Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Neistin

...

2016-01-10 22:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Myndir frá dystinum koma út á jn.fo seinni í kvøld.

Liðugt: KÍF kom út til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og komu beinavegin á odda 17-11 eftir hálvleiksstøðuna 11-10. KÍF helt tí leiðsluna restuna av dystinum, og vann dystin 26-19 á Neistanum.
Málskjúttar:
KÍF: Tony 6, Hans Eli 6, Rúni 5, Andrias 4, Teitur 3 og Ási 2.
Neistin: Teis 8, Hjalti 4, Terji 2, Jugo 2, Rói 2 og Andras 1.

60. min. Teitur skorar til 26-19.

Í Havn er VÍF á odda 21-20 móti Kyndli, sambært Rás2, 49. min. eru farnir í Havn.

59. min. Jugo minkar um munin fyri Neistan, støðan er 25-19.

57. min. Emil ger aftur eina góða bjarging. Rógvi verður vístur 2. min. av vøllinum.

56. min. Tony skorar til 25-18, og var tað hansara 6. mál. Emil við einari góðari bjarging.

55. min. Hans Eli brennur uppá skjótálop. 

54. min. Neistin tekur time-out.

53. min. Hjalti minkar um munin til 23-18. Neistin mansverja nú Hans Eli. Hans Eli skorar til 24-18.

52. min. Fríði verður vístur 2. min. av vøllinum.

51. min. Fríði brennur ein 100% møguleika.

50. min. Brotskast til KÍF, Tony verður settur at taka, og skorar til 23-17.

Í Havn er VÍF á odda 16-13 móti Kyndli sambært Rás2. 38. min farnir í Havn.

48. min. Ási skorar til 22-17, og Teis verður samstundis vístur 2. min. av vøllinum.

46. min. Tony brennur ein 100% møguleika. 

45. min. Hjalti minkar fyri Neistan, og er støðan nú 21-17.

44. min. Andras minkar um munin til 20-16. Teitur skorar til 21-16.

43. min. Terji minkar aftur fyri Neistan, og er støðan nú 19-15. Nicholas ið stóð væl í fyrra hálvleiki er nú tikin út, og er Bjørn settur í Neistamálið. Hans Eli skorar til 20-15.

42. min. Terji skora fyri Neistan, og minkar um munin til 18-14. Andrias skorar aftur, og er støðan nú 19-14.

41. min. Andrias skorar til 18-13.

40. min. Hjalti minkar um munin til 17-13.

39. min. Brotskast til Neistan, Ròi tekur sær av tí, og skorar til 17-12.

38. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er nú 17-11.

Í Havn spæla Kyndil og VÍF, har er hálvleikur nú, og sambært Rás2 er støðan 10-15 til VÍF.

36. min. Andrias skorar til 16-11. Jónleif tekur time-out.

35. min. Rùni skorar uppá skjótálop, og er støðan nú 15-11. Emil ger eina góða bjarging.

34. min. Rúni skorar til 14-11.

33. min. Teis minkar um munin til 13-11, tað var mál nummar 8 hjá honum. Bæði Nicholas og Emil hava hvør sína góða bjarging.

32. min. Tony skorar aftur, støðan er nú 13-10 til KÍF.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Tony skorar til 12-10.
Hesir byrja inni:
KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Ási, Hans Eli, Rúni og Tony.

Neistin: Nicholas, Hjalti, Andras, Sjúrður, Teis og Rói.

Hálvleikur: Stóri spælarin í fyrra hálvleiki er Teis, hann hevur fingið 7 út av teimum 10 málunum Neistin hevur fingið, men tað sær út til at KÍF-verjan hevur fingið fatur á honum seinastu løtuna. Annars kann sigast, at verjurnar og málverjarnir standa væl. Hálvleiksstøðan er 11-10 til KÍF. 
Málskúttar:
KÍF: Hans Eli 3, Rúni 2, Tony 2, Andrias 1, Teitur 1 og Ási 1.
Neistin: Teis 7, Rói 1, Hjalti 1 og Jugo 1.

29. min. Beinur fær beinleiðis reytt kort fyri at taka í armin hjá Hans Eli, eftir at hann er farin forbíð. Brotskast til KÍF, og tað tekur Tony, og skorar til 11-10.

28. min. Hjalti javnar til 10-10.

Í Havn spæla Kyndil og VÍF, støðan er 6-10 til VÍF sambært Rás2.

27. min. Neistin tekur time-out. Teis skorar aftur fyri Neistan, støðan er 10-9.

25. min. Jugo minkar um munin til 9-8. Rúni skorar til 10-8.

24. min. Hans Eli skorar til 9-7.

23. min. Rùni skorar til 8-7. Teis verður vístur 2. min. av vøllinum.

22. min. Nú er aftur javnleikur, Teis skorar til 7-7, tað var mál nummar 6 hjá honum.

21. min. Tony verður vístur 2. min. av vøllinum. Nicholas bjargar.

20. min. Emil bjargar.

18. min. Rúni skorar uppá skjótálop, og nú er KÍF á odda 7-6.

17. min. Andrias javnar fyri KÍF, støðan er 6-6.

16. min. Nicholas tekur enn eitt skot. Jeppe tekur time-out.

15. min. Emil við einari góðari bjarging.

14. min. Teitur minkar um munin til 5-6.

13. min. Rói skorar uppá skjótálop, og er støðan 4-6.

12. min. Teis skorar aftur, nú er støðan 4-5. Brotskast til KÍF, Teitur verður settur at taka, men Nicholas bjargar.

10. min. So er aftur javnleikur, Teis skorar til 4-4, og hevur hann skora øll málini hjá Neistanum.

9. min. Nicholas tekur aftur ein 100% møguleika frá KÍF, hesufer er tað Tony ið brennur av strikuni.

8. min. Nicholas tekur ein 100% møguleika frá Hans Eli, tá hann verður sendur í skótálop.

7. min. Ási skorar fyri KÍF, og støðan er 4-3.

5. min. Teis skorar sítt 3. mál, og støðan er 2-3. Hans Eli javnar til 3-3.

3. min. Teis skorar aftur, og støðan er 1-2 til Neistan. Hans Eli javnar til 2-2.

2. min. Teis hevur lagt Neistan á odda 0-1. Tony javnar av strikuni til 1-1

1. min. So er dysturin settur í gongd. Hjá KÍF skifta Ási og Rógvi út millum álop og verju. Og hjá Neistanum skifta Herbjørn og Beinur millum verju og álop.
Hesir byrja inni:
KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Rógvi, Tony, Rúni og Hans Eli.

Neistin: Nicholas, John, Andras, Teis, Sjúrður, Rói og Herbjørn.

KÍF tekur í dag móti Neistanum í FTZ-deildini. Dysturin byrjar klokkan 16:00, og vit fylgja honum beinleiðis á jn.fo við beinleiðis tekstafrásøgn.

KÍF: Emil Dam, Pætur Hjørtur Skýlindal, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Janus Jacobsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Rùni Joensen, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus D. Jacobsen.

Neistin: Bjørn M. Mohr, Nicholas Satchwell, John í Innistovu, Rasmus Muller, Andras Joensen, Rói Berg Hansen, Sjúrður Thomassen, Herbjørn Lava, Hjalti í Jákupsstovu, Beinur Davidsen, Torkil Hentze, Terji Mørk, Jugoslav Djumic og Teis Horn Rasmussen.

Bonkur: Jónleif Sólsker, Scott Harringtor, Zeljko Jojic og Torstein Balle

Dómarar: Alexander Johansen og Niclas Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder