Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - KÍF

...

2016-09-21 18:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: KÍF vann 27-26 á Kyndli. Kyndil og KÍF hava spælt ein góðan hondbóltdyst á Hálsi í kvøld, tað var KÍF ið byrjaði dystin betri, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki tók Kyndil yvir, og tað gjørdu teir til 10. min. inní seinna hálvleik, tá KÍF veruliga kom fyri seg. Støðan var tá 20-15. So seinastu 20. minuttirnar av dystinum vann KÍF 6-12. Góða verjan, og Emil í KÍF málinum stóðu sera væl, og tað smittaði yvir á álopið.

Málskjúttar: 

Kyndil: Hjalti 10, Hørður 4, Høgni 4, David 2, Josef 2, Rógvi 1, Bartal 1 og Tummas Pauli 1.

KÍF: Hans Eli 7, Frederik 5, Ási 4, Andrias 4, Jákup 2, Rógvi 2, Rùni 2 og Teitur 1.

60. min. KÍF tekur time-out 59:36. Andrias skorar til 26-27. Kyndil tekur time-out 59:51. Hjalti prøvar seg av, men rakar ikki málið.

Filmsbrot við seinastu løtuni kemur út á jn.fo seinni í kvøld.

59. min. Høgni skorar frá spíksum til 26-25. Andrias javnar til 26-26.

58. min. Jan Pauli hálvbjargar skotinum frá Hans Eli, sum skorar til 25-25.

57. min. Hjalti á stongina og inn, støðan er 25-24, tað var hansara 10. mál.

56. min. Ási javnar til 24-24.

55. min. Høgni rakar á stongina, Josef fær fatur á bóltinum og skorar til 24-23.

54. min. Bartal leggur Kyndil á odda 23-22. Frederik javnar fyri KÍF til 23-23.

53. min. So er aftur javnleikur, Jákup javnar til 22-22.

52. min. Kyndil tekur time-out.

50. min. So er aftur eitt mál á muni, Rógvi skorar til 22-21.

49. min. Hjalti skorar til 22-20.

48. min. Rógvi verður vístur út í 2. min. Enn ein meistara bjarging frá Emil.

47. min. Jan Pauli bjargar lobbarnum frá Rúna. KÍF fangar bóltin í Kyndlaálopinum, men Frederik fær bóltin á fótin, so Kyndil fær bóltin aftur.

46. min. Emil bjargar skotinum frá David. 

45. min. Nú spæla Kyndil eisini við 7 í álopinum. Ludvík á stongina og út. Frederik hevur minkað munin niður í eitt, støðan er 21-20.

44. min. Emil ger eina góða bjarging. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar stong inn. Støðan er 21-19.

43. min. Frederik minar um munin við einum kanónskotið, støðan er 21-18.

42. min. Bonkurin hjá Kyndli fær gult kort fyri at ávirka dómaraborðið. Hans Eli minkar um munin til 21-17, tað var hansara 6. mál.

41. min. Nú spæla KÍF við 7 í álopinum. Hans Eli minkar um munin til 20-16. Josef skorar fyri Kyndil til 21-16.

40. min. Bartal skorar til 20-15 uppá skjótálop. KÍF tekur time-out.

39. min. Brotskast til Kyndil, tað tekur Hjalti sær av og skorar til 19-15.

38. min. Hans Eli minkar um munin til 17-14. Hjalti skorar til 18-14. Ási minkar um munin til 18-15.

37. min. KÍF mansverja bæði David og Hjalta í løtuni.

35. min. Høgni skorar til 17-12. KÍF skifta málverja Emil kemur inn. Kristoffur verður sendur í skjótálop, men Emil ger eina meistara bjarging. Brotskast til KÍF, og Rógvi D. verður vístur út í 2. min. Rúni tekur sær av brotskastinum og minkar um munin til 17-13.

34. min. Tórður bjargar skotinum frá Frederik.

33. min. Brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí, og skorar til 16-12.

32. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, men fyri honum stendur Tórður og bjargar.

31. min. So er seinni hálvleikur í gongd. KÍF byrja við at mansverja David. Marcus bjargar skotinum frá Hjalta, men Kyndil fær bóltin aftur. Hjalti skorar til 15-12, og er tað hansara 5. mál.

Soleiðis byrja liðini:

Kyndil: Tórður, Høgni, Hjalti, Bartal, Kristoffur, David og Rògvi

KÍF: Marcus, Teitur, Rúni, Rógvi, Jákup, Hans Eli og Frederik.

Hálvleikur: Støðan er 14-12 til Kyndil. Vit hava sæð góðan hondbólt í fyrra hálvleiki, liðini hava verið sera jøvn. Tað var KÍF ið byrjaði betur, men miðskeiðis í hálvleikinum tók Kyndil yvir og førir tí við tveimum málum í hálvleikinum.

Málskjúttar:

Kyndil: Hjalti 4, Hørður 4, David 2, Høgni 2, Rògvi 1 og Tummas Pauli 1.

KÍF: Hans Eli 3, Andrias 2, Ási 2, Frederik 2, Teitur 1, Jákup 1 og  Rógvi 1.

30. min. Kyndil tekur time-out, tíðin vísir 29:12. David skorar til 14-11. Andrias minkar fyri KÍF í seinasta sekundinum til 14-12.

29. min. Rógvi skorar uppá skjótálop, og minkar um munin til 13-11.

28. min. Hans Eli spælur Jákup púra leysan á strikuni, Tórður í Kyndlamálinum bjargar skotinum.

27. min. Hjalti brennur ein 100% møguleika.

26. min. KÍF mansverja í løtuni David.

25. min. Brotskast til Kyndil, og Andrias fær gult kort. Hjalti tekur sær av brotskatinum, og skorar til 13-10.

24. min. Bartal spælir Hørð púra leysan, og Hørður skorar til 12-10.

23. min. Jákup minkar um munin til 11-10. Julian á Kyndla bonkinum fær eina átalu.

22. min. Rógvi D. fær gult kort.

21. min. Kyndil fær brotskast, tað tekur Hjalti sær og, og skorar til 11-9. Jeppe tekur time-out.

20. min. Ási verður dómdur fyri fet.

19. min. Høgni leggur Kyndil á odda 10-9.

18. min. Rógvi skorar uppá skjótálop, og er Kyndil á odda 9-8. Hans Eli verður útvístur í 2. min. Andrias javnar til 9-9.

17. min. Høgni skorar frá egnari hálvu.

16. min. Hjalti minkar um munin til 7-8, og Rùni verður vístur 2. min. av vøllinum. Nú hava KÍF tikið málverjan út, og sett ein eyka útispælara inn.

15. min. Kyndil skifta nú málverja, har Jan Pauli fer út og Tórður inn. Marcus bjargar einum 100% møguleika frá David. Rùni kastar bóltin til Niels Viggo, og kann Kyndil tí fara í álop aftur.

14. min. Marcus bjargar skotinum frá Høgna.

13. min. Kyndil ger álopsfeil, og KÍF ger skjótt av, sum endar við at Teitur sleppir ótarnaður at hoppa inn frá veinginum, og skorar til 6-8.

12. min. So er KÍF aftur á odda, KÍF fer í skjótálop, sum endar við at Hans Eli skorar til 6-7.

11. min. Ási javnar aftur fyri KÍF, støðan er 6-6.

10. min. Ási javnar til 5-5. David leggur Kyndil á odda 6-5.

9. min. Hørður hevur lagt Kyndil á odda 5-4, og Rógvi fær gult kort.

7. min. Teitur fær gult kort. Hans Eli blokkar skotinum frá Tummas Paula, Kyndil fær bóltin aftur, og Tummas Pauli skorar til 4-4.

6. min. Hjalti javnar til 3-3. Frederik leggur KÍF á odda 3-4.

5. min. Hjalti blokerar skotinum frá Hans Eli, Kyndil fer í skjótálop, men har bjargar Marcus í KÍF málinum skotinum frá einum púra fríðum Kyndlaleikara.

4. min. Hørður minkar aftur um munin, støðan er nú 2-3.

3. min. Hans Eli skorar til 0-2. Hørður fær bóltin inná strikuna, og skorar til 1-2. Frederik skorar fyri KÍF til 1-3.

2. min. Marcus bjargar skotinum frá Høgna.

1. min. So er dysturin í gongd. Tað er KÍF ið gevur bóltin upp. Hjalti fangar bóltin í KÍF álopinum, og fer í skjótálop, har hann síðani ger fet. Hans Eli ger skjótt av, og skorar til 0-1.

Soleiðis byrja liðini.

KÍF: Marcus, Teitur, Frederik, Ási, Hans Eli, Rúni og Jákup.

Kyndil: Jan Pauli,  Josef, Tummas Pauli, David, Høgni, Hørður og Hjalti.

Kyndil tekur í kvøld móti KÍF á Hálsi í Havn. Tað ber til at fylgja beinleiðis við dystinum á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum. Dysturin byrjar klokkan 20:00.

Kyndil: Jan Pauli T. Johannesen, Tórður S. Guttesen, Niels Viggo Niclasen, Rógvi D. Christiansen, David Edvardsen, Josef Abrahamsen, Kristoffur Kristoffersen, Jóni G. Viderø, Torvald Abrahamsen, Høgni Klein Olsen, Bartal Klein Olsen, Ludvík Súnason, Tummas Pauli Hanusarson, Hjalti Mohr Jacobsen og Hørður Fannar Sigtórsson.

Bonkur: Julian J. Johansen, Bárður Johannesen, Leif Kristoffersen og Dávur Clementsen.

KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Marcus Møjbjerg J., Andrias Nielsen, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Poul F. Egholm, Atli Hammer, Karstin í Húsinum, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Ási Dam og Jón Suni Kjærbek.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie Joensen, Zeljko Jotic og Magnus Jacobsen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder