Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - VÍF

...

2015-12-05 23:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Myndir frá dystinum koma á JN.fo seinni í kvøld.

Liðugt: KÍF vann 31-28 á VÍF! KÍF fekk eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik, og fór frá VÍF við tað sama, og tað kláraðu teir at halda allan seinna hálvleik.

Málskjúttar: 

KÍF: Hans Eli 10, Andrias 6, Teitur 5, Jákup 4, Rùni 3 og Fríði 3.

VÍF: Filip 10, Áki 7, Julian 6, Hanus 3 og Nuunu 2.

60. min. Filip skorar, men dómt verður álopsfeilur móti Julian. 

59. min. Filip hevur minaka um munin til 30-28, tað var hansara 10 mál. Hans Eli skorar til 31-28, mál nummar 10. Hans Eli verður vístur 2. min. av vøllinum. Emil bjargar!

58. min. Jeppe tekur time-out.Teitur rennur frá øllum og skorar til 30-26. Filip minkar til 30-27. Flott verjuspæl frá KÍF, tá Nuunu verður sendur í skjótálop.

57. min. Áki rakar ikki málið.

56. min. Magnus bjargar. VÍF fær brotskast, Áki verður settur at taka, og skorar til 29-26. Bæði Hans Eli og Andrias verða mansvardir.

55. min. Hans Eli skorar til 29-24, Hans Eli er nú á 9 málum. Áki minkar um munin til 29-25, Áki er nú á 6 málum.

54. min. Teitur skorar eitt flott mál, støðan er 28-24. Magnus og Niklas skifta, Magnus er nú í VÍF málinum. 

53. min. Áki minkar aftur um munin, nú er Áki á 5 málum, støðan er 27-24.

52. min. Áki skorar eitt sera nemt mál, støðan er 26-23. So eru aftur 4 mál á muni, Fríði skorar til 27-23.

51. min. Hans Eli skorar, støðan er nú 26-22, Hans Eli hevur nú fingið 8 mál. Ingi tekur time-out.

50. min. Emil bjargar.

48. min. Hans Eli skorar fyri KÍF, støðan er nú 25-21. Mál nummar 7 hjá Hans Eli. Filip minkar um munin til 25-22, mál nummar 8 hjá honum.

47. min. Andrias(KÍF) verður vístur 2. min. av vøllinum. Emil bjargar.

45. min. So minkar Hanus aftur um munin, støðan er 24-21. Jeppe tekur time-out.

44. min. So eru aftur 5 mál á muni, Andrias skorar til 24-19. Hanus minkar um munin til 24-20.

43. min. Filip minkar um munin til 23-19. Filip hevur nú fingið 7 mál.

42. min. Tony verður vístur 2. min. av vøllinum.

41. min.  So eru 6 mál á muni, Jákup skorar til 23-17. Nuunu minkar um munin til 23-18.

40. min. Andrias skorar aftur, støðan er nú 22-17. 5 málið hjá Andriasi.

39. min. Julian minkar um munin fyri VÍF, støðan er 21-17.

38. min. So eru aftur fimm mál á muni, Andrias skorar til 21-16.

36. min. So eru fimm mál á muni! Rúni skorar til 20-15. Hanus minkar um munin til 20-16.

35. min. Filip verður mansvardur nú VÍF eru tveir mans í undirtal.

34. min. Áki verður vístur 2. min. av vøllinum. Danny verður vístur 2. min. av vøllinum! So eru fýra mál á muni, Teitur skorar til 19-15!

33. min. Rúni skorar uppá skjótálop, støðan er 18-15 til KÍF.

32. min. Julian minkar um munin, støðan er 16-15. So skorar Fríði, støðan er 17-15.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. So er KÍF aftur á oddad við tveimum, Jákup skorar til 16-14.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Hans Eli, Fríði, Rùni og Jákup.

VÍF: Niklas, Danny, Áki, Heini, Sámal, Filip og Hanus.

Hálvleikur: KÍF er á odda við einum móti VÍF, støðan er 15-14. Vit hava sæð sæð gott hondbólt spæl í fyrra hálvleiki, har VÍF byrjaði betur, men KÍF fekk stýr á verjuna, og síðani hevur dysturin verið sera javnur. 

Málskjúttar:

KÍF: Hans Eli 6, Andrias 3, Teitur 2, Jákup 2, Rúni 1 og Fríði 1.

VÍF: Filip 6, Julian 4, Áki 3 og Nuunu 1.

30. min. Julian javnar til 14-14. Jeppe tekur time-out. Teitur skorar uppá so kallaðan flúgvara! Støðan er 15-14.

28. min. Filip minkar aftur, støðan er nú 14-13.

27. min. Filip minkar um munin fyri VÍF, støðan er nú 13-12. Mál nummar 5 hjá Filip. Fríði skorar fyri KÍF, støðan er nú 14-12.

26. min. So er KÍF á odda við tveimum, eitt sera flott mál frá Hans Eli, støðan er 13-11. Hans Eli hevur nú skora 6 mál. Bonkurin hjá KÍF fær gult kort.

23. min. So er KÍF á odda, Hans Eli skorar til 12-11. Pætur Hjørtur bjargar. 

22. min. Brotskast til VÍF, Áki tekur sær av tí, og skorar til 10-11. Eitt sera flott mál frá Jákup, støðan er nú 11-11.

21. min. Hans Eli javnar aftur fyri KÍF, støðan er 10-10. Magnus er í løtuni í málinum hjá VÍF.

20. min. Filip skorar aftur fyri VÍF, støðan er nú 9-10. Hann hevur nú fingið fýra mál.

19. min. Tað sær út til, at KÍF hevur fingið eitt sindur betur stýr á verjuni. Ingi tekur time-out.

18. min. So var aftur javnleikur, Jákup javnar til 9-9.

17. min. So var aftur javnleikur, Andrias javnar til 8-8. Filip skorar til 8-9.

16. min. Niklas bjargar. Filip fer einki burtúr skjótálopinum, sum hann var sendur í.

15. min. Emil við einari bjarging. Og verður samstundis skiftir út, Pætur Hjørtur kemur inn á vøllin.

14. min. Hans Eli minkar um munin, støðan er nú 7-8.

13. min. Rúni fær fatur á returinum, og minkar um munin, støðan er 6-7. Julian skorar aftur fyri VÍF, støðan er 6-8.

12. min. Áki skorar, nú er støðan 5-7.

11. min. Nuunu og Sámal skifta eisini millum verju og álop.

10. min. Andrias javnar fyri KÍF, støðan er nú 5-5. Julian skorar fyri VÍF, støðan er 5-6. Rógvi verður vístur 2. min. av vøllinum.

9. min. Síðani dystur byrjar hava VÍF havt eina hálva mansuppdekkin á Andrias, meðan KÍF dekka 6-0. 

8. min. So skorar Filip aftur, VÍF er nú á odda við tveimum, støðan er 3-5. Andrias minkar um munin fyri KÍF, støðan er 4-5.

7. min. Áki skorar, nú er VÍF aftur á odda, støðan er 3-4.

6. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 3-3.

5. min. Teitur javnar til 2-2. Nuunu skorar fyri VÍF, støðan er nú 2-3.

4. min. Tony brennur ein 100% møguleika, tá hann verður sendur í skjótálop. Filip hevur lagt VÍF á odda 1-2.

3. min. Hans Eli javnar til 1-1.

2. min. Heini og Julian skifta millum verju og álop hjá VÍF. Hjá KÍF skifta Poul Finnur og Fríði við Rógva og Rúna millum verju og álop.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Julian skorar fyri VÍF, støðan er 1-0.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Hans Eli, Rúni, Tony og Rógvi.

VÍF: Niklas, Hanus, Filip, Julian, Áki, Andrias og Nuunu.

Tað er toppdystur á skránni í Kollafirði klokkan 18:00. KÍF og VÍF møtast, og tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á JN.fo, har vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

Ási Dam er ikki millum spælarnar hjá KÍF í dag.

Les eisini: VÍF styrkir hópin.

Nicklas Selvig er nú VÍF-ari.

KÍF: Emil Dam, Pætur H. SKýlindal, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Poul Finnur Egholm, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen og Jákup Trygvason.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Magnus D. Jacobsen og Ási Dam.

VÍF: Sámal Joensen, Rúni Joensen, Sjúrður Olsen, Jóhan í Garðastovu, Danny Brandt, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Magnus Matras, Agnar Joensen, Heini Hanusarson og Filip Jojic.

Bonkue: Ingi Olsen, Dejan Lacok og J. Durhuus.

Dómarar: Niclas Niclasen og Alexander Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder