Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - StÍF (steypakapping)

...

2017-01-22 15:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: StÍF vann 28-25 á Kyndli.

54. min. Kyndil tekur time-out. Levi ger eina góða bjarging. Tórður bjargar í Kyndla málinum.

53. min. Allan skorar til 22-24, og Levi ger eina góða bjarging. Pætur Johansen skorar til 22-25.

52. min. Pætur Joensen skorar til 21-23. Hørður minkar um munin til 22-23.

51. min. Hørður minkar um munin til 20-21. Jógvan skorar til 20-22. Hørður skorar til 21-22.

50. min. Borgar fer í skjótálop, David órógvar hann, og dómt verður brotskast til StÍF, og David verður vístur út í 2. min. Allan tekur sær av tí, og skorar til 19-21.

49. min. Pætur Johansen skorar eitt sera vakurt mál, bólturin fer for uppí høgra hjørn, støðan er 19-20!

48. min. Jógvan javnar til 19-19.

47. min. Hjalti skorar til 18-18. Hjalti skorar aftur, og er støðan nú 19-18.

46. min. Gott verjuspæl frá Marius ger at Kyndil ikki fær møguleikan at avslutta eitt skjótálop. 

45. min. Bjarni skorar til 16-17. Allan skrorar fyri StÍF til 16-18. David skorar til 17-18.

44. min. StÍF tekur time-out. Jan Pauli bjargar skotinum frá Pætur Johansen. 

43. min. ??lavur á stong út. StÍF spælir eitt langt álop hondin fer upp, so tekur Pætur Johansen og roynir seg av, við einum flottum málið skorar hann til 15-17.

42. min. Pætur Johansen fangar bóltin, men fær ikki ordiliga kontrol á honum, hann spælir til Marius, sum skorar til 14-16. Høgni minkar um munin til 15-16, og Allan verður vístur út í 2. min.

41. min. StÍF ger aftur skjótt av, og tað endar við at Borgar skorar til 14-15. Eyðbjørn verður vístur út í 2. min.

40. min. StÍF skorar, men málið telur ikki við, tí spælarin hevur gjørt fet. Hørður verður vístur út í 2. min.

39. min. Tað sæst aftur, at StÍF hevur mist Svein í fyrra hálvleiki. Hjalti javnar til 14-14.

38. min. Tummas Pauli minkar um munin til 13-14.

37. min. Kyndil blakar bóltin vekk. Jan Pauli bjargar skotinum frá Pæturi Joensen.

36. min. Borgar skorar uppá skjótálop til 12-14.

35. min. Levi stendur væl í StÍF málinum, men sigast má at skotini ikki eru tey bestu frá Kyndla skjúttunum.

34. min. Levi bjargar skotinum frá David. Í álopinum sløsa Strandingar bóltin vekk.

33. min. Levi bjargar.

32. min. Hørður minkar um munin til 12-13. David roynur seg, og Marius blokerar skotið út til innkast. 

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er StÍF ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

Kyndil: Jan Pauli, Bartal, David, Hørður, Tummas Pauli, Hans Áki og Høgni.

StÍF: Levi, Pætur Joensen, Pætur Johansen, Marius og Eyðbjørn.

Hálvleikur: Støðan er 11-13 til StÍF. Sveinur sum hevur skorar 8 mál av teimum 13 málinum hjá StÍF hevur fingið beinleiðis reytt kort. Bartal bleiv sendur í skjótálop, og í tí hann skuldi skjóta uppá mál rennur Sveinur inní hann, og fær beinleiðis reytt kort.

Málskjúttar: 

Kyndil: David 4, Tummas Pauli 2, Hjalti 1, Høgni 1, Bartal 1, Bjarni 1 og Hørður 1.

StÍF: Sveinur 8, Allan 4 og Pætur 1.

30. min. Sveinur fær beinleiðis reytt kort! Og brotskast til Kyndil, David tekur sær av ti, og skorar til 11-13.

29. min. Pætur loypur upp úti frá, og kemur uppum allar, hann skorar til 10-13.

28. min. Jan Pauli bjargar skotinum frá Sveini. Bjarni minkar um munin til 10-12.

27. min. Gott verjuspæl frá Kyndli ger, at StÍF ikki klárar at skora uppá eitt skjótálop.

26. min. Allan fangar bóltin frá Kyndli, hann fer í skjótálop og skorar til 9-12.

25. min. Levi bjargar, StÍF ger skjótt av, og tað endar við at Allan skorar til 9-11.

23. min. Levi bjargar skotinum frá David. Jógvan vinnur StÍF eitt brotskast, og tað tekur Sveinur sær av, hann skorar til 9-10, og tað var hansara 8. mál.

21. min. Allan skorar til 8-9, og Hørður verður vístur út í 2. min. Hjalti javnar til 9-9. Jan Pauli bjargar skotinum frá Fríða.

20. min. Levi bjargar skotinum frá David, Høgni fær fatur á bóltinum, sum síðuni verður spældur yvir á høgru síðu til, har Bartal roynir seg, men aftur bjargar Levi.

19. min. Borgar verður aftur vístur út.

18. min. Brotskast til Kyndil, David tekur sær av tí, og skorar til 8-7, nú er Kyndil á odda fyri fyrstu fer í dystinum. Sveinur skorar aftur, hann javnar til 8-8, og tað var hansara 7. mál.

16. min. Tummas Pauli skorar til 7-7.

15. min. Høgni verður sendur í skjótálop, og hann skorar til 6-6. StÍF tekur time-out. Jan Pauli bjargar aftur, men StÍF fær fatur á bóltinum, spælt verður frá høgri til vinstru síðu, og har skorar Sveinur til 6-7.

14. min. Hørður minkar um munin til 5-6. Rógvi verður vístur út í 2. min.

13. min. Kyndil velur nú at mansverja Svein. Hørður fær gult kort. Jan Pauli bjargar skotinum frá Fríða.

12. min. Brotskast til StÍF, og Sveinur tekur sær av tí, hann skorar til 4-6, og tað var hansara 5 mál. Borgar verður vístur út í 2. min. Levi bjargar skotinum frá David.

11. min. Tummas Pauli minkar um munin til 4-5. Hans Áki fær gult kort.

10. min. Sveinur skorar aftur, støðan er 3-5.

9. min. David vinnur Kyndli eitt brotskast, og Sveinur fær gult kort. Hjalti tekur sær av tí, men Levi klárar at bjargar skotinum.

8. min. Tummas Pauli fer gult kort. Jan Pauli bjargar, men Allan fær fatur á returinum.

7. min. Sveinur skorar aftur, støðan er 2-4. David minkar aftur um munin til 3-4.

6. min. Sveinur skorar til 1-3. Av høgra vongi minkar Bartal um munin til 2-3.

5. min. Høgni roynir seg av vinstra vongi, og í málinum ger Levi eina góða bjarging. David á stongina og út.

4. min. David minkar um munin til 1-2.

3. min. Allan skorar uppá skjótálop til 0-2.

2. min. Sveinur skorar til 0-1.

1. min. Tað er Kyndil ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

Kyndil: Jan Pauli, Høgni, Tummas Pasuli, Hjalti, David, Bartal og Hørður

StÍF: Levi, Allan, Pætur, Marius, Sveinur, Fríði og Borgar.

Kyndil tekur í dag móti StÍF í steypakappingini hjá monnum. Tað ber til at fylgja við dystinum á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn, dysturin byrjar klokkan 16:00.

Kyndil: Jan Pauli Toft Johannesen, Tórður Guttesenm Magnus Durhuus, Hjalti Mohr Jacobsen, Tummas Pauli Hanusarson, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Niels Viggo Nielsen, Hans Áki Dal Christiansen, Bartal Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen, Tórvald Abrahamsen, Tróndur Wardum, Bjarni Sørensen, ??lavur av Fløtum Mittún og Hørður Fannar Sigtórsson.

Bonkur: Julian J. Johansen, Bárður Johansen, Leif Kristoffersen og Dávur Clementsen.

StÍF: Carsten Bang, Sámal Weyhe, Levi Nybo, Fríði Djurhuus, Allan Norðberg, Pætur Joensen, Marius Joensen, Sveinur Justinusen, Tummas Simonsen, Bergur Persson, Jógvan Joensen, Eyðbjørn Eirikssen og Rúni Nielsen.

Bonkur: Tomaz Zilberberg, Rósing Hansen og Kjartan Johansen.

Dómarar: Gert Hansen og Heri Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder