Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - VÍF (steypakapping)

...

2016-01-30 01:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Steypavinnarnir frá í fjør eru úti, KÍF vann 27-23 á VÍF. 

Málskjúttar: 

KÍF: Hans Eli 11, Tony 5, Andrias 2, Fríði 2, Teitur 2, Rúni 2, Ási 2 og Rógvi 1.

VÍF: Filip 6, Niklas 5, Áki 5, Hanus 4, Julian 1, Andrias 1 og Agnar 1.

60. min. Selvig minkar um munin til 26-23. Tony skorar til 27-23.

59. min. Heini verður útvístur í 2. min. Brotskast til KÍF, tað tekur Hans Eli sær av og skorar til 26-22.

58. min. Nú verður Andrias mansvardur. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 25-22, tað var hansara 10. mál!

57. min. Tony skorar til 24-22. Jaspur bjargar.

56. min. Ási skorar til 23-21. Julian minkar um munin til 23-22.

55. min. Agnar minkar um munin til 22-21.

54. min. Niklas bjargar aftur. Hanus fær av vøllinum við skaða. Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum.

53. min. Niklas bjargar skotinum frá Andrias. Áki kastar bóltin av vøllinum.

Samrøður og myndir koma út á jn.fo seinni.

52. min. Brotskast til VÍF, Áki tekur sær av tí, og skorar til 22-20. KÍF tekur time-out.

51. min. Tony skorar til 22-19.

50. min. Niklas ger eina stórbjarging. Áki minkar um munin til 21-19.

49. min. Rúni skorar eitt sera vakurt mál, støðan er 20-18. Tony skorar uppá skjótálop, støðan er 21-18. Filip fær beinleiðis reytt kort fyri at fella Rógva, og Rógvi fær 2. min. Jaspur bjargar.

48. min. Jaspur bjargar aftur skotinum frá Filip. Niklas bjargar, men KÍF fær bóltin aftur.

46. min. Áki javnar til 18-18. Ási skorar til 19-18.

45. min. Ási rakar ikki málið. Hanus rakar heldur ikki málið. Brotskast til KÍF, og nú er KÍF á odda, Hans Eli skorar til 18-17, tað var hansara 9. mál. 

44. min. Nógv lív er í høllini.

43. min. So er javnleikur, Hans Eli skorar til 17-17.

42. min. Jaspur bjargar.

41. min. Andrias má av vøllinum við einum skaða, Fríði fer á vøllin fyri hann. Hans Eli minkar um munin til 16-17, aftur uppá skjótálop, tað var hansara 7. mál.

40. min. Filip skorar enn einafer, og er støðan nú 15-17, tað var hansara 6. mál.

39. min. Filip skorar til 14-16. Teitur lobbar bóltin uppum Niklas og skorar til 15-16.

38. min. Jaspur bjargar. Selvig fær aftur fatur á einum bólti í KÍF-álopið, men klárar ikki at skorar. 

37. min. Niklas ger eina góða bjarging. So er aftur bara eitt mál á muni, Fríði skorar til 14-15. 

36. min. Hanus skorar til 13-15.

35. min. Selvig fangar bóltin og fer í skjótálop, men Fríði stegðar honum og verður vístur 2. min. av vøllinum.

32. min. Hanus skorar uppá skjótálop, støðan er 12-14. Teitur minkar um munin til 13-14.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Ein VÍF-leikari ger bein eftir bert 10 sekundum.

Hesir byrja inni:

KÍF: Jaspur, Andrias, Tony, Rúni, Hans Eli og Fríði.

VÍF: Niklas, Hanus, Julian, Filip, Áki, Selvig og Agnar.

Hálvleikur: VÍF byrjaði fyrra hálvleik betur, og komu á odda 1-3. KÍF og serliga Hans Eli fingu gongd á teirra spæl, og komu á javnt 5-5. VÍF fór so aftur frá KÍF og komu á odda 6-9. KÍF fekk aftur eina góða gongd tá, og komu á odda 11-10, liðini fóru til hálvleik við at VÍF leiðslu uppá 12-13. Liðini hava víst gott spæl, og hart til tíðir.

Málskjúttar: 

KÍF: Hans Eli 6, Andrias 2, Fríði 1, Tony 1, Rógvi 1 og Rùni 1.

VÍF: Selvig 4, Filip 4, Hanus 2, Julian 2 og Andrias 1.

30. min. Rógvi verður vístur 2. min. av vøllinum.

29. min. Niklas bjargar skotinum frá Hans Eli.

28. min. Hans Eli minkar um munin til 12-13, tað var hansara 6. mál.

27. min. Niklas bjargar skotinum frá Teiti. Andrias (VÍF) hevur lagt VÍF á odda 11-13.

26. min. So er VÍF á odda, Filip skorar til 11-12, tað var hansara 4. mál.

25. min. So er KÍF á odda, Andrias skorar til 11-10. Filip javnar til 11-11.

24. min. Jaspur bjargar aftur einum skotið frá Filip.

23. min. Selvig skorar til 9-10, tað var hansara 4. mál. Tony javnar til 10-10.

22. min. So er javnleikur, Fríði javnar til 9-9. Ingi tekur time-out.

20. min. Jaspur bjargar skotinum frá Filip. So er eitt mál á muni, Andrias minkar um munin til 8-9.

19. min. Spæli inná strikuna hjá KÍF riggar sera illa, og hava teir eisini mist nógvar bóltar uppá tað.

18. min. Jaspur bjargar skotið frá Selvig, og Rógvi skorar uppá skjótálop, støðan er 7-9. Jaspur tekur skot frá Julian, og KÍF taka time-out.

16. min. Selvig skorar til 6-9.

15. min. Selvig skorar til 5-7. Rúni fangar returin, og skorar til 6-7. Filip Skorar til 6-8.

14. min. Niklas bjargar einum skotið frá Ása.

13.min. Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum. Julian skorar til 5-6.

11. min. So er aftur javnleikur, Hans Eli javnar til 5-5, Hans Eli hevur fingið øll málini hjá KÍF. Agnar ger yvirtrak.

10. min. So er VÍF aftur á odda, Hanus skorar til 4-5.

9. min. Jaspur bjargar einum skotið frá Selvig. Nú er KÍF á odda, Hans Eli skorar til 4-3 uppá skjótálop. Julian fær 2. min. Hanus skorar eitt vakurt mál, støðan er 4-4.

8. min. Hans Eli skorar aftur, nú er javnleikur 3-3, aftur uppá skjótálop. Andrias (KÍF) fær gult kort. 

7. min. Hans Eli minkar um munin til 2-3, uppá skjótálop. Hjá VÍF skifta Heini og Sámal út við Julian og Filip millum verju og álop. Hjá KÍF skifta Rógvi og Ási millum verju og álop. Rógvi fær gult kort.

6. min. Filip hevur lagt VÍF á odda við tveimum, støðan er 1-3.

5. min. Áki skorar til 1-2. Áki fær gult kort.

3. min. Brotskast til KÍF, tað tekur Hans Eli sær av, og lobbar bóltin uppum Niklas til 1-1.

2. min. Selvig skorar til 0-1.

1. min. So er dysturin farin í gongd. 

Hesir byrja inni:

KÍF: Jaspur, Teitur, Andrias, Ási, Hans Eli, Rúni og Tony. 

VÍF: Niklas, Selvig, Áki, Heini, Sámal, Agnar og Hanus.

KÍF tekur móti VÍF í Coca-Cola steypakappingini, tað ber til at fylja beinleiðis við á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF2544953
2Neistin2494813
3VÍF26742252
4Team Klaksvík24273-310

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Rógvi Weyhe, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rúni Joensen, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus D. Jacobsen.

VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Jóhann í Garðastovu, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Høgni Johansen, Agnar Joensen, Heini Hanusarson, Filip Jojic og Niklas Selvig.

Bonkur: Ingi Olsen, Dejan Lacok, Jóngerð M. Nielsen og Jákup Durhuus.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder