Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Neistin og myndir

...

2015-01-19 00:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

JN.fo er í høllini í Kollafirði og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

KÍF: Pætur Skýlindal, Kristoffer Karlson, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Janus Jakobsen, Pætur Johannesen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Hjálti Matras, Hans Eli Sigurbjørnson, Nicklas Selvig, Fríði Weyhe, Rúni Joensen, Jákup Trygvason, Ási Dam og Vilhelm Magnussen.

Neistin: Mikkjal Hansen, Emil Dam, John í Innistovu, Jón Ludvig, Aleks Buha, Carl Herup Olsen, Andras Joensen, Tommy Fletcher, Rói Hansen, Sjúrður Thomassen, kristjan Dulavík, Jugoslav Djumic, Torstein Balle, Torkil Hentze og Terji Mørk.

Liðugt: KÍF 23-33 Neistin.

60. min. Tommy hevur aftur lagt Neistan 10. mál framum. Mikkjal bjargar straffi frá Teiti, í somu stund, fær Teitur 2. min, og Carl Herup REYTT KORT.

59. min. Rói skorar til 23-32.

58. min. Tommy skorar enn eitt mál fyri Neistan, og Selvig fær 2. min. Støðan er 23-31.

56. min. Jugoslav skorar aftur. Mikkjal hevur eina góða bjarging.

55. min. Jugoslav skorar til 22-29. KÍF fær eisini eitt mál.

53. min. Tommy ger álopfeil.

52. min. Selvig minkar um munin til 22-28, og Carl Herup fær 2. min. Kristoffer í KÍF málinum hevur enn eina bjarging. Rúni roynur at lobba bóltin uppum Mikkjal, men bólturin endar á tak-netinum.

51. min. Tommy og Hans Eli skora hvør sítt mál.

50. min. Andrias fær 2. min, og Áki tekur time-out fyri Neistan. Rúni skrúar bóltin rundanum Mikkjal, og skorar til støðuna 20-27.

49. min. Tony skorar til 19-27. Kristoffer og Mikkjal hava hvør sína góða bjarging.

48. min. Selvig minkar um munin til 18-27. Kristoffer hevur eina góða bjarging í KÍF málinum.

47. min. Ási fær 2. min. Jugoslav leggur Neistan 10. mál framum.

46. min. Sjúrður skorar enn eitt mál fyri Neistan.

44. min. Ási fær mál uppá straffi. Rói skorar eisini í hinum endanum. Støðan er 17-24.

43. min. Tommy lagt bóltin innum strikuna við hjálp av stonguni, og John skorar enn einaferð uppá skjótálop. Støðan er 16-24.

42. min. Rúni fær akkurát bóltin innum strikuna, og er støðan nú 16-22.

41. min. Ási skorar uppá straffi.

40. min. Neistin hevur skora til 14-22. 

39. min. John skorar aftur uppá skjótálop, støðan er nú 14-21. Eddie tekur time-out.

38. min. Neistin fær straffi, Rói tekur sær av tí og lobbar bóltin uppum Jaspur Í KÍF málinum.

37. min. Hans Eli minkar um munin til 14-18. Rói leggur Neistan aftur fimm mál framum.

36. min. John skorar aftur uppá skjótálop, støðan er nú 12-17. Tony skorar fyri KÍF. John svarar aftur beinavegin.

35. min. John fær aftur eitt mál fyri Neistan. Rúni skorar til 12-16.

34. min. Tony skorar fyri KÍF.

33. min. Hans Eli minkar um munin til 10-14. John skorar aftur fyri Neistan, til støðuna 10-15. 

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur. Tommy fær fyrsta málið í seinna hálvleiki. Støðan er nú 9-14.

Hálvleikar: Støðan er 9-13 til Neistan. Tað er ikki besta hondbóltspælið í Kollafirði í dag. Tað er heldur rótut spæl, og liðini, serliga KÍF, raka ikki málini serliga væl.

30. min. Tommy hevur nú lagt Neistan fýra mál framum.

29. min. Sjúrður hevur nú lagt Neistan framum til støðuna 9-12.

28. min. Selvig skorar til 9-11. Tony fær 2. min. Áki tekur time-out fyri Neistan.

26. min. John skorar aftur fyri Neistan.

25. min. Hans Eli minkar um munin til 8-10.

24. min. Mikkjal í Neista málinum, hevur enn eina framúr bjarging.

23. min. Terji skorar fyri Neistan, og støðan er nú 7-10.

21. min. Selvig fær straffi, sum Ási tekur sær av, og hann minkar um munin til 7-9.

20:03 min. Eddie tekur time-out fyri KÍF.

19. min. John skorar aftur fyri Neistan til støðuna 6-9.

18. min. Støðan er enn 6-8 til Neistan.

16. min. John hevur nú lagt Neistan framum við tveimum málum.

15. min. Hans Eli hevur nú javna. Tommy leggur Neistan framum aftur til støðuna 6-7.

14. min. Ási minkar aftur um munin, og nú er støðan 5-6 til Neistan.

13. min. Sjúrður leggur Neistan framum 4-6.

12. min. Rói skorar uppá straffi og leggur Neistan framum 3-5. Hans Eli minkar um munin til 4-5.

11. min. Tommy skorar til 2-4. Ási minkar um munin til 3-4.

10. min. Mikkjal stendur sera væl í málinum hjá Neistanum.

9. min.Sjúrður hevur nú lagt Neistan framum 2-3.

8. min. Ási fær straffi, sum hann sjálvur tekur sær av, og leggur KÍF framum 2-1. Djumic javnar til 2-2.

7. min. Sjúrður javnar til 1-1.

6. min.Liðini hava ringt við at raka málið.

5. min. KÍF hevur júst brent tveir 100% kjansir.

3. min. Støðan er enn 1-0.

1. min. Dysturin er nú í gongd. Bæði liðini brenna sín fyrsta kjans. Teitur leggur KÍF framum 1-0.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder