Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - VÍF (VÍF smurdi KÍF av)

...

2017-04-01 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: VÍF vann 29-18 á KÍF.

Tað var KÍF ið byrjaði nógv betur, og komu á odda 12-6 eftir 20. min, VÍF fekk minkað munin niður í 12-8 til hálvleiks. Í seinna hálvleiki rann VÍF undan KÍF og vann dystin 18-29.

Sí myndir HER.

Málskjúttar: 

KÍF: Rúni 7, Fríði 3, Andrias 3, Tony 2, Frederik 1 og Teitur 1.

VÍF: Filip 9, Áki 7, Julian 5, Sjúrður 3, Bjarti 3 og Andrias 2.

60. min. Andrias Eriksen skorar til 18-29.

59. min. Andrias minkar um munin til 18-28. Teitur verður vístur av vøllinum í 2. min.

58. min. Brotskast til VÍF, og Tony verður vístur út í 2. min. Filip tekur sær av tí, og skorar til 17-28.

57. min. Ingi tekur time-out. Eitt sera flott mál frá Áka til 17-27.

56. min. Tony skorar til 17-25. Andrias økir um munin fyri VÍF til 17-26. 

55. min. Áki skorar uppá ein flúgvara til 16-25. Rói verður vístur út í 2. min.

54. min. Sjúrður skorar til 16-24. Tað riggar einki hjá KÍF, og hava teir bert fingið 4 mál seinastu 34. minuttirnar.

53. min. Andrias skorar til 16-23. So fær Eyðun ikki dómt meira, og fer av vøllinum, So Thomas Juul dømir sjálvur.

51. min. Brotskast til VÍF, og Ási verður vístur út í 2. min. Dómarnir geva Ása reytt kort, tí hann hevur fingið 3 útvísingar. Filip skorar til 15-22. Andrias og Hanus tveita seg eftir bóltinum, og Hanus rakar dómaraborði. Sjúrður skorar til 15-23.

50. min. Andrias minkar um munin til 15-21, og Ingi tekur time-out.

49. min. Bonkurin hjá KÍF fær gult kort. Julian skorar til 13-21. Rúni minkar um munin til 14-21.

48. min. Mladin bjargar, og Filip fær bóltin, hann kastar frá egnari hálvu í KÍF málið til 13-20. Seinastu 28. minuttirnar hevur bert fingið eitt mál, tá var støðan 12-6.

47. min. Bjarti skorar til 13-18. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og Mladin bjargar.  Bjarti skorar aftur, støðan er 13-19.

46. min. Sjúrður økir um munin til 13-17. Støðan var eftir 20. min. 12-6 til KÍF. Eyðun dómarin hevur ilt í beininum og fær ikki runni.

45. min. Áki skorar til 13-16. KÍF hevur fingið eitt mál seinasta 25. minuttirnar.

44. min. Brotskast til VÍF, KÍF roynir at seta Emil inn, men hann fær einki gjørt við skotið frá Filip, sum skorar til 13-15.

43. min. KÍF verður dómt fyri drál, og Ási verður vístur út í 2. min. Bonkurin hjá KÍF er altannað enn nøgdur við dømingina hjá Eyðun og Thomas Juul. Marcus ger eina framúr bjarging.

42. min. Áki skorar til 13-14. Andrias verður vístur út í 2. min.

41. min. Fríði javnar til 13-13, fyrsta málið hjá KÍF í 21. min.

40. min. So er VÍF á odda fyri fyrstu fer, Julian skorar til 12-13.

39. min. Áki javnar til 12-12, og Jeppe tekur time-out. Tað eru 19. min síðani KÍF fekk sítt seinasta mál, tá var støðan 12-6. KÍF spælarnir føla seg snýttar fyri brotskast. Fríði á stongina, og VÍF fær bóltin.

38. min. Andrias á stongina, og VÍF fær bóltin. KÍF fer í skótálop, og Mladin bjargar. 

37. min. Áki á stong út.

36. min. Skotið frá Ása fer viðsíðurnarav málinum.

35. min. Mladin bjargar skotinum frá Fríða. Áki verður dómdur fyri fet.

34. min. Áki á stong út. Tað eru 14. min. síðani KÍF fekk sítt seinasta mál, tá var støðan 12-6.

33. min. Andrias fær bóltin í málið, men tað telur ikki við tí hann verður dómdur fyri fet.

32. min. KÍF kastar bóltin útav vøllinum, VÍF roynir at kasta beinleiðis í mál, Ási hoppar upp beint áðrenn bólturin fer í mál, og ger at hann ikki fer í mál, Ási fær útvísing, og brotskast til VÍF. Filip minkar um munin til 12-10. So er eitt mál á muni, Filip kastar frá egnari hálvu til 12-11.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er VÍF ið byrjar við bóltinum. Julian minkar um munin til 12-9.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus, Frederik, Andrias, Tony, Fríði og Ási. (KÍF hevur eina útvísing)

VÍF: Mladin, Bjarti, Áki, Julian, Filip, Sjúrður og Agnar.

Hálvleikur: Støðan er 12-8 til KÍF.

Málskjúttar:

KÍF: Rúni 6, Fríði 2, Frederik 1, Teitur 1, Tony 1 og Andrias 1.

VÍF: Filip 3, Julian 2, Áki 2 og Bjarti 1.

30. min. Andrias verður dómdur fyri fet. Brotskast til VÍF, og Rúni fær eina útvísing í 2. min. Filip tekur sær av brotskastinum, og Marcus bjargar. KÍF ger skjótt av, og Andrias roynir seg, Mladin bjargar.

29. min. Skotið frá Andrias fær beint viðsíðurnarav málinum hjá VÍF. Marcus bjargar skotinum frá Filip.

28. min. Skotið frá Bjarta fer uppum. Jeppe tekur time-out, tað eru 8. min síðani KÍF fekk sítt seinasta mál, og 4. min. síðani VÍF fekk sítt seinasta.

27. min. Skotið frá Filip fær á stongina, og Sjúrður fær fatur á returinum, Filip roynir seg aftur, og hesufer bjargar Marcus.

26. min. Rógvi fær sera ilt í høgra bein, og tí er steðgur í spælinum. Rógvi spælir helst ikki meira í dag. Rógvi fær hjálp at koma av vøllinum, og samstundis fær hann eitt gult kort. Dysturin er í gongd aftur.

25. min. Mladin ger eina góða bjarging, tá ið Rógvi roynir seg av høgra vongi. KÍF er á veg í skjótálop, men sendingin frá Fríða fer ov langt.

24. min. Filip minkar um munin til 12-8.

23. min. Rùni hjá VÍF fær gult kort. 

22. min. Tony fær gult kort. Marcus bjargar skotinum frá Filip.

21. min. Mladin bjargar skotinum frá Fríða.

20. min. Brotskast til KÍF, og Áki fær gult kort. Rúni tekur sær av brotskastinum, og skorar til 12-6. Ingi tekur time-out. Filip minkar um munin til 12-7.

19. min. Hanus roynir at skrúa boltin í málið, men tað eydnast ikki hjá honum.

18. min. Marcus bjargar skotinum frá Filip.

17. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar til 11-6.

16. min. Rúni skorar til 10-5. Julian minkar um munin til 10-6. Áskoðarnir hoyrast væl í dag.

15. min. Nú roynir VÍF at taka málmannin út, og seta ein eyka í álopið. Julian brennur ein risa møguleika.

14. min. Mladin bjargar skotinum frá Fríða. Rógvi skorar til 9-5, og samstundis fær Hanus eina útvísing í 2. min.

13. min. Marcus bjargar skotinum frá Julian, Agnar fær returin, og aftur bjargar Marcus.

12. min. Rùni hjá KÍF verður vístur 2. min. av vøllinum. Agnar skorar, men málið verður ikki talt við tí hann ger yvirtrakk. KÍF roynir seg við øllum í álopinum.

11. min. Gott verjuspæl frá KÍF ger at VÍF ikki sleppir at avslutta eitt skjótálop. Marcus bjargar skotinum frá Julian.

10. min. Áki á stong út. Rógvi verður spældur púra leysur á strikuni, men í VÍF málinum bjargar Mladin.

9. min. Brotskast til KÍF, og Rói fær gult kort, Rúni tekur sær av brotskastinum, og hann skorar til 8-5.

8. min. Andrias skorar til 7-5. Marcus ger góða bjarging tá ið Sjúrður roynir seg av vinstra vongi.

7. min. Filip minkar um munin til 6-5.

6. min. Ein feilur frá Filip kostar mál í hinum endanum, Fríði skorar uppá skjótálop til 6-3. Bjarti minkar um munin við einum flottum málið til 6-4.

5. min. Áki minkar um munin til 4-3. Tony skorar til 5-3.

4. min. Frederik skorar til 4-2.

3. min. Rùni fær gult kort. Frederik og Andrias skifta millum verju og álop. Áki javnar til 2-2. Fríði skorar til 3-2.

2. min. Julian javnar til 1-1. Teitur skorar til 2-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar við bóltinum. Brotskast til KÍF, tað tekur Rùni sær av, og skorar til 1-0.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus, Rúni, Fríði, Ási, Andrias, Teitur og Tony.

VÍF: Mladin, Filip, Sjúrður, Julian, Áki, Bjarti og Rói.

Klokkan 18:00 í kvøld er ein sannur oddadystur á skránni í Kollafirði, tá ið KÍF tekur móti VÍF. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo har vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Marcus Mølbjerg, Andrias Nielsen, Karstin í Húsinum, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Frederik Sørensen, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Ási Dam og Hjalti H. Matras.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

VÍF: Sámal Joensen, John R. Nielsen, Magnus Muller, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Uni H. Petersen, Bjarti Hansen, Mladin Mjerimacka, Sjúrður Olsen, Rói Lamhauge og Filip Jojic.

Bonkur: Ingi Olsen, Hjalmar K. Olsen, Jóngerð M. Nielsen og Jákup Durhuus.

Dómarar: Thomas Juul S. Thomsen og Eyðun Samuelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder