Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - StÍF

...

2016-03-20 16:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Myndir frá dystinum koma út á jn.fo seinni í kvøld.

Liðugt: StÍF vann 28-27 á Kyndli.
Málskjúttar: 
Kyndil: David 9, Hjalti 5, Hørður 4, Finnur 4, Bartal 3 og Josef 1.
StÍF: Marius 6, Pætur 5, Kjartan 4, Jógvan 4, Allan 4, Sveinur 3 Borgar 1 og Fríði 1.

60. min. Høgni verður vístur 2. min. av vøllinum.

59. min. Allan verður sendur í skjótálop, og hann skorar til 27-28.

58. min. So er aftur javnleikur, Pætur skorar til 27-27. Nú spæla Kyndil við sjey á álopinum. Kyndil tekur time-out.

56. min. David skorar til 27-25. Allan minkar um munin til 27-26.

55. min. Sveinur minkar um munin til 26-25.

54. min. Jan Pauli ger eina góða bjarging. Hjalti skorar til 26-24.

KÍF vann 29-16 á Team Klaksvík.

52. min. Allan minkar um munin til 25-24.

51. min. So er aftur eitt mál á muni, Pætur minkar um munin til 24-23. Hørður skorar til 25-23.

50. min. Marius verður vístur av vøllinum í 2. min. Eli ger tvær framúr bjargingar.

49. min. Hjalti skorar til 24-21. Kjartan minkar um munin til 24-22, og Kyndil tekur time-out.

Í Kollafirði spæla KÍF og Team Klaksvík. Har eru 55. min. farnir, og støðan er 24-14.

48. min. David skorar til 23-21, og tað var hansara 8. mál.

47. min. Pætur minkar um munin til 22-21.

46. min. StÍF verða dømdir fyri drál.

45. min. Bjarni skorar til 22-20, og Borgar verður vístur 2. min. av vøllinum.

Í Kollafirði spæla KÍF og Team Klaksvík. Har eru 49. min. farnir, og støðan er 21-11.

43. min. David skorar til 21-20. Pole tekur time-out.

42. min. Hjalti skorar til 20-19. Sveinur javnar til 20-20. 

40. min. Sveinur skorar til 18-19. Hjalti javnar til 19-19.

Í Kollafirði spæla KÍF og Team Klaksvík. Har eru 44. min. farnir, og støðan er 18-10.

39. min. Brotskast til Kyndil, Bartal tekur sær av tí og javnar til 18-18.

38. min. So er StÍF aftur á odda, Kjartan skorar til 17-18.

37. min. Marius javnar til 17-17.

36. min. Hørður javnar til 16-16. Josef skorar til 17-16.

35. min. Brotskast til StÍF, Pætur tekur sær av brotskastinum, og skorar til 15-16.

34. min. David javnar til 15-15.

33. min. Báðir málverjarnir hava hvør sína góða bjarging.

32. min. Hørður minkar um munin til 14-15.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. David minkar um munin til 13-15.
Hesir byrja inni:
Kyndil: Tórður, Bartal, Finnur, Hjalti, David, Josef og Hørður.

StÍF: Ísak, Jógvan, Kjartan, Marius, Borgar, Sveinur og Fríði.
Í Kollafirði spæla KÍF og Team Klaksvík. Har eru 32. min. farnir, og støðan er 12-7.

Hálvleikur: Kyndil 12-15 StÍF.
Málskjúttar: 
Kyndil: David 4, Finnur 4, Bartal 2, Hjalti 1 og Hørður 1.
StÍF: Marius 4, Jógvan 4, Kjartan 2, Borgar 1, Sveinur 1, Pætur 1, Allan 1 og Fríði 1.

30. min. Pætur skorar til 11-15. Bartal minkar um munin til 12-15.

28. min. Marius skorar til 10-14. David minkar um munin, støðan er 11-14.

Í Kollafirði spæla KÍF og Team Klaksvík. Har er hálvleikur, og støðan er 10-7.

27. min. Borgar brennur ein 100% møguleika.

Í Kollafirði spæla KÍF og Team Klaksvík. Har eru 28. min. farnir og støðan er 9-6.

24. min. Brotskast til StÍF, og Hans verður vístur 2. min. av vøllinum. Fríði tekur sær av brotskastinum, hann rakar stongina.

23. min. Ísak ger eina góða bjarging, og sendur Marius avstað, sum skorar til 9-13. David minkar um munin við einum sera vøkrum málið, støðan er 10-13.

22. min. So eru tvey mál á muni, Finnur skorar sítt 4. mál, og støðan er 9-11. Sveinur skorar til 9-12.

20. min. Jógvan skorar aftur, og støðan er nú 6-11. Finnur skorar til 7-11. Borgar brennur ein 100% møguleika. Brotskast til Kyndil, og Marius verður vístur 2. min. av vøllinum. Bartal tekur sær av brotskastinum, og skorar til 8-11.

19. min. Pætur verður sendur í skjótálop, men Tórður stórbjargar.

18. min. Finnur minkar um munin til 6-9. Pole tekur time-out. Marius skorar til 6-10.

16. min. Brotskast til StÍF, Tórður kemur á vøllin, men Fríði klárar uttan trupuleikar at skora til 5-9.

15. min. Jan Pauli ger eina góða bjarging. Josef verður sendur í skjótálop, men Ísak bjargar.

13. min. Kjartan skorar fyri StÍF, støðan er nú 5-8. Allan brennur ein stóran møguleika.

12. min. Finnur minkar um munin til 5-7.

11. min. Borgar skorar til 4-6. Brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí, men Ísak stórbjargar. Allan skorar til 4-7, og Hjalti verður vístur 2. min. av vøllinum.

10. min. So er javnleikur, David javnar til 4-4. Marius skorar til 4-5.

9. min. Jógvan skorar til 2-4. Hjalti minkar um munin til 3-4.

8. min. Josef spælir Bárð púra leysan, men brennur. David minkar um munin til 2-3.

6. min. Jógvan brennur ein 100% møguleika.

5. min. Ísak bjargar, Josef fær fatur á returinum, men rakar á stongina - Jógvan verður sendur í skjótálop, og skorar til 1-3.

3. min. Jógvan skorar til 1-2.

2. min. Hørður javnar til 1-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Kjartan skorar til 0-1.
Hesir byrja inni:
Kyndil: Jan Pauli, Josef, David, Hørður, Bárður, Hjalti og Høgni.

StÍF: Ísak, Fríði, Sveinur, Marius, Kjartan, Jógvan og Borgar.

Kyndil tekur móti StÍF í FTZ-deildini. Dysturin byrjar klokkan 16:00, og tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Kyndil:
Josef Abrahamsen, Hanus H. Johansen, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Jan Pauli T. Johannesen, Tórður S. Guttesen, Torvald Abrahamsen, Finnur Hannson, ??lavur av Fløtum Reginson, Tródnur Wardum, Bjarni Sørensen, Bartal Klein Olsen, Hjalti Mohr Jacobsem, Hørður Fannar Sigtórsson og Bárður Johannesen.

Bonkur: Julian J. Johansen, Leif Kristoffersen og Dávur Clementsen.

StÍF: Ísak Olsen, Fríði R. Djurhuus, Danny Brandt, Allan Norðberg, Dávid Danielsen, Pætur Johansen, Sveinur Justinussen, Kjartan Johansen, Eli Gærdum, Borgar M. Person, Jógvan G. Joensen, Marius Joensen og Tummas Simonsen.

Bonkur: Pole J. Hansen, Levi Nybo og Niels Rósing Hansen.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder