Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Team Klaksvík

...

2017-10-08 15:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Team Klaksvík vann 23-21 á KÍF. Filmsbrot og myndir koma á jn.fo seinni í kvøld.

Málskjúttar: 

KÍF: Hans Eli 7, Rúni 4, Magnus 3, Teitur 3, Poul Finnur 2, Jaspur 1 og Ási 1.

Team Klaksvík: Sámal 7, Ludvík 4, Hørður 4, Finnur 3, Vilhelm 3 og Jens Pauli 2. 

60. min. Skotið frá Hans Eli rakar ikki málið. Team Klaksvík tekur time-out. 29 sek eftir. Ludvík skorar til 21-23. 

59. min. Hørður skorar til 21-22.

58. min. Hans Eli javnar til 21-21. Jens Pauli fær 2. min.

57. min. So er bert eitt mál á muni, Magnus skorar til 20-21. Emil bjargar skotinum frá Ludvík. Team Klaksvík fær bóltin aftur.

56. min. Hans Eli roynir seg, og skotið fer á stongina.

55. min. Skotið frá Magnusi fer á stongina og út. Team Klaksvík tekur time-out.

54. min. Regin verður vístur av vøllinum í 2. min. Hans Eli er á veg í skjótálop, og verður steðgaður av Vilhelmi, sum fær beinleiðis reytt kort. Bæði liðini hava nú bara 5 mans á vøllinum.

53. min. Rógvi og Jens Pauli fáa báðir útvísing í 2. min. Hans Eli minkar um munin til 19-21.

51. min. Brotskast til Team Klaksvík, Emil bjargar skotinum frá Sámali.

50. min. Magnus minkar um munin til 18-21.

49. min. Brotskast til Team Klaksvík, Sámal tekur sær av tí, og skorar til 17-21.

48. min. Vilhelm skorar til 16-20. Magnus minkar um munin til 17-20.

47. min. Poul Finnur skorar til 16-19.

46. min. Mark bjargar skotinum frá Poul Finni. Hørður skorar til 15-19.

45. min. Brotskast til KÍF, og Vilhelm verður vístur 2. min. av vøllinum. Steðgur í spælinum, Ási hevur fingið ilt. Rúni tekur sær av brotskastinum, og skorar til 15-18. Tað sær ikki út til at Ási spælir aftur í dag.

44. min. Sámal skorar til 14-18. 

43. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop til 14-16. Hørður økir um munin til 14-17.

42. min. Ludvík skorar til 12-16. Teitur minkar um munin til 13-16.

41. min. Jens Pauli økir um munin til 12-15. Rógvi verður vístur 2. min. av vøllinum.

40. min. Teitur minkar um munin til 12-14.

39. min. Hans Eli skorar aftur, og er støðan nú 11-14.

38. min. Emil ger eina framúr bjarging.

37. min. Hans Eli fer í skjótálop, og minkar um munin til 10-14.

36. min. Mark bjargar skotinum frá Ása.

34. min. Brotskast til Team Klaksvík, tað tekur Sámal sær av, og skorar til 9-14.

33. min. Jens Pauli økir um munin til 9-13.

32. min. Magnus roynir seg við góðum skotið. 

31. min. Seinni hálvleikur er nú í gongd, tað er Team Klaksvík ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

KÍF: Jaspur, Teitur, Hans Eli, Rúni, Rógvi, Ási og Poul Finnur.

Team Klaksvík: Mark, Ludvík, Sámal, Jens Pauli, Finnur og Vilhelm.

Hálvleikur: KÍF 9-12 Team Klaksvík.

Málskjúttar:

KÍF: Rúni 3, Hans Eli 2, Jaspur 1, Teitur 1, Poul Finnur 1 og Ási 1.

Team Klaksvík: Sámal 4, Finnur 3, Vilhelm 2, Ludvík 2 og Hørður 1.

30. min. Brotskast til KÍF, og Hørður verður vístur av vøllinum í 2. min. Rúni tekur sær av tí, Mark bjargar, og Rúni skorar uppá returin til 9-12.

28. min. Vilhelm økir um munin til 8-12.

27. min. Rúni skorar, men dómarnir døma fet.

26. min. Brotskast til Team Klaksvík, Sámal tekur sær aftur av tí, og skorar til 8-11.

25. min. Brotskast til Team Klaksvík, Sámal tekur sær av tí, og skorar til 8-10.

24. min. Finnur skorar til 8-9.

23. min. KÍF fær í skjótálop, og tað endar við at Poul Finnur skorar til 8-8. Team Klaksvík tekur time-out.

22. min. Jaspur skorar frá egnum málið, og er støðan nú 7-8.

21. min. KÍF fær í skjótálop, Vilhelm fær steðga teimum, og tað kostar honum 2. min. Mark ger eina góða bjarging, tá ið hann tekur eitt skot frá Poul Finni.

20. min. Brotskast til KÍF, og útvísing til Sámal. Rúni tekur sær av tí, og skorar til 6-8.

19. min. Brotskast til Team Klaksvík, Ludvík tekur sær av tí og skorar til 5-8.

17. min. Hans Eli minkar um munin til 4-6. Sámal skorar aftur, stðan er nú 4-7. Teitur minkar um munin til 5-7.

16. min. Sámal økir um munin fyri Team Klaksvík til 3-6.

15. min. Jaspur ger eina góða bjarging.

14. min. Brotskast til KÍF, tað tekur Rùni sær av, og skorar til 3-5.

13. min. Hørður skorar til 2-5, og Atli verður vístur 2. min. av vøllinum.

12. min. Mark bjargar skotinum frá Poul Finni, KÍF fær bóltin aftur. Team Klaksvík er farin at mansverja Hans Eli. Teitur fær gult kort fyri at hava sagt eitt ella annað.

11. min. Brotskast til Team Klaksvík og Ási verður vístur 2. min. av vøllinum. Ludvík tekur sær av tí, og skorar til 2-4.

10. min. Hans Arne brennir ein 100% møguleika.

9. min. Ludvík roynir seg frá vinstra vongi, skotið fer á yvirleggjarin.

8. min. Finnur leggur Team Klaksvík á odda 2-3. Hans Eli fangar bóltin frá Team Klakvík, hann roynir seg móti Mark, men yvirleggjarin er fyri.

7. min. Team Klaksvík sendur Vilhelm í skjótálop sum javnar til 2-2.

6. min. Ási skorar til 2-1.

4. min. Jaspur bjargar skotinum frá Finni, men hann fær fatur á returin og javnar til 1-1.

2. min. Finnur roynir at finna Hørð, men KÍF fær bóltin. Teitur fær í skjótálop, men í Team Klaksvík málinum bjargar Mark.

1. min. So er dysturin farin í gongd, tað er KÍF ið byrjar við bólinum. Hans Eli skorar til 1-0.

Hesir byrja inni:

KÍF: Jaspur, Poul Finnur, Hans Eli, Ási, Regin, Teitur og Atli.

Team Klaksvík: Mark, Ludvík, Finnur, Hans Arne, Hørður, Sámal og Vilhelm.

Klokkan 16:00 tekur KÍF móti Team Klaksvík í høllini í Kollafirði. Bæði liðini hava spælt 3 dystir, og hevur KÍF síni fyrstu stig tilgóðar, meðan Team Klaksvík hevur vunnið tveir dystir hetta kappingarárið.

KÍF: Emil Dam, Jaspur við Garð, Jón Suni Kjærbæk, Magnus Muller, Karstin í Húsinum, Atli L. Hammer, Regin Petersen, Teitur Joensen, Poul Finnur Egholm, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Jákup Trygvason, Ási Dam og Kristjan Madsen.

Bonkur: Jóan Pauli Olsen, Zeljko Jotic, Magnus D. Jacobsen og Andrias Nielsen

Team Klaksvík: Aron K. Jacobsen, Mark Dahl, Hans Arne B. Thomsen, Beinir Johannesen, Finnur Hansson, Vilhelm Vilhelmsen, Andrias Ellingsgaard, Sámal á Tjaldrafløtti, Ludvík Z. Súnasson, Petur Martin Eliasen, Dánial Kjæbo, Hørður Fannar Sigturóssen og Jens Pauli Mohr.

Bonkur: Svein Rógvi Ljósstein, Barbara V. Simonsen, Einar Dam og Birgir Poulsen.

Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder