Ítróttur

Beinleiðis: VÍF er í FM-finaluni - VÍF vann 28-32 á KÍF

...

2016-04-13 20:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SÍ myndir HER:

Liðugt: VÍF vann 28-32 og er í FM-finaluni. KÍF minkaði um munin niður í eitt mál beinavegin í fyrra hálvleiki, men so fór VÍF og Filip í gongd aftur, og komu uppá 27-21 áðrenn KÍF fekk vent sær. Dysturin endaði 28-32 til VÍF. Filip Jojic fekk 15 mál.

Málskjúttar: 

KÍF: Hans Eli 7, Teitur 5, Rúni 4, ´Fríði 3, Tony 3, Ási 3, Poul Finnur 2 og Rógvi 1.

VÍF: Filip 15, Julian 6, Áki 5, Selvig 3, Hanus 2 og Heini 1.

60. min. Brotskast til KÍF. Teitur tekur sær av tí, men Niklas bjargar. Rógvi skorar uppá returin, støðan er 28-32.

59. min. Teitur minkar um munin til 27-32.

58. min. Hans Eli minkar um munin til 26-32. VÍF tekur time-out. Julian verður vístur av vøllinum í 2. min.

57. min. Hanus skorar til 25-31. Selvig skorar til 25-32.

56. min. Emil ger aftur eina góða bjarging, og Teitur skorar uppá skjótálop, støðan er 25-30. Emil ger enn eina bjarging.

55. min. Emil ger eina góða bjarging.

54. min. Hanus skorar til 24-30.

53. min. Drál verður dómt móti VÍF. KÍF tekur time-out. Niklas bjargar skotinum frá Fríða.

52. min. Áki skorar til 24-29. Tað sær bara meira og meira út til, at VÍF skal í FM-finalurnar saman við H71.

51. min. Brotskast til KÍF, og Sámal verður vístur 2. min. av vøllinum. Hans Eli tekur sær av tí, og skorar til 24-28.

50. min. Pætur verður vístur av vøllinum í 2. min. Áki skorar til 23-28.

49. min. Hanus verður dómdur fyri fet. Niklas bjargar skotinum frá Hans Eli.

48. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av brotskastinum, og skorar til 23-27, tað var hansara 5. mál. VÍF tekur time-out. 

47. min. Jaspur bjargar.

46. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av brotskastinum, og skorar til 22-27.

45. min. So skoraði Filip aftur, støðan er 21-27, og Filip hevur fingið 15. mál.

44. min. Fríði minkar um munin til 21-25. So eru aftur fimm mál á muni, Áki skorar til 21-26.

43. min. Jaspur bjargar skotinum frá Filip.

42. min. Brotskast til VÍF, og Ási verður vístur 2. min. av vøllinum. Filip skorar aftur, nú hevur hann fingið 14 mál, og støðan er 20-25.

41. min. Brotskast til VÍF, KÍF skifta málverja, Emil kemur inn. Filip tekur sær av brotskastinum, og skorar til 19-24, tað var hansara 13. mál. Jákup verður vístur 2. min. av vøllinum. Hans Eli skorar uppá skjótálop, og støðan er 20-24.

40. min. Filip skorar til 19-23, og tað var hansara 12. mál. KÍF tekur time-out.

39. min. Ási verður vístur av vøllinum í 2. min. Bonkurin hjá KÍF fær gult kort. Julian skorar til 19-22. KÍF ger álopsfeil.

37. min. Julian skorar til 18-21. Hans Eli skorar til 19-21.

36. min. Filip fær bóltin frá KÍF, Fríði fellur hann, og Fríði verður vístur av vøllinum í 2. min. Brotskast til VÍF. Samstundis fær Nuunu 2. min, fyri at brúka seg. Filip tekur sær av brotskastinum, og skorar til 18-20.

35. min. Jaspur bjargar skotinum frá Julian.

34. min. Hans Eli sendir Rúna ein flúgvara, sum hann skorar uppá, støðan er 18-19.

33. min. VÍF blakar bóltin útav síðulinjuni. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og skorar hansara 10. mál, støðan er 17-19.

32. min. So er eitt mál á muni, Rúni skorar til 17-18.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. VÍF byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

KÍF: Jaspur, Teitur, Pætur, Hans Eli, Tony, Rùni og Rógvi.

VÍF: Niklas, Nuunu, Filip, Julian, Áki og Selvig.

Hálvleikur: VÍF fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin, og Filip skoraði fýra tey fyrstu málini í dystinum. Tá kom KÍF betri við, og komu teir uppá 5-6 áðrenn VÍF aftur dróg frá. Annars gjørdu liðini nógvar feilir miðskeiðis í fyrra hálvleiki, VÍF hevur havt eina 3-4 málsleiðslu meginpartin av dystin, men Teitur skoraði tvær ferðir í seinasta minuttinum, soleiðis at hálvleiksstøðan er 16-18. 

Málskjúttar:

KÍF: Tony 3, Teitur 3, Ási 2, Fríði 2, Rúni 2, Poul FInnur 2 og Hans Eli 1.

VÍF: Filip 9, Selvig 2, Hanus 2, Julian 2, Áki 2 og Heini 1.

30. min. Hanus verður vístur 2. min. av vøllinum. Teitur minkar um munin til 15-18. Teitur skorar til 16-18 uppá skjótálop.

29. min. Fríði minkar um munin til 14-17. Selvig skorar til 14-18.

28. min. Filip skorar aftur, støðan er 13-16, tað var hansara 8. mál. Brotskast til VÍF, og Hans Eli verður vístur av vøllinum í 2. min. KÍF skifta málverja, Jaspur kemur inn. Filip tekur sær av brotskastinum, og skorar til 13-17, tað var hansara 9. mál.

27. min. Rúni minkar um munin til 12-15. Teitur skorar uppá skjótálop, støðan er 13-15.

Sí toppskjúttalistan her, og fair-play listan her.

26. min. VÍF tekur time-out. Filip skorar, og tað er hansara 7. mál. Støðan er 11-15.

25. min. Rúni minkar um munin til 11-13. Heini skorar til 11-14.

24. min. KÍF mansverja Áka.

23. min. Filip skorar til 10-13. Filip verður vístur av vøllinum í 2. min. Brotskast til KÍF, Tony tekur sær av tí, og Niklas bjargar.

22. min. Tony skorar til 10-12.

21. min. Nú er Niklas aftur í VÍF málinum. Emil bjargar. 

20. min. Brotskast til KÍF, og Nuunu verður vístur av vøllinum í 2. min. Tony tekur sær av brotskastinum, og skorar til 9-12.

19. min. Emil bjargar. Selvig fær gult kort.

18. min. VÍF mansverja Hans Eli.

17. min. Hans Eli minkar um munin til 8-11. Selvig skorar til 8-12.

16. min. Høgni er komin í málið hjá VÍF, Niklas hevur fingið ilt í beini. Tony verður vístur 2. min. av vøllinum. Brotskast til VÍF, tað tekur Filip sær av, og skorar til 7-11, tað var hansara 5. mál.

15. min. Hanus skorar til 6-10. Sámal verður vístur 2. min. av vøllinum.Brotskast til KÍF, tað tekur Tony sær av, og skorar til 7-10.

14. min. KÍF ger fleiri feilir í uppspælinum, Hanus skorar til 5-9. Niklas hálvbjargar, og skotið frá Ása endar í málinum, støðan er 6-9.

13. min. Áki skorar til 5-8. Niklas bjargar aftur.

12. min. Niklas ger eina góða bjarging, men dómt verður brotskast til KÍF. Tað tekur Poul Finnur sær av, men Niklas bjargar.

11. min. Filip blakar bóltin av vøllinum. So er eitt mál á muni, Poul Finnur minkar um munin til 5-6. Áki skorar til 5-7.

10. min. Julian skorar til 3-6. KÍF skifta málverja, Emil kemur inn fyri Jaspur. Poul Finnur minkar um munin til 4-6.

9. min. Jaspur bjargar skotinum frá Filip. Fríði minkar um munin til 3-5. KÍF dekka í løtuni 4-2. Rógvi fær gult kort.

8. min. Flott mál frá Ása, støðan er 2-5. Bonkurin hjá KÍF fær eina átalu.

7. min. Teitur fær gult kort. Julian skorar til 1-5.

6. min. Nuunu fær gult kort. Ási minkar um munin til 1-4.

5. min. Hans Eli blakar bóltin vekk. Filip skorar til 0-4. KÍF tekur time-out.

4. min. Sámal fær gult kort.

3. min. Hans Eli rakar á stongina og út. Filip skorar til 0-3.

2. min. Filip skorar til 0-1. Filip skorar eisini til 0-2.

1. min. So er dysturin farin í gongd. KÍF byrjar við bóltinum. Niklas bjargar. Fríði fær fanga bóltin frá VÍF, men blakar hann vekk aftur.

Hesir byrja inni:

KÍF: Jaspur, Teitur, Fríði, Tony, Ási, Hans Eli og Poul Finnur.

VÍF: Niklas, Hanus, Filip, Nuunu, Sámal, Selvig og Andrias.

KÍF tekur í kvøld móti VÍF í FTZ-deildini hjá monnum, dysturin byrjar klokkan 20:00, og tað ber til at fylgja honum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Enn er seinna FM-finaluliðið ikki funnið, men vinnur VÍF í kvøld, so eru tað teir ið skulu leika FM-finalurnar móti H71, les meira um tað her

Sí toppskjúttalistan her, og fair-play listan her.

KÍF: Emil Dam, Jaspur við Garð, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Pætur J. Debess, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rógvi Weyhe, Rùni Joensen, Jákup Trygvason, Ási Dam og Poul Finnur Egholm.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Magnus D. Jacobsen og Andrias Nielsen.

VÍF: Sámal Joensen, Jóhan í Garðastovu, Sjúrður Olsen, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Høgni Johansen, Agnar Joensen, Heini Hanusarson, Filip Jojic og Niklas Selvig.

Bonkur: Ingi Olsen, Dejan Lacok, Jákup Durhuus og Jóngerð M. Nielsen.

Dómarar: Hannis Wardum og Heri Petersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder