Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Team Klaksvík

...

2015-11-18 01:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Myndir frá dystinum koma á JN.fo seinni í kvøld.

Liðugt: KÍF vann 35-24 á Team Klaksvík. 

60. min. Aftur 10 mál á muni, Andrias skorar til 34-24. Rúni skorar uppá skjótálop, støðan er 35-24.

59. min. Enn eitt mál frá Hans Eli, støðan er 33-23. Sámal minkar um munin til 33-24.

58. min. TK fekk eitt mál, men eg fekk ikki við hvør fekk tað. Hans Eli skorar aftur uppá skjótálop, støðan er 32-23.

57. min. Hans Eli skorar aftur uppá skjótálop, støðan er 31-22.

56. min. Bogdan minkar aftur um munin, støðan er nú 29-22. Hans Eli skorar, støðan er nú 30-22.

55. min. Rúni skorar aftur, støðan er 29-21.

54. min. Bogdan minkar um munin til 28-21. KÍF tekur time-out.

52. min. Hans Eli skorar enn einafer, støðan er 28-20.

51. min. Hans Eli skorar aftur uppá skjótálop, støðan er 27-19. TK tekur time-out. Hanus minkar um munin til 27-20.

49. min. Rúni skorar aftur, støðan er nú 26-19.

48. min. Beinir skorar til 25-19, og Rógvi verður vístur 2. min. av vøllinum.

47. min. Rúni skorar til 25-18.

46. min. Hans Eli skorar aftur uppá skjótálop, støðan er 24-17. Jens Pauli skorar eitt sera flott mál, støðan er 24-18.

45. min. Sámal skorar aftur fyri TK, støðan er nú 23-17.

44. min. Sámal skorar til 23-16.

43. min. Hans Eli skorar enn eitt mál uppá skjótálop, støðan er nú 23-15.

41. min. Brotskast til TK, tað tekur Bogdan sær av, og skorar til 22-15.

40. min. Jens Pauli minkar um munin til 21-14. KÍF tekur time-out. Rùni, sum júst er komin inn, og fyrstu fer hann fær bóltin skorar til 22-14.

39. min. Bogdan minkar um munin til 20-13. Ási skorar til 21-13.

38. min. Brotskast til TK, og Andrias hjá KÍF verður vístur av vøllinum í 2. min. Pætur Hjørtur bjargar brotskastinum frá Jens Paula.

37. min. Aftur eitt mál frá Hans Eli, støðan er nú 20-12.

36. min. Andrias hjá TK, verður vístur 2. min. av vøllinum.

34. min. Nú hevur Hans Eli skora 10 mál, støðan er 19-12.

33. min. Niels skorar til 18-12. Selvig verður vístur 2. min. av vøllinum.

32. min. Bogdan minkar um munin til 17-11. Hans Eli skorar fyri KÍF, hann er nú uppi á 9 málum, støðan er 18-11.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd.

Hesir byrja inni:

KÍF: Pætur Hjørtur, Selvig, Andrias, Tony, Hans Eli og Ási.

TK: BENT, Sámal, Hanus, Bogdan, Niels, Jens Pauli og Andrias.

Dómaraseðilin er viðheftur niðast.

Hálvleikur: KÍF er á odda við sjey málum, støðan er 17-10. Sigast kann um fyrra hálvleik, at Team Klaksvík spæla sera seinan hondbólt, álopini hjá teimum eru lang, og teir hava tað torført at koma ígjøgum verjuna hjá KÍF. KÍF spælir so at siga bara uppá skjótálop, og hava teir eisini fingið nógv mál uppá tað, men teir gera eisini sera nógvar feilir í uppspælinum.

30. min. Hans Eli skorar til 17-9. Andrias skorar fyri Team Klaksvík, støðan er 17-10.

29. min. Poul Finnur verður vístur 2. min. av vøllinum. Hanus skorar fyri Team Klaksvík, støðan er nú 16-9.

28. min. Sámal skorar aftur fyri Team Klaksvík, støðan er nú 16-8.

27. min. Enn eitt skjótálop, hesufer skorar Selvig, støðan er 16-7.

26. min. Sámal skorar aftur fyri Team Klaksvík, støðan er nú 15-7.

25. min. Nú eru 9 mál á muni, Poul Finnur skorar til 15-6.

24. min. Team Klaksvík eru nú dømdir tvær ferðir fyri nøl, hesufer straffar Rógvi teir, og skorar til 14-6.

23. min. Hanus minkar um munin fyri Team Klaksvík, støðan er nú 13-6.

22. min. Sámal minkar um munin til 12-5. KÍF tekur time-out. Selvig sleppur aftur púra leysur, og skorar til 13-5.

21. min. Sámal minkar um munin til 10-4. Hans Eli skorar til 11-4. Hans Eli skorar aftur uppá skjótálop, støðan er 12-4.

20. min. Selvig skorar uppá skjótálop, støðan er 9-3. Selvig skorar aftur uppá skjótálop, støðan er 10-3. 

17. min. Bogdan minkar um munin, støðan er nú 8-3.

15. min. Team Klaksvík tekur time-out.

13. min. Hans Eli skorar enn eitt mál, støðan er nú 8-2.

12. min. Emil hevur eina góða bjarging, tá hann bjargar einum skotið frá Niels Viggo.

11. min. Hans Eli skorar aftur, støðan er nú 7-2.

10. min. Hans Eli verður sendur í skjótálop, spælir til Jákup, sum skorar til 6-2. Team Klaksvík royna at spæla lang álop, meðan KÍF royna at spæla nógv uppá skjótálop.

8. min. Hans Eli skorar aftur fyri KÍF, støðan er 5-2.

6. min. Jens Pauli minkar um munin til 3-2, eftir skjótálop. Hans Eli skorar til 4-2.

5. min. Ási skorar lættliga til 3-0. Gilli minkar um munin til 3-1.

3. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 2-0.

2. min. Bent tekur ein gott skot, KÍF fær bóltin aftur, og Ási skorar til 1-0.

1. min. Nú er dysturin farin í gongd.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Jákup, Hans Eli, Tony, Ási, Andrias, Selvig. 

Team Klaksvík: Gilli, Bogdan, Jens Pauli, Sámal, Hanus, Dánjal og Bent.

FTZ-deildin: KÍF tekur í kvøld móti Team Klaksvík, dysturin byrjar klokkan 20:00. 

KÍF: Emil Dam, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Poul Finnur Egholm, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Nicklas Selvig, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Jákup Trygvason, Ási Dam, Pætur Hjørtur Skýlindal og Jaspur við Garð.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus Jacobsen.

Team Klaksvík: Bent Áarskar, Aron K. Jacobsen, Hanus Norðberg, Dánjal Kjærbø, Niels Viggo Niclasen, Bogdan Florea, Beinir Johannesen, Gilli N. Lorenzen, Vilhelm Vilhelmsen, Andrias Ellingsgaard, Sámal á Tjaldrafløtti og Jens Pauli Mohr.

Bonkur: Heri Johnsson.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder