JN

Beinleiðis: Kyndil - KÍF

...

2015-04-04 20:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Kyndil vann 21-16 á KÍF.

60. min. David skorar aftur, støðan er nú 21-16.

Myndir frá dystinum verða á jn.fo seinni í kvøld.

59. min. Kyndil tekur time-out. David skorar til 20-16.

58. min. Hans Eli minkar um munin til 19-16.

57. min. Hjalti B. skorar fyri Kyndil, støðan er 19-15.

56. min. Tony fær 2. min.

55. min. David skorar aftur, nú er støðan 18-15.

54. min. David hevur nú lagt Kyndil tvey mál framum, støðan er 17-15.

52. min. Hjalti B. hevur lagt Kyndil á odda 16-15, og KÍF tekur time-out.

Í Hoyvík vann H71 25-21 á StÍF, og eru tí teir, sum skulu spæla finaluna móti VÍF.

51. min. So er aftur javnleikur, tað er Høgni ið javnar fyri Kyndil. Støðan er 15-15.

49. min. Tony fær 2. min. Høgni hevur minkað um munin til 14-15.

48. min. Hjalti B. minkar um munin fyri Kyndil, støðan er nú 13-15.

47. min. Tony vinnur KÍF eitt straffi, Fríði verður settur at taka, og hann skorar til 12-15.

45. min. Kristofer hevur tvær framúr bjargingar.

44. min. Fríði skorar aftur fyri KÍF, støðan er nú 12-14 til KÍF.

43. min. So er KÍF á odda, Kyndil sløsar bóltin burtur, so kann Hans Eli fara í skjótálop, og skora til 12-13.

42. min. Ludvík hevur lagt Kyndil á odda 12-11. Janus javnar aftur til 12-12.

41. min. Janus hevur javnað fyri KÍF, støðan er 11-11.

40. min. Tony hevur minka um munin fyri KÍF, nú er bert eitt mál á muni, støðan er 11-10.

39. min. Bæði liðini brenna hvør sín 100% møguleika.

38. min. Støðan er enn 11-9.

35. min. Fríði skorar enn eitt mál, og støðan er 10-9. Finnur rennur alla verjuna hjá KÍF av, og skorar til 11-9.

34. min. Mladen tekur ein stóran kjans frá Fríða. Ludvík skorar fyri Kyndil, støðan er nú 10-8.

32. min. Nú er bert eitt mál á muni, tað er aftur Fríði ið skorar, støðan er 9-8.

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur. Fríði minkar um munin fyri KÍF, støðan er nú 9-7.

Hálvleikur: Kyndil 9-6 KÍF.

29. min. Fríði fær 2. min. Finnur skorar til 9-6, og KÍF tekur time-out.

27. min. Andrias skorar fyri Kyndil, og er støðan nú 8-6.

26. min. Finnur hevur lagt Kyndil á odda aftur, støðan er nú 7-6.

25. min. Hans Eli javnar til 6-6.

24. min. Kyndil tekur time-out.

21. min. Pætur skorar uppá skjótálop, støðan er nú 6-5.

20. min. Finnur skorar fyri Kyndil, støðan er nú 6-4.

19. min. Verjurnar standa sera væl.

17. min. Kristofer tekur eitt skot frá David.

15. min. Nú er bert eitt mál á muni, Janus minkar um munin fyri KÍF til 5-4.

14. min. Fríði minkar um munin til 5-3.

12. min. Hans Eli verður spældur púra leysur, men Mladen bjargar.

10. min. Ási minkar um munin til 4-2. Kyndil seta spæli skjótt í gongd aftur, og Frank vinnur Kyndli eitt brotskast afturat, Julian skorar til 5-2.

9. min. David skorar til 4-1.

8. min. Bjarni vinnur Kyndli eitt brotskast, Julian verður settur at taka, og hann skorar til 3-1.

7. min. Støðan er enn 2-1 til Kyndil.

4. min. Hjalti B. skorar fyri Kyndil, støðan er nú 2-1.

3. min. Janus javnar til 1-1.

2. min. Frank leggur Kyndil á odda 1-0.

1. min. Dysturin er nú í gongd.

Soleiðis byrja liðini:

Kyndil: Mladen, Høgni, Hjalti B, Hans Arni, Bjarni, Frank og David.

KÍF: Kristofer, Teitur, Fríði, Tony, Rógvi, Janus og Hans Eli.

JN.fo er í høllini á Hálsi í Havn, og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum millum Kyndil og KÍF.

Kyndil: Jan Pauli T. Johannesen, Hans Arni B. Thomsen, Andrias B. Sólsker, Hjalti Bachman, Josef Abrahamsen, Julian Johansen, Torvald Abramamsen, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Mladan Mjerimacka, Hans Áki D. Christiansen, Finnur Hansson, Ludvík Sùnason, Hjalti M. Jacobsen, Bjarni Sørensen og Frank B. Askildsen.

KÍF: Pætur H. Skýlindal, Kristofer Karlsson, Andrias Nielsen, Janus Jakobsen, Pætur Johannesen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Poul Finnur Egholm, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Jákup Trygvason, Ási Dam og Vilhelm Magnussen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder