Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Team Klaksvík

...

2016-12-03 18:45 Author image
jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: KÍF vann 30-20 á Team Klaksvík.

Málskjúttar:

KÍF: Fríði 10, Rúni 8, Vilhelm 5, Teitur 4, Andrias 2 og Ási 1.

Team Klaksvík: Finnur 9, Hans Arni 3, Vilhelm 3, Dánjal 2, Birgir 2 og Jens Pauli 1.

60. min. Rúni skrúar bóltin í málið til 30-20.

59. min. Rúni skorar aftur, og hevur hann nú fingið 7 mál, støðan er 29-20.

58. min. Rúni skorar til 28-20.

57. min. Fríði økir um munin til 27-20, og var tað hansara 10. mál.

56. min. Hans Arni skorar fyri TK og er støðan nú 26-20.

55. min. Fríði skorar til 26-19, og hevur hann nú fingið 9 mál.

54. min. Jákup verður vístur 2. min. av vøllinum. Vilhelm minkar um munin til 25-19. 

53. min. Rúni skorar fyri KÍF til 25-18.

52. min. Brotskast til Team Klaksvík, tað tekur Finnur sær av, og skorar sítt 9. mál, og minkar um munin til 24-18.

51. min. Aron hevur staði væl seinastu løtuna.

50. min. Finnur skorar aftur, og er støðan nú 24-17.

49. min. Aron roynir seg frá egnum málið, men skotið fer viðsíðurnarav.

48. min. Vilhelm minkar um munin fyri Team Klaksvík til 23-15. Jeppe tekur time-out. Rúni skorar til 24-15. Finnur og Team Klaksvík gera skjótt av, og skorar Finnur sítt 6. mál, støðan er 24-16.

47. min. Tony verður vístur 2. min. av vøllinum.

46. min. Tað eru 6. min. síðani Team Klaksvík fekk sítt seinasta mál, og hava teir bara fingið trý mál í seinna hálvleiki.

45. min. Ási skorar til 23-14.

44. min. Teitur hevur økt um munin til 8 mál, støðan er 22-14. Hesuferð bjargar Aron skotinum hjá Fríða.

43. min. Fríði skorar aftur, og er støðan nú 21-14.

42. min. Fríði skorar sítt 7. mál, og økir um munin til 20-14.

40. min. Team Klaksvík tekur time-out. Hans Arni minkar um munin til 19-14.

38. min. Tony fær bóltin inná strikuna, og roynir seg, Aron ger eina sera góða bjarging.

36. min. Jens Pauli fær ein góðan møguleika, men rakar á stongina, Vilhelm V fær fatur ár returinum, og roynir seg, Marcus ger eina framúr bjarging.

35. min. Dánjal verður spældur púra leysur á strikuni, og skorar til 19-13.

34. min. Friði skorar við einum kanónskotið til 19-12.

33. min. Finnur minkar um munin til 18-12, tað var hansara 5. mál.

32. min. Vilhelm skorar til 17-11, tað var hansara 5. mál. Andrias økir um munin til 18-11.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er Team Klaksvík ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus,Teitur, Andrias, Tony, Rúni, Rógvi og Vilhelm.

Team Klaksvík: Aron, Vilhelm, Andrias, Birgir, Finnur og Hans Arni.

Hálvleikur: KÍF er á odda 16-11 móti Team Klaksvík. Liðini byrjaði róliga, men út á fyrra hálvleik er komin meira ferð á spæli hjá báðum liðum. 

Málskjúttar: 

KÍF: Fríði 5, Vilhelm 4, Rúni 3, Teitur 3 og Andrias 1. 

Team Klaksvík: Finnur 4, Hans Arni 2, Birgir 2, Vilhelm 1, Dánjal 1 og Jens Pauli 1. 

30. min. Rúni skorar til 16-11.

29. min. Teitur skorar uppá skjótálop, støðan er 15-10. Finnur minkar um munin til 15-11. Jens Pauli verður vístur út í 2. min.

28. min. So eru fýra mál á muni, Hans Arni skorar til 14-10.

27. min. KÍF ger aftur skjótta av, og tað endar við at Fríði skorar til 14-8, tað var hansara 5. mál. Finnur minkar um munin til 14-9.

26. min. Fríði ger um seg í løtuni, hann skorar aftur, og er støðan nú 13-8.

25. min. Fríði skorar aftur, støðan er 12-8, og Hans Arni verður vístur av vølli í 2. min.

24. min. Finnur minkar um munin til 11-8.

23. min. Fríði skorar til 11-7.

22. min. Teitur rennur seg leysan á strikuni, og skorar til 10-7. Team Klaksvík tekur time-out.

21. min. So eru tvey mál á muni, Rùni skorar til 9-7. Brotskast til Team Klaksvík. Frederik fær 2. min, og hesuferð bjargar Marcus brotskast royndini hjá Jens Pauli.

20. min. Vilhelm skorar aftur fyri KÍF, og er støðan nú 8-7.

19. min. Marcus bjargar skotinum frá Jens Paula, Team Klaksvík fær bóltin aftur, og Birgir skorar til 7-6. Ási steðgar einum skjótálopið hjá Team Klaksvík, tað fáa teir brotskast fyri. Ási fær 2. min, og Jens Pauli javnar uppá brotskastið til 7-7.

17. min. Fríði skorar til 7-5.

16. min. Dánjal minkar um munin til 6-5. KÍF missa bóltin útav síðulinjuni, Finnur tekur innkast og kastar uppá mál, men skotið fer viðsíðurnarav. 

15. min. KÍF royna seg við 7 í álopinum. Vilhelm leggur KÍF á odda 5-4. Andrias økir til 6-4.

14. min. So er javnleikur, Hans Arni javnar til 4-4 eftir skjótálop. Jeppe tekur time-out. Aron ger eina framúr bjarging.

13. min. Hans Arni fær gult kort.

12. min. Vilhelm V verður sendir í skjótálop, og hann minkar um munin fyri Team Klaksvík til 4-3.

11. min. KÍF ger skjótt av, og tað endar við at Vilhelm skorar av vinstra vongi til 4-2.

9. min. Rùni prøvar seg av við einum flúgvara, men Aron bjargar skotinum.

8. min. Rúni fær gult kort. Eftir eitt langt álop, klárar Birgir at minkað um munin til 3-2.

6. min. Team Klaksvík ger álopsfeil. Brotskast til KÍF, Birgir fær gult kort, og Rùni skorar uppá brotskastið til 3-1.

5. min. Finnur fær gult kort.

4. min. Team Klaksvík spæla við tveimum strikum.

3. min. Hjá KÍF skifta Frederik og Andrias millum verju og álop. Finnur javnar til 1-1. Vilhelm M skorar til 2-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar við bóltinum. Teitur skorar fyrsta málið í dystinum, hann fær fatur á einum returi. Finnur roynir at lobba bóltin uppum Marcus, men tað eydnast honum ikki.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus, Teitur, Andrias, Vilhelm, Ási, Rúni og Tony.

Team Klaksvík: Aron,  Vilhelm, Birgir, Hans Arni, Dánjal, Finnur og Jens Pauli

KÍF tekur í kvøld móti Team Klaksvík í FTZ-deildini. Liðini hava leikt ein dyst móti hvørjum øðrum í hesum kappingarárinum, og tann dystin vann KÍF 27-24 í Klaksvík.

Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

KÍF: Emil Dam, Marcus Mølbjerg, Andrias Nielsen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

Team Klaksvík: Aron Kallsberg, Hans Arni B. Thomsen, Dávid Danielsen, Birgir Poulsen, Beinir Johannesen, ??li á Gravarbø, Einar Dam, Finnur Hansson, Jóhann J. Finnbogason, Vilhelm Vilhelmsen, Andrias Ellingsgaard, Dánjal Kjærbo, Jens Pauli Mohr og Martin Joensen.

Bonkur: Svein Rógvi L. Nielsen, Sámal á Tjaldrafløtti og Aron Johannesen.

Dómarar: Gunnar Djurhuus og Heri Petersen.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71123242665819
2Kyndil143733492417
3VÍF113242784615
4KÍF112852751014
5StÍF13363363010
6Neistin12291303-1210
7Team Klaksvík13272398-1261

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder