Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - StÍF

...

2015-10-17 00:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sí myndir her.

Liðugt: KÍF vann 34-21 á StÍF. 

60. min. Jákup skorar til 33-20. Allan minkar um munin til 33-21. Pætur fær 2. min. Hans Eli sendur ein flúgvara til Selvig, sum skorar til 34-21.

59. min. Hávardur minkar um munin til 32-20.

58. min. Selvig spælir hund við Isak, og skorar til 31-19. Fríði skorar til 32-19.

57. min. Selvig verður sendur avstað, og skorar helt ársins flottasta mál, støðan er 30-19. Tony verður vístur 2. min. av vøllinum.

56. min. StÍF hevur bert fingið fimm mál í seinna hálvleiki. 

55. min. So eru 10 mál á muni, Selvig skorar til 29-19.

54. min. Selvig við einum flottum skrúara til 28-19.

53. min. Teitur skorar til 27-19.

Myndir frá dystinum koma út seinni.

52. min. Allan minkar um munin til 25-19. Hans Eli skorar til 26-19. Pætur Hjørtur við einari góðari bjarging. StÍF mansverja nú Hans Eli og Andrias.

51. min. Selvig skorar til 25-18.

49. min. Hans Eli skorar til 23-18. Selvig verður sendur avstað í skjótálop og skorar til 24-18. Pole tekur time-out.

48. min. Sveinur minkar um munin til 21-18. Brotskast til KÍF, tað tekur Hans Eli sær av, og skorar til 22-18.

46. min. Jógvan verður vístur 2. min. av vøllinum. Teitur lobbar bóltin uppum Isak, og skorar til 21-17.

44. min. Nú eru fýra mál á muni, Teitur skorar til 20-16. Allan minkar um munin til 20-17.

43. min. Einki mál er komi seinastu minuttirnar.

40. min. Ási skorar aftur, nú er støðan 19-16. Pole tekur time-out.

38. min. Ási skorar, og nú er KÍF á odda við tveimum, støðan er 18-16.

37. min. Jákup skorar fyri KÍF, og eru teir nú á odda 17-16.

35. min. Andrias javnar til 16-16.

34. min. Góð bjarging frá Pætur Hjørtur. Bonkurin hjá KÍF fær gult kort.

33. min. Marius verður vístur 2. min. av vøllinum.

32. min. Pætur skorar til 15-16.

31. min. Nú er dysturin farin í gongd aftur. Hans Eli skorar til 15-14. Pætur javnar til 15-15.

Hesir byrja inni:

KÍF: Pætur H., Fríði, Hans Eli, Ási, Andrias, Selvig og Tony.

StÍF: Eli, Fríði, Pætur, Marius, Borgar, Teitur og Jógvan.

Hálvleikur: Liðini hava víst ok spæl, verjurnar hava staði væl. Hálvleiksstøðan er 14-14.

30. min. Pætur javnar til 14-14.

29. min. Hans Eli skorar til 14-13.

28. min. Selvig javnar til 13-13. Pætur Hjørtur er nú í málinum hjá KÍF.

26. min. Brotskast til KÍF, tað brennur Selvig uppá. Jógvan leggur StÍF á odda 12-13. Jeppe tekur time-out.

25. min. Fríði skorar aftur fyri KÍF, og er støðan nú 12-11. Pætur javnar til 12-12.

24. min. Fríði leggur KÍF á odda 11-10. Borgar javnar til 11-11.

23. min. Marius fær 2. min.

22. min. Brotskast til StÍF, Ási verður vístur 2. min. av vøllinum. Marius tekur sær av brotskastinum, og javnar til 10-10. 

21. min. Pætur hevur aftur minkað um munin til eitt mál, støðan er 10-9.

20. min. Sveinur er nú á vøllinum aftur. Selvig skorar til 10-8.

18. min. Teitur skorar fyri StÍF, og minkar um munin til 9-8.

17. min. Andrias skorar til 9-7.

16. min. Tony fær 2. min. Pætur minkar um munin til 8-7.

15. min. Selvig skorar til 8-6. Sveinur er farin av vøllinum, tí blóð kemur úr høvdinum(Men einki álvarsligt). Allan má av vøllinum, sær út til at vera lyskuskaði.

14. min. Emil tekur ein 100% møguleika frá Allan, ið var sendur avstað í skjótálop.

13. min. Pole tekur time-out. Brotskast til StÍF, og tað skorar Marius uppá, støðan er 7-6.

12. min. StÍF skifta málverja, Isak kemur inn fyri Eli. Hans Eli skorar uppá skjótálop til 7-5.

11. min. Tony hevur lagt KÍF á odda við tveimum, støðan er 6-4. Pætur minkar um munin til 6-5.

9. min. So er KÍF á odda, Andrias skorar til 5-4.

7. min. Hans Eli javnar til 4-4.

6. min. Jógvan hevur kjansin at skora til 3-5 uppá skjótálop, men rakar stongina og út.

5. min. Fríði leggur StÍF á odda 3-4.

4. min. Selvig minkar um munin til 2-3. Nú er javnleikur 3-3, tað er Andrias ið javnar.

3. min. Hans Eli minkar um munin til 1-2. Pætur skorar fyri StÍF, støðan er 1-3.

2. min. Sveinur skorar til 0-1. Sveinur skorar eisini til 0-2.

1. min. Nú er dysturin farin í gongd.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Selvig, Andrias, Ási, Hans Eli, Rógvi og Tony.

StÍF: Eli, Fríði, Sveinur, Pætur, Kjartan, Jógvan og Marius.

Dysturin millum KÍF og StÍF byrjar klokkan 20:00.

KÍF: Emil Dam, Pætur H. Skýlindal, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Tony Weyhe, Poul Finnur Egholm, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Nicklas Selvig, Rógvi Weyhe, Jákup Trygvason, Ási Dam og Fríði Weyhe.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Rúni Joensen.

StÍF: Isak Olsen, Fríði R. Djurhuus, Allan Norðberg, Sverri Jensen, Jón Rasmussen, Pætur Johansen, Teitur Nielsen, Sveinur Justinussen, Kjartan Johansen, Tummas T. Simonsen, Eli Gærdum, Borgar Danielsen, Jógvan G. Joensen, Hávardur Trúgvason og Marius Joensen.

Bonkur: Pole Hansen, Niels R. Hansen og Levi Nybo.

Dómarar: Hannis og Uni Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder