Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - StÍF

...

2014-03-27 00:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF: Emil Dam, ??la Kristian Djurhuus, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen 5, Janus Jakobsen 1, Magnus Muller 2, Rasmus Junker, Pætur Johannesen, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Niclas Selvig 6, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen 1 og Jákup Trygvason.

StÍF: Levi Nybo, Eyðfinn Poulsen, Hjørtur á Fløtti, Fríði R. Djurhuus 2, Leivur Justinesen 1, Allan Norðberg 4, Jákup Berthelsen, Sveinur Justinesen 6, Kjartan Johansen 3, Sverri Jensen, Borgar Danielsen, Jógvan G. Joensen 3, Pauli G. Joensen, Steinar Prestá, Marius Joensen 10 og Jóhannes Olsen.

1. min. Niclas Selvig og Hans Eli Sigurbjørnson hava skoti tey bæði fyrstu málini.

2. min. Janus Jakobsen ger tað til 3-0.

5. min. Sveinur skorar fyrsta málið fyri gesturnar og Levi tekur eitt straffikast.

6. min. Andrias ger tað til 4-1.

8. min. Marius skorar uppá straffi fyri gesturnar og Hans Eli ger tað til 5-2.

10. min. Sveinur minkar um munin til 5-3.

11. min. Hans Eli setur bóltin í netið, uppá eitt straffi. Allan Norðberg minkar um munin til 6-4.

12. min. Jaspur rann úr feltinum og nevndi við ein púra fríðan Fríða, sum lættliga fekk sett bóltin í netið til 6-5.

14. min. Sveinur fær sítt 3. mál og javnar fyri StÍF. Fríði leggur fyri fyrstu ferð StÍF á odda.

17. min. Sveinur leggur Strandingar frammum við tveimum, men Selvig minkar um munin.

18. min. Jógvan setur bóltin inn frá veinginum til 7-9, og Borgar fær 2. min í verjuspælinum.

19. min. Sveinur leggur Strandingar frammum við 3. málum, tað var hansara 5. mál.

20. min. Allan Norðberg, veksur um munin til 7-11.

21. min. Marius skorar sítt annað mál, og Eddie Joensen venjari hjá KÍF tekur Time - out.

22. min. Hans Eli setur bóltin enn einaferð í málið aftanfyri Levi, støðan er nú 8-12.

24. min. KÍF hevur skift málmann, ??li er komin inn. Leivur Justinesen skorar til 13-8, Andrias minkar um munin. Sveinur skorar sítt 6. mál og Andrias minkar aftur um munin. Støðan er 10-14.

25. min. Jónleif tekur time - out. Marius setur bóltin í netið í einum nøl spæli og Andrias fær 2. min. Selvig verður mansupptekkaður.

28. min. Magnus minkur um munin til 11-15 og ??li hevur eina góða bjarging.

30. min. Marius brítur væl ígjøgnum skorar. KÍF kontra skjótt og Andrias skorar frá miðuni. 

Hálvleikur: Stutt kann sigast um 1. Hálvleik at, KÍF hevur ikki fingið sítt væl kenda skjótt spæl í gongd. Og at StÍF hevur havt kontrol á KÍF skjúttinum.

33. min. Marius verður vístur út í 2. min. Og Selvig minkar um munin, nú er støðan 13-16.

34. min. Kjartan kemur inn at taka straffi, men Jaspur møtur tí.

36. min. Tony ger straffi og fær 2. min, Marius setur tað í netið aftanfyri Jaspur.

37. min. KÍF spælarnir eru í øðuni at Selvig ikki fær straffi, Strandingar gera skjótt av og Jógvan og Rúni bresta saman, tað varður dømt straffi til StÍF og Marius setur tað í netið, KÍF hevur bara 4. spælarar á vøllinum + málmannin.

38. min. Tony er komin innaftur, og Selvig ger tað til 14-18. Marius fær 2. min fyri at koyra hendurnar uppí høvdið hjá Andrias.

39. min. Hans Eli minkar um munin til 15-18, tað var hansara 5. mál. 

40. min. Jógvan skorar, KÍF ger skjótt av og Magnus skorar í hinum endanum.

41. min. Kjartan skorar sítt fyrsta mál. 

43. min. Jaspur og ??li skifta um, men ??li hevur tekur ikki straffi frá Mariusi. KÍF kontra, men Selvig skorar ikki.

44. min. Janus fær 2. min, og Marius setur enn eitt straffi inn. Nú er støðan 16-22. Selvig verður mansvardur.

45. min. StÍF vinnur bóltin, og Jógvan rennur skjót-álop og snýtur Jaspur í málinum. KÍF tekur time - out.

46. min. Marius ger tað til 16-24 og tað var hansara 9. mál. Emil er komin inn fyri Jaspur.

47. min. Marius ger júst tað honum vil og hevur nú skotið 10. mál.

48. min. Rúni minkar um munin til 17-25.

51. min. Jógvan skorar til 26-17, og Andrias minkar um munin beinavegin til 18-26.

53. min. Tony skorar av strikuni.

55. min. KÍF spælur eitt gott álop og Selvig setur bóltin inn til 20-26.

56. min. StÍF stilla upp fyri aðru ferð hetta álopi, bólturin fer á stongina og út til Jógvan, men aftur á stongina.

57. min. Kjartan til 20-27.

58. min. KÍF mansverja nú Marius, Selvig til 21-27 og Jónleif tekur time - out. Emil blakur ein langan bólt fram til Hans Eli, men Levi tekur skotið.

59. min. Sveinur til 21-28, Tony fær straffi í hinum endanum og Hans Eli setur bóltin í kassan.

60. min. Kjartan til 22-29. Levi, tekur síðsta skotið frá Selvig.

Liðugt.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF236986237531
2KÍF226375667129
3StÍF236256131227
4H71225865572923
5Kyndil225925761623
6Neistin22586626-4017
7Team Klaksvík22562725-1636

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder