Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - KÍF

...

2015-12-19 01:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Myndir frá dystinum koma út á jn.fo seinni.
Liðugt: Kyndil vann 24-17 á KÍF. Kyndil var nógv tað betra liðið á vøllinum.
60. min. Jan Pauli ger eina góða bjarging.
59. min. Bjarni skorar til 14-16. Jan Pauli ger eina góða bjarging. Poul Finnur skorar uppá skjótálop, støðan er 24-17.
58. min. Hans Eli minkar um munin til 23-16.
57. min. Ludvík skorar til 23-15.
56. min. Brotskast til Kyndil, Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum. Hjalti M. tekur sær av brotskastinum, og skorar til 22-15.
54. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 21-15.
53. min. Bonkurin hjá Kyndli fær 2. min. útvísing, fyri at vera fornógvir spælarar á vøllinum. KÍF mansverja David.
51. min. Eitt sera flott mál frá David, støðan er 21-14.
50. min. Ludvík skorar fyri Kyndil, støðan er 20-14. KÍF tekur time-out. 
48. min. Kyndil mansverja Andrias.
47. min. Kyndil tekur time-out. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 18-14. Hørður skorar uppá skjótálop, støðan er 19-14.
46. min. Rógvi verður vístur 2. min. av vøllinum. 
44. min. KÍF tekur time-out. Jákup minkar um munin til 18-13.
43. min. Emil bjargar aftur, Hørður fær fatur á returinum og skorar til 18-12.
42. min. Høgni skorar uppá skjótálop, støðan er 17-11. Jákup minkar um munin til 17-12.
41. min. Ein sera góð bjarging frá Jan Paula, KÍF fær bóltin aftur.
40. min. Andrias minkar um munin fyri KÍF, støðan er 16-11. Emil  bjargar aftur.
39. min. Emil bjargar. Josef skorar uppá skjótálop, støðan er 16-10.
38. min. Hjalti M. skorar aftur, støðan er nú 15-10.
37. min. Hørður skorar til 14-9. Ási minkar um munin til 14-10.
36. min. Hans Eli minkar um munin til 13-9.
35. min. Brotskast til Kyndil, Hjalti M. tekur sær av tí, og skorar til 13-8
32. min. Emil bjargar. Brotskast til KÍF, tað tekur Andrias sær av, og skorar til 12-8.
31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd.
Hesir byrja inni:
Kyndil: Jan Pauli, Hjalti M., David, Frank, Hørður, Hjalti B. og Høgni.
KÍF: Emil, Rúni, Hans Eli, Ási, Andrias, Teitur og Jákup.
Hálvleikur: Stutt kann sigast um fyrra hálvleik, at liðini ikki hava fingið sítt besta spæl fram. Stóri munurin á liðnum er, at Jan Pauli í Kyndla málinum, tekur nær um alt, meðan málverjarnir hjá KÍF ikki taka tað stóra, støðan er 12-7 til Kyndil.
30. min. Kyndil tekur time-out - 16. sek eru eftir..
29. min. Nú er Kyndil á odda við fimm, Hjalti B. skorar til 12-7.
27. min. Andrias minkar um munin til 10-7. Ludvík skorar til 11-7.
26. min. Jan Pauli bjargar aftur, men KÍF fær bóltin aftur.
25. min. Hørður skorar aftur, støðan er 10-6. Rùni verður vístur 2. min. av vøllinum.
24. min. Teitur minkar um munin til 9-6.
23. min. KÍF fer í skjótálop, men aftur bjargar Jan Pauli. Frank skorar til 9-5.
22. min. Pætur Hjørtur bjargar.
20. min. Aftur ein góð bjarging frá Jan Paula. David verður mansvardur í løtuni.
19. min. Brotskast til KÍF, Tony tekur sær av tí, men Jan Pauli bjargar.
18. min. Høgni fær ikki fatur á bóltinum, sum Jan Pauli sendir honum. KÍF tekur time-out.
14. min. So eru aftur tvey mál á muni, Andrias skorar til 7-5. Hørður fær fatur á einum returi, og hann skorar til 8-5. KÍF skifta nú málverja, Pætur Hjørtur kemur inn fyri Emil.
13. min. Hjalti B. skorar til 7-4.
12. min. Kyndil er nú aftur trý mál á odda, Frank skorar til 6-3. Poul Finnur fær fatur á einum returi, og skorar til 6-4.
11. min. Ási sum hevur verði skaddur seinastu tíðina, er nú komin á vøllin. Hans Eli minkar um munin til 5-3.
10. min. Aftur ein góð bjarging frá Jan Paula.
9. min. So eru aftur tvey mál á muni, Andrias skorar til 4-2. Høgni skorar til 5-2.
8. min. Nøl dómt móti Kyndli, KÍF fer í skjótálop, men Jan Pauli bjargar.
6. min. Andrias minkar um munin til 3-1. So eru aftur trý mál á muni, David skorar til 4-1.
5. min. So er 3-0 til Kyndil. Hjalti B. setur allar av, og skorar.
3. min. Jan Pauli ger eina góða bjarging. Frank skorar til 2-0.
2. min. Hjá KÍF skifta Rógvi og Rùni út, við Fríða og Poul Finnur millum verju og álop.
1. min. So er dysturin settur í gongd. David skorar fyrsta málið í dystinum, støðan er 1-0.
Hesir byrja inni:
Kyndil: Jan Pauli,  Høgni, Hjalti B., Hjalti M., Daivid, Frank og Hørður.
KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Tony, Hans Eli, Rúni og Rógvi.
Kyndil tekur í kvøld móti KÍF. Dysturin byrjar klokkan 20:00, og tað ber til at fylgja beinleiðis við á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Kyndil: Jan Pauli Toft Johannesen, Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen, Hjalti Backmann, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Dávur Clementsen, Tórður S. Guttesen, Tórvald Abrahamsen, Finnur Hansson, Ludvík Sunason, Bjarni Sørensen, Bartal Klein Olsen, Hjalti Mohr Jacobsen, Hørður Fannar Sigtórsson og Frank B. Askildsen.

Bonkur: Julian J. Johansen, Leif Kristoffersen, Bárður Johannesen og Kristian Martin Joensen. 

KÍF: Emil Dam, Pætur Hjørtur Skýlindal, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Poul Finnur Egholm, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus D. Jacobsen.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder