotið frá Hjalta fer uppum. Jan Pauli bjargar skotinum frá Filip.

29. min. Áki skorar til 8-19, og Rógvi fær eina útvísing.

28. min. Andrias skorar uppá skjótálop til 7-18. Framúr bjarging frá Mladen, men Kyndil fær brotskast, Hjalti tekur sær av tí, og skorar til 8-18.

27. min. Brotskast til VÍF, og gult kort til Rógva. Filip tekur sær av tí, og skorar til 7-17.

26. min. Brotskast til Kyndil, og Bjarti fær gult kort. Hjalti skorar uppá brotskastið til 7-16.

25. min. So eru 10 mál á muni, Sjúrður fangar bóltin, og hann sendur Andrias avstað, sum skorar til 6-16.

24. min. Filip skorar til 6-15.

Nú hevur StÍF minkað um munin niður í eitt mál móti Team Klaksvík, støðan er 5-6 eftir 16. min.

23. min. Bjarti skorar til 6-14. Mladen ger aftur eina góða bjarging.

22. min. Kyndil roynir at seta eitt skjótálop í gongd, men VÍF fær fatur á bóltinum.

21. min. Aftur ein góð bjarging frá Mladen.

20. min. Mladen bjargar einum 100% møguleika hjá Hjalta.

19. min. Gott verjuspæl frá Bjarta ger at Rógvi ikki fer skotið ordiligt. Julian skorar til 6-13.

Team Klaksvík er á odda 6-3 móti StÍF eftir 11. min.

18. min. Tummas Pauli minkar um munin til 6-12.

17. min. Julian skorar til 5-12.

16. min. VÍF tekur time-out.

15. min. Rógvi fær ein 100% møguleika, men skotið fer uppum.

14. min. Hørður minkar um munin til 5-11.

13. min. Sjúrður roynir seg av vinstra vongi, men skotið fer uppum. Brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí, og skorar til 3-11. Rógvi minkar um munin til 4-11.

12. min. Skotið frá Hjalta fer uppum. Áki skorar til 2-11. Mladen bjargar skotinum frá David. 

11. min. Andrias verður sendur í skjótálop, og hann skorar til 2-10. Kyndil tekur sítt næsta time-out.

10. min. Bjarni minkar um munin til 2-8. Julian skorar fyri VÍF til 2-9.

9. min. Áki skorar til 1-7. Julian skorar uppá skjótálop til 1-8.

8. min. VÍF fæer í skjótálop, og gott verju spæl frá Bjarna ger at VÍF ikki skorar. Bartal skorar uppá skjótálop til 1-6.

7. min. Áki skorar til 0-5 eftir eina hálvbjarging frá Jan Paula. Sjúrður skorar uppá skjótálop til 0-6. Kyndil tekur time-out.

6. min. Bjarti skorar uppá skjótálop til 0-4.

5. min. Bartal fær gult kort, og tað fær Hørður eisini. Andrias skorar til 0-3.

4. min. VÍF ger álopsfeil, so setur Kyndil eitt skjótálop í gongd, men bólturin verður kastaður ov langt.

3. min. Rói fær eitt gult kort. Mladen bjargar skotinum frá David.

2. min. Jan Pauli bjargar skotinum frá Julian. Áki skorar til 0-2.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er VÍF ið byrjar við bóltinum. Filip skorar til 0-1. Mladen bjargar skotinum frá Tummas Pauli.

Soleiðis byrja liðini:

Kyndil: Jan Pauli, Høgni, Tummas Pauli, Hørður, Niels, Hørður og Bartal.

VÍF: Mladen, Andrias, Áki, Julian, Filip, Sjúrður og Rói.

Kyndil tekur í kvøld móti VÍF í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum. Dysturin byrjar klokkan 20:00, og tað ber til at fylgja við á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Kyndil: Jan Pauli Toft Johannesen, Tórður Guttesen, Magnus Durhuus, Tummas Pauli Hanusarson, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Niels Viggo Niclasen, Hans Áki Dal Christiansen, Bartal Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen, Tórvald Abrahamsen, Tróndur Wardum, Bjarni Sørensen, ??lavur av Fløtum Mittún, Hjalti Mohr Jacobsen og Hørður Fannar Sigtórsson.

Bonkur: Julian J. Johansen, Andreas F. Hansen, Leif Kristoffersen og Dávur Clementsen.

VÍF: Sámal Joensen, John R. Nielsen, Sjúrður Olsen, Jóhann í Garðastovu, Rói Lamhauge, Áki Egilsnes, Julian Olsen, Jákup Andreas Joensen, Andrias Eriksen, Jón Muller, Uni H. Petersen, Bjarti Hansen, Mladen Mjerimacka, Høgni Zachariasen og Filip Jojic.

Bonkur: Hjalmar K. Olsen, Jóngerð Nielsen og Jákup Durhuus.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder