Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - VB

...

2015-01-24 22:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

JN.fo er í høllini á Hálsi í Havn, og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Sí myndir frá dystinum her.

Les eisini: 

Turið: Vit høvdu eina sera stinna verju.

Una: Vit vóru sera óheldigar í álopinum.

Liðugt: Kyndil 20-19 VB.

60. min. Bjarta skorar til 20-18. Gintare skorar uppá tríggjar tá tíðin er farin.

59. min. Helga minkar um munin til 19-18.

57. min. Randi skorar fyri Kyndil, støðan er nu 19-17.

56. min. Gintare skorar uppá skjótálop, støðan er nú 18-16. Helga hevur skorar, nú er støðan 18-17 til Kyndil. Sophus tekur time-out.

54. min. Liðini hava gjørt nakrar feilir seinastu løtuna. Støðan er enn 18-15.

51. min. Marianna skorar og leggur Kyndil framum 18-15.

50. min. Turið skorar, men dømt verður tríggjar, og Turið fær so 2. min, fyri at siga okkurt. Rúna minkar um munin til 17-15.

48. min. Gintare minkar um munin til 17-14.

47. min. Tomma hevur eina góða bjarging, eisini Sanja hevur eina góða bjarging, men Kyndil fær brotskast, sum Anna Brimnes skorar uppá, støðan er nú 17-13.

46. min. VB mansverja Onnu Brimnes í løtuni.

45. min. Gurið skorar til 16-13, í hinum endaum bjargar Sanja.

44. min. Randi skorar uppá brotskast, í hinum endanum skorar Helga til støðuna 16-12.

43. min. Gintare skorar til 14-10, í hinum endanum skorar Bára til 15-10. Claus tekur time-out. Una minkar um munin til 15-11.

42. min. Bjarta skorar til 14-9.

41. min. Turið fær bóltin í málið, men tað verður dómt yvirtrak.

39. min. Tomma sendur ein langan bólt til Turið, og hon skorar til 13-9. Anna Sofía fær 2. min.

38. min. Gurið minkar um munin til 11-9. Í hinum endanum skorar Bára til 12-9.

35. min. Helga fær 2. min fyri aðru ferð. Bára skorar til 11-8. Kyndil mansverja Gintare.

34. min. Nógv fólk eru í høllini.

33. min. Sanja bjargar aftur.

32. min. Sanja bjargar tvær ferðir, og Randi fær so fatur á bóltinum og skorar til støðuna 10-8 til Kyndil.

31. min- Dysturin er nú i gongd aftur. 

Myndir av dystinum koma út, eftir at dysturin er leiktur.

Hálvleikur: Kyndil 9-8 VB. Tað eru sera fá mál komin í fyrrahálvleiki. Eftir 18. min, var støðan 5-2 til Kyndil, tá tók Claus time-out. Eftir tað, sá út til at VB kom betri við í dystin, og fingu nøkur mál.

30. min. Randi klárar akkurát at skora, áðrenn floyta verður til hálvleik.

29. min. Sanja bjargar, men Kyndil fær bóltin aftur.

28. min. Anna Sofía skorar uppá skjótálop, støðan er nú 8-8. Sophus tekur time-out fyri Kyndil.

26. min. Gintare hevur lagt VB á odda 7-8, tað var hennara 4. mál.

25. min. Gintare hevur javna til 7-7.

23. min. Anna Brimnes hevur lagt Kyndil á odda 7-6. VB áttia helst at fingið eitt brotskast, sum ikki blívur dømt.

22. min. Helga hevur javna til 6-6.

21. min. Anna Brimnes skorar til 6-4. Helga minkar um munin til 6-5.

20. min. Gintare skorar, og er støðan nú 5-4 til Kyndil.

19. min. Gurið minkar um munin til 5-3.

18. min. Turið skorar uppá skjótálop. Støðan er 5-2 til Kyndil. Claus hevur tikið time-out.

15. min. Gintare verður mansvard.

14. min. Turið fær brotskast fyri Kyndil, og Randi skorar til 4-2. Helga hevur fingið 2. min.

13. min. Helga fær brotskast fyri VB, Gintare javnar til 2-2. Í hinum endanum skorar Randi uppá brotskast, støðan er nú 3-2 til Kyndil.

11. min. Randi brennur ein 100% kjans.

10. min. Enn bara trý mál komin í dystinum, støðan er 2-1 til Kyndil.

9. min. Sanja tekur eitt brotskast.

8. min. Gintare prøvar at skjóta bóltin uppá mál, men rakar Lailu í høvdi, Laila er á føtum aftur.

7. min. Anna Sofía hevur lagt Kyndil á odda 2-1.

5. min.  Bára Hansen fær fyrsta málið í dystinum, støðan er 1-0 til Kyndil. Rannvá hevur javna til 1-1.

3. min. Bæði liðini hava havt tvey álop, og einki mál fingið.

1. min.  Dysturin er nú í gongd. Soleiðis starta liðini. Kyndil: Tomma, Bára, Anna, Bjarta, Anna, Turið og Randi. VB: Sanja, Rannvá, Gurið, Helga, Ingrida, Laila og Gintare.

Les eisini: Upptakt(Kyndil - VB): Vit kunnu vænta okkum ein tættan dyst.

Liðini í dag:

Kyndil: Tomma Petersen, Barbara Midjord, Jórun S. Ludvig, Bára K. Hansen, Anna Sofía H. Mohr, Ásleyg Súnadóttir, Bjarta D. Johansen, Gudrun R. Olsen, Anna A. Brimnes, Marianna G. Eystberg, Turið A. Samuelsen, Røskva S. Nielsen, Sanna S. Gunnarstein, Annika Sigurdsdóttir, Randi S. Wardum og Guðrið G. Eystberg.

VB: Sanja Jevtic, Rannvá Johannessen, Una Nolsøe, Bára K. Mortensen, Rúna M. Jacobsen, Birita H. Olsen, Gurið K. Mortensen, Helga E. Kjærbo, Una Egilsdóttir, Ingrida Kuodyte, Beinta Sigurdsdóttir, Laila Jespersen og Gintare Butkeviciute.

Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder