Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - StÍF

...

2016-02-18 01:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Liðugt: StÍF vann 20-21. KÍF eru í øðuni inná dømingina.
Málskjúttar: 
KÍF: Hans Eli 6, Andrias 5, Fríði 2, Ási 2, Rúni 2, Rògvi 1 og Teitur 1.
StÍF: Kjartan 5, Pætur Johansen 5, Fríði 3, Jógvan 2, Marius 1 og Pætur Joensen 1.

Myndir koma út á jn.fo seinni í kvøld.

60. min. Teitur ger skritt. Pole tekur time-out, og 46 sek eru eftir. Hans Eli javnar til 20-20. Marius skorar í seinasta sekundinum til 20-21.

58. min. Brotskast til KÍF, Teitur tekur sær av tí, og minkar um munin til 19-20.

57. min. Borgar brennur aftur ein 100% møguleika. Fríði skorar til 18-20. KÍF tekur time-out.

56. min. Emil bjargar.

55. min. Kjartan skorar, men málið verður ikki viðurkent, StÍF fær tríggjar. So er StÍF á odda, Kjartan skorar til 18-19, tað var hansara 5. mál.

54. min. Marius ger skritt. Ísak bjargar aftur.

52. min. StÍF tekur time-out. KÍF mansverja Svein og Pætur Johansen. StÍF ger álopsfeil.

51. min. Ísak bjargar.

50. min. Jógvan lobbar bóltin uppum Emil, og javnar til 18-18. 

49. min. Fríði skorar fyri KÍF, og er støðan 18-17.

48. min. Ísak ger eina góða bjarging. Borgar brennur ein 100% møguleika.

47. min. Brotskast til StÍF, tað skorar Fríði uppá, nú er støðan 17-17.

46. min. Emil ger eina stórbjarging. Andrias skorar til 17-16, og var tað hansara 5. mál.

45. min. Emil ger eina góða bjarging.

Í Hoyvík endaði tað við javnleiki millum H71  og Kyndil, 26-26.

44. min. Andrias javnar til 16-16.

43. min. So er javnleikur, Pætur Johansen javnar til 15-15. Nú er StÍF á odda, Pætur skorar aftur, og er støðan 15-16, tað var hansara 5. mál.

41. min. So er eitt mál á muni, Kjartan skorar til 15-14. KÍF tekur time-out.

39. min. Marius verður vístur 2. min. av vøllinum. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, men Ísak bjargar, Teitur fær fatur á bóltinum, og KÍF fær aftur brotskast, og aftur bjargar Ísak.

38. min. Ísak ger eina góða bjarging. Kjartan skorar til 15-13.

Neistin vann 37-27 á Team Klaksvík.

37. min. Brotskast til StÍF, Fríði tekur sær av tí, og skorar til 15-12.

36. min. Rógvi skorar til 15-11. Jaspur bjargar, men StÍF fær bóltin aftur tí hann fer út til innkast.

35. min. Andrias skorar til 14-11.

34. min. Kjartan minkar um munin, støðan er 13-11.

33. min. Pætur Johansen minkar um munin til 12-10. Fríði skorar til 13-10.

32. min. Hans Eli skorar til 12-9, tað var hansara 6. mál.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd.
Hesir byrja inni:
KÍF: Jaspur, Teitur, Andrias, Fríði, Hans Eli, Rúni og Jákup. 
StÍF: Ísak, Jógvan, Kjartan, Marius, Sveinur, Borgar og Fríði.


Hálvleikur: KÍF byrjaði dystin nógv betri enn StÍF, og komu á odda 6-2. StÍF fekk fóta sær, og síðani hevur dystin verið sera javnur. Hálvleiksstøðan er 11-9 til KÍF.
Málskjúttar:
KÍF: Hans Eli 5, Andrias 2, Rùni 2 og Ási 1.
StÍF: Sveinur 4, Pætur Johansen 2, Pætur Joensen 1, Kjartan 1 og Jógvan 1.

30. min. Brotskast til StÍF, Pætur Joensen tekur sær av brotskastinum, men Jaspur bjargar.

29. min. Bonkurin hjá StÍF fær gult kort. Teitur ger dribl tá hann er á veg í skjótálop.

28. min. Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum. 

26. min. KÍF tekur time-out.

25. min. Ísak bjargar.

24. min. Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum. Rógvi fær gult kort. Pætur Johansen skorar til 11-9.

22. min. Brotskast til StÍF, og Teitur fær gult kort. Pætur Johansen tekur sær av tí, og minkar um munin til 11-8.

21. min. Brotskast til KÍF. Ísak kemur í StÍF málið, men Hans Eli skorar til 11-7, og var tað hansara 5. mál.

20. min. Hans Eli skorar til 10-6, og var tað hansara 4. mál. Sveinur minkar um munin til 10-7, og var tað somuleiðis hansara 4. mál.

19. min. Rúni skorar eitt vakurt mál, og er støðan nú 9-5. Jógvan minkar um munin til 9-6.

18. min. Marius fær gult kort.

17. min. Brotskast til StÍF, tað tekur Pætur Joensen sær av, og skorar til 8-5.

16. min. Eli ger eina stórbjarging. Jaspur bjargar.

15. min. Ási skorar til 8-4. Eli bjargar.

14. min. Borgar brennur ein 100% møguleika.

13. min. Sveinur skorar aftur, og er støðan nú 7-4, tað var hansara 3. mál.

12. min. Fríði ger yvirtrak. Rúni skorar til 7-3.

11. min. Sveinur minkar um munin til 6-3.

Í Hoyvík er hálvleikur millum H71 og Kyndil, H71 er á odda 17-13.

10. min. Jaspur ger aftur eina góða bjarging. Hans Eli skorar til 6-2. Pole tekur time-out.

9. min. Andrias skorar til 5-2.

8. min. Hjá KÍF skifta Fríði og Rógvi út við Ása og Jákup millum verju og álop.

7. min. Eli bjargar. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 4-2.

6. min. Andrias skorar til 3-1. Kjartan minkar um munin til 3-2.

5. min. Sveinur minkar um munin til 2-1. Eli ger eina góða bjarging. Jaspur bjargar aftur.

4. min. Borgar fær gult kort. Ási skorar til 2-0.

2. min. Brotskast til StÍF, og Andrias fær gult kort. Kjartan tekur sær av brotskastinum, men Jaspur bjargar.

1. min. So er dysturin farin í gongd. Jaspur bjargar.  Hans Eli skorar til 1-0.
Hesir byrja inni:
KÍF: Jaspur, Teitur, Andrias, Rógvi, Rùni, Fríði og Hans Eli.
StÍF: Eli, Jógvan, Kjartan, Marius, Sveinur, Fríði og Borgar.

KÍF tekur í kvøld móti StÍF í FTZ-deildini hjá monnum. KÍF er nummar trý við 19 stigum, og StÍF eru nummar fimm við 13 stigum. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn. Dysturin byrjar klokkan 20:00.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rògvi Weyhe, Rùni Joensen, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch og Magnus D. Jacobsen.

StÍF: Ísak Olsen, Fríði R. Djurhuus, Danny Brandt, Pætur ??. Joensen, Dávid Jacobsen, Pætur Johansen, Teitur Nielsen, Sveinur Justinussen, Kjartan Johansen, Rani Funn, Eli Gærdum, Borgar M. Person, Jógvan G. Joensen, Leivur Justinussen, Marius Joensen og Tummas Simonsen.

Bonkur: Levi Nybo, Pole J. Hansen og Niels Rósing Hansen.

Dómarar: Heri Petersen og Gunnar Djurhuus.
Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71164303389227
2VÍF164264071921
3KÍF153713343719
4Kyndil164243962818
5StÍF15392390213
6Neistin15344367-2310
7Team Klaksvík15341496-1550

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder