Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - Neistin (steypakapping)

...

2016-02-06 23:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Kyndil vann 17-15 á Neistanum, men Neistin er víðari í finaluni.

Málskjúttar:
Kyndil: Turið 7, Bára 2, Marianna 2 Súna 1, Ásleyg 1, Bjarta 1, Gurdun 1, Anna 1 og Randi 1.
Neistin: Marjun 11, Birita 1, Eir 1, Nico 1 og Brynja 1.

Myndir koma út á jn.fo seinni.

60. min. Neistin tekur time-out.

59. min. Kyndil ger klárt at spæla við 7 í álopinum. Turið skorar til 17-15. Bonkurin hjá neistanum fær 2. min.

57. min. Marjun skorar til 16-15, tað var hennara 11. mál. Kyndil tekur time-out. Fríða tekur ein 100% møguleika frá Turið.

56. min. Brotskast til Kyndil, og Jacklin verður víst 2. min. av vøllinum. Turið tekur sær av brotskastinum, og hon skorar til 16-14, tað var hennara 6. mál.

55. min. Brotskast til Kyndil, og Brynja verður víst 2. min. av vøllinum. Bonkurin hjá neistanum fær gult kort. Marianna tekur sær av brotskastinum, men Fríða bjargar.

54. min. Verjan hjá neistanum stendur sera væl í løtuni.

53. min. Brotskast til Neistan, og Turið verður víst av vøllinum í 2. min. Marjun tekur sær av tí, Maja hálvbjargar, men bólturin fer í málið, mál numma 10 hjá Marjuni. Støðan er 15-14.

51. min. Marjun minkar um munin til 15-13, tað var hennara 9. mál.

50. min. So eru trý mál á muni, Súna skorar til 15-12.

47. min. Brotskast til Kyndil, og Eir verður víst av vøllinum í 2. min. Marianna tekur sær av brotskastinum, og skorar til 14-12.

46. min. Randi verður víst av vøllinum í 2. min. Neistin tekur time-out.

45. min. Kyndil ger álopsfeil.

43. min. Eir minkar um munin til 13-12.

42. min. Kyndil tekur time-out.

40. min. Turið skorar til 13-11, tað var hennara 5. mál.

39. min. Brotskast til Neistan, og Randi verður víst av vøllinum í 2. min. Marjun tekur sær av brotskastinum, og skorar til 12-11, tað var hennara 8. mál.

38. min. So eru aftur tvey mál á muni, Ásleyg skorar til 12-10.

37. min. Barbara J verður víst av vøllinum í 2. min.

36. min. Fríða bjargar. Maja ger eina stórbjarging.

35. min. Brotskast til Neistan, Marjun tekur sær av tí, og skorar til 11-10, tað var hennara 7. mál.

34. min. Turið skorar til 11-9, tað var hennara 4. mál.

33. min. So er eitt mál á muni, Marjun skorar til 10-9.

32. min. Nico minkar um munin til 10-8. Randi ger álopsfeil.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. Marjun verður mansvard.

Hesar byrja inni:

Kyndil: Maja, Turið, Randi, Marianna, Bjarta, Bára og Ásleyg.

Neistin: Fríða, Brynja, Lilja, Marjun, Birita J og Nico.

Hálvleikur: Dysturin er sera javnur, tað er tó Kyndil ið klárar at halda einari 3. mál leiðslu. Verjurnar og málverjarnir standa væl, tó eru álopini ikki tey bestu.

Málskjúttar:

Kyndil: Turið 3, Bára 2, Bjarta 1, Gudrun 1, Anna 1, Marianna 1 og Randi 1.

Neistin: Marjun 5, Birita 1 og Brynja 1.

30. min. Marjun skorar til 9-7, tað var hennara 5. mál. Brotskast til Kyndil, og Birita W verður víst av vøllinum í 2. min. Bonkurin hjá Kyndli fær gult kort. Marianna skorar til 10-7.

29. min. Bára skorar til 9-6.

28. min. Aftur verður drál dómt móti Kyndli.

27. min. Brotskast til Neistan, og Turið verður víst av vøllinum í 2. min. Marjun kemur inn at taka brotskastið, og minkar um munin til 8-6, tað var hennara 4. mál.

26. min. Drál verður dómt móti Kyndli.

25. min. Turið verður send í skjótálop, men fær ikki fatur á bóltinum. Marjun er farin av vøllinum við skaða.

22. min. Súna ger álopsfeil. Jacklin rakar á stongina og út.

21. min. Randi skorar til 8-5.

19. min. Kyndil tekur time-out. Nógv fólk eru til dystin.

18. min. Marjun skorar uppá skjótálop, og støðan er 7-5.

17. min. Bonkurin hjá neistanum fær eina átalu.

16. min. Turið skorar uppá skjótálop, støðan er 7-4. Birita ger álopsfeil.

14. min. Neistin tekur time-out. Maja ger aftur eina góða bjarging.

13. min. So eru trý mál á muni, Anna skorar til 6-4. Brynja minkar um munin til 6-4.

11. min. Bjarta skorar til 5-3. Maja ger eina góða bjarging.

10. min. Gudrun verður víst 2. min. av vøllinum.

9. min. Turið skorar til 4-3. Marjun fær gult kort.

8. min. Brotskast til Neistan, og Bjarta fær gult kort, Marjun tekur sær av brotskastinum og javnar til 3-3.

7. min. Eir ger álopsfeil.

5. min. Turið skorar uppá skjótálop, støðan er 3-1. Birita J minkar um munin til 3-2.

4. min. Brotskast til Neistan, og Turið fær gult kort. Marjun tekur sær av brotskastinum, og skorar til 2-1.

3. min. Gudrun skorar til 2-0.

2. min. Bára skorar til 1-0.

1. min. So er dysturin farin í gongd.

Hesar byrja inni:

Kyndil: Maja, Ásleyg, Gurdun, Bára, Anna, Turið og Bjarta.

Neistin: Fríða, Nico, Eir, Brynja, Marjun, Birita og Lilja.

Kyndil tekur í kvøld móti Neistanum í tí seinni hálvfinaluni í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum. Neistin vann fyrru hálvfinaluna 17-14. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum. Dysturin byrjar klokkan 18:00.

Sí toppskjúttalistan her.

Kyndil:Maja Dragoljubovic, Vár Thomsen, Jórun Ludvig, Bára K. Hansen, Súna K. Hansen, Ásleyg Súnadóttir, Bjarta Johansen, Gudrun R. Olsen, Anna Brimnes, Marianna B. Eystberg, Turið A. Samuelsen, Irena Dam, Hanna Hansen, Randi S. Wardum, Lea Djurhuus og Súsanna Petersen.

Bonkur: Beinta Barðardóttir, Andreas F. Hansen, Sophus Dal Christiansen og Hákun Djurhuus.

Neistin:Fríða Petersen, Súsanna Nólsoy, Lilja Mohr, Birita Jacobsen, Eir Berg, Barbara Nólsoy, Barbara Johannesen, Drós Ragnarsdóttir, Marjun Danberg, Nicoleta Hansen, Jacklin Durhuus, Birita Wardum, Brynja Høj, Elisabeth Vang og Rakul Augustinesen.

Bonkur: Flemming Rabel, Eirikur Magnussen og Ása Dam á Neystabø.

Dómarar:Gert Hansen og Arnar Dam.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder