Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - H71

...

2015-10-16 00:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Les um dystin her.

Liðugt: H71 vann ein fult uppibornan sigur á Kyndil. H71 vann 22-25.

60. min. Peter skorar til 21-25. Josef minkar um munin til 22-25.

59. min. Hørður minkar um munin til 21-24, nú verður Pætur eisini vístur 2. min. av vøllinum - helst hevur hann sagt okkurt við dómarin.

58. min. Kyndil tekur time-out. Tróndur verður vístur 2. min. av vøllinum.

57. min. Kyndil mansverja bæði Mark og Peter. Hjalti M. minkar um munin til 20-24.

56. min. Sigmundur N. verður vístur av vøllinum í 2. min.

55. min. Tóraldur við einari góðari bjarging.

54. min. Tróndur skorar til 19-24.

53. min. Brotskast til Kyndil, og Pætur fær 2. min. Hjalti M. tekur sær av tí, og skorar til 19-23.

52. min. Hørður minkar um munin til 18-23.

51. min. Tróndur skorar fyri H71, og er støðan nú 17-23.

50. min. Josef minkar um munin til 17-22.

49. min. Jónas skorar til 16-22. Frank verður vístur 2. min. av vøllinum, og fær reytt kort, tí hann nú hevur tríggjar útvísingar.

48. min. H71 tekur time-out. 

46. min. Frank minkar um munin til 16-21.

45. min. Kyndil fær ikki spælt seg ígjøgnum H71 verjuna.

44. min. Hjalti M. skorar til 15-21.

43. min. Brotskast til H71, Frank verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas tekur sær av brotskastinum, og skorar til 14-21.

42. min. Peter skorar til 14-20.

41. min. Hjalti M. skorar til 14-19.

40. min. Nú eru fimm mál á muni, Jónas skorar til 13-18. Helgi skorar fyri H71, og er støðan nú 13-19. Sigmundur D. fær 2. min.  

38. min. Kyndil tekur time-out. Nú spæla Kyndil við øllum spælarunum úti, Josef skiftir við málverjan.

37. min. H71 áskoðarnir eru ikki nøgdir við dømingina hjá Hannis og Una Wardum.

36. min. Jónas skorar til 13-17.

34. min. Hans Kári fær 2. min.

33. min. David minkar um munin til 13-16.

32. min. Mark skorar fyri H71, og nú eru aftur fýra mál á muni, støðan er 12-16.

31. min. Dysturin er nú settur í gongd aftur. Hjalti M. minkar um munin til 12-15.

Hesir byrja inni:

Kyndil: Mladen, Høgni, Frank, Hjalti M., Bjarni, David og Hørður.

H71: Ári, Pætur, Hans Kári, Mark, Peter, Tróndur og Sigmundur N.

Hálvleikur: H71 er á odda 11-15 í hálvleikinum. Stutt kann sigast um dystin, at H71 er betra liðið á vøllinum, men Kyndil kemur gott við partar av dystinum.

30. min. Hjalti M. skorar til 11-14. Hans Kári fær seinasta málið áðrenn hálvleik, støðan er nú 11-15.

29. min. Sigmundur N. skorar til 10-14.

28. min. Hans Kári skorar til 10-13.

26. min. Sigmundur N. skorar til 10-12.

25. min. Kyndil mansverja Mark í løtuni. Hjalti B., skorar fyri Kyndil, nú er støðan 10-11.

24. min. H71 tekur time-out.

23. min. Tróndur verður vístur 2. min. av vøllinum. So eru aftur tvey mál á muni, David skorar til 9-11.

21. min. Nógv fólk eru til dystin. Peter skorar til 7-11. David skorar fyri Kyndil, og minkar um munin til 8-11. Kyndil tekur time-out.

20. min. Mark verður vístur 2. min. av vøllinum.

19. min. Brotskast til H71, og Frank verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas tekur sær av brotskastinum, og skorar til 7-10.

18. min. David minkar um munin til 7-9.

17. min. Peter skorar til 6-9.

16. min. Frank skorar, og minkar um munin til 6-8.

15. min. Peter skorar til 4-8. Hørður leggur á Peter, men fær bara 2. min. Peter verður eisini vístur 2. min. av vøllinum. Bjarni minkar um munin til 5-8.

12. min. Mark skorar uppá skjótálop, støðan er nú 4-7.

11. min. Mark skorar fyri H71, og eru teir nú á odda við tveimum, støðan er 4-6. Framúr góð bjarging frá Ára.

10. min. Peter skorar fyri H71, og eru teir nú á odda 4-5.

9. min. Pætur javnar til 4-4.

8. min. David leggur Kyndil á odda 4-3.

7. min. Jónas fær 2. min. Góð bjarging frá Ára. Pætur javnar til 3-3.

6. min. Helgi lobbar bóltin uppum Mladen, og minkar um støðuna til 3-2.

5. min. Frank skorar av strikuni, støðan er 2-0. Mark minkar um munin til 2-1. Hørður skorar til 3-1.

4. min. Ári er eisini komin væl frá byrjan.

3. min. Tvær góðar bjargingar frá Mladen.

2. min. Brotskast til Kyndil, og tað skorar Hjalti uppá, støðan er 1-0.

1. min. So er dysturin í gongd:

Hesir byrja inni:

Kyndil: Mladen, David, Hjalti M., Frank, Ludvík, Finnur og Hørður.

H71: Ári, Jónas, Mark, Helgi, Tróndur, Peter, Pætur.

Dysturin millum Kyndil og H71 byrjar klokkan 19:30.

Kyndil: Eli Muller, Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen, Hjalti Backman, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Mladen Meri, Mjerimacka, Torvald Abrahamsen, Finnur Hansson, Ludvík Sunason, ??lavur av Fløtum Reginson, Bjarni Sørensen, Bartal Klein Olsen, Hjalti Mohr Jacobsen, Hørður Fannar Sigtórsson og Frank B. Askildsen.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hofgaard, Mark Lausen Marcher, Djóni V. Højgaard, Eindri Frýdal, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Oddur Bach, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Peter Krogh, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.

Dómarar: Hannis og Uni Wardum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder