Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Neistin (KÍF vann ein spennandi dyst)

...

2017-03-29 19:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Hygg eisini HER - myndir:

Liðugt: KÍF vann 22-19 á Neistanum.

Málskjúttar:

KÍF: Andrias 6, Fríði 5, Tony 4, Rúni 3, Frederik 2, Rógvi 1 og Ási 1.

Neistin: Teis 4, Terji 4, Torstein 3, Rói 3, Pætur 2, Frank 2 og Torkil 1.

60. min. Frederik skorar til 21-19, og Neistin tekur time-out. Andrias skorar til 22-19.

59. min. Tony skorar til 20-19.

58. min. Torstein javnar til 19-19.

57. min. Frederik verður vístur út í 2. min. Pætur skorar til 19-18, og Andrias verður vístur út í 2. min.

56. min. Marcus bjargar skotinum frá Jónsvein. Andrias skorar til 19-17.

55. min. Teis roynir seg, hann rakar á ein av sínum egnu, og KÍF fær inkast. KÍF tekur tað skeift, og Neistin fær bóltin.

54. min. So er bara eitt mál á muni, Teis skorar frá egnari hálvu í tómt mál til 18-17. KÍF tekur time-out. Nú koyra áskoðarnir á síni lið.

53. min. Teis skorar uppá skjótálop til 18-16.

52. min. Andrias verður dómdur fyri fet. Rói roynir seg aftur, hesufer bjargar Marcus.

51. min. Marcus roynir seg frá egnum málið, men Nicoholas klárar at bjarga. Rói minkar um munin til 18-15.

50. min. Fríði skorar aftur, støðan er nú 18-14. Steðgur í spælinum, Terji hevur fingið ilt í høgra knæ. Terji fær haltandi av vøllinum.

49. min. Eitt sera flott mál frá Fríða til 17-13. Frank minkar um munin til 17-14.

48. min. Terji skorar til 16-12. Terji skorar aftur, støðan er nú 16-13. KÍF tekur time-out.

47. min. Neistin tekur time-out. Terji minkar um munin til 15-11. Andrias skorar til 16-11.

46. min. Marcus bjargar skotinum frá Teis. Gott verjuspæl frá Rùna ger at Rói ikki sleppir til skot tá ið hann er á veg í skjótálop.

45. min. Bæði liðini spæla við øllum spælarnum í álopinum. Fríði skorar til 15-10.

42. min. Pætur minkar um munin til 14-10.

40. min. Rógvi skorar til 14-9.

39. min. Rúni roynir seg av vinstra vongi, hann skorar til 13-9. Brotskast til Neistan, og Andrias verður vístur út í 2. min. Rói tekur sær av tí, og hansara skot fer eisini á stongina, og KÍF fær fatur á bóltinum.

37. min. Teis sendur Rói ein flúgvara, sum Marcus bjargar. Brotskast til KÍF, og Frank verður vístur út í 2. min. Andrias tekur sær av brotskastinum, hann rakar á stongina og út.

36. min. Rói minkar um munin til 11-9. Andrias skorar til 12-9.

35. min. Torstein minkar um munin til 10-8. Brotskast til KÍF, og Pætur fær gult kort, Rúni tekur sær av tí, hann lobbar, Nicoholas fær hondina á, bólturin fer út aftur til Rúna sum skorar til 11-8.

34. min. Fríði skorar til 10-7.

33. min. Neistin roynir seg við øllum í álopinum.

32. min. Teis minkar um munin til 9-7.

31. min. So er seinni hálvleikur í gongd, tað er Neistin ið byrjar dystin.

Hesir byrja inni:

KÍF: Maruc, Frederik, Andrias, Tony, Rùni, Fríði og Ási.

Neistin: Torstein, Frank, Rune, Torkil, Teis, Rói og Pætur.

Sí toppskjúttalistan her, og fair-play listan her.

Hálvleikur: Støðan er 9-6 til KÍF.

Málskjúttar: 

KÍF: Tony 3, Andrias 2, Frederik 1, Fríði 1, Rúni 1 og Ási 1.

Neistin: Rói 1, Torstein 1, Terji 1, Frank 1, Torkil 1 og Teis 1.

30. min. Fríði fær ein 100% møguleika, Nicoholas bjargar.

29. min. Andrias ger álopsfeil. Nicoholas bjargar skjótálopinum hjá KÍF.

28. min. Rune fær ein stóran møguleika, men í KÍF málinum bjargar Marcus. Frederik fær gult kort. Terji minkar um munin til 9-6.

27. min. Andrias skorar til 9-5.

26. min. Torstein skorar uppá skjótálop til 8-5, og Rúni verður vístur út í 2. min. KÍF tekur time-out. Frank sendir Neistan í skjótálop, men Marcus klárar at verða fyrst á honum.

25. min. Tony skorar eitt flott mál til støðuna 8-4.

24. min. Torkil minkar um munin til 7-4.

23. min. Teis minkar um munin til 6-3. Tony skorar til 7-3, og Teis verður vístur út í 2. min.

22. min. Pætur fær ein risa møguleika, men hann rakar bert á stongina.

21. min. Andrias skorar til 6-2. 8 mál eru komin í dystinum, og tað eru 8 ymiskir málskjúttar.

20. min. Tony fær gult kort.

19. min. Neistin roynir seg við øllum spælarnum í álopinum. Aftur verður drál dómt móti Neistanum. Fríði skorar til 5-2.

18. min. Rógvi fangar bóltin í Neistaálopinum, og roynir at fara í skjótálop, Teis hongur í honum, og fær 2. min. Ási skorar til 4-2. 

17. min. Frederik verður dómdur fyri fet. 

16. min. Frederik skorar til 3-2.

15. min. Neistin skorar, men málið verður ikki talt við tí teir hava tikið time-out áðrenn. Drál verður dómt móti Neistanum. Frank fær gult kort.

14. min. Verjurnar standa væl, og tí eru bert fýra mál komin. 

12. min. Andrias á stongina og út. 

10. min. Fet verður dómt móti Fríða, og Torkil brennur ein stóran møguleika.

9. min. Frank javnar til 2-2.

8. min. Fríði fær gult kort, og brotskast til Neistan, Rói tekur sær av tí, og javnar til 1-1. Tony skorar til 2-1.

5. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar til 1-0.

4. min. Torkil verður dómdur fyri dripl.

3. min. Dómt verður drál móti Neistanum.

2. min. Hjá KÍF skifta Frederik og Andrias millum verju og álop.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar dystin. Rói fer í skjótálop, men gott verjuspæl frá Ása forar honum at sleppa til skot.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus, Teitur, Andrias, Ási, Fríði, Rùni og Tony,

Neistin: Nicoholas, Torstein, Rói, Teis, Frank, Pætur og Torkil.

Í kvøld eru 3. dystir í FTZ-deildini hjá monnum. Í Kollafirði tekur KÍF móti Neistanum, og vit hava beinleiðis tekstafrásøgn frá tí dystinum.

Í Vestmanna tekur VÍF móti StÍF, og í Klaksvík spæla Team Klaksvík og Kyndil. Allir dystirnir byrja klokkan 20:00.

KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Marcus Mølbjerg, Andrias Nielsen, Karstin D. í Húsinum, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Hjalti H. Matras, Frederik Sørensen, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

Neistin: Eliesar Rubeksen, Nicoholas Satchwell, Karl Martin Olsen, Rasmus Muller, Rune Olsen, Rói Berg Hansen, Sjúrður Thomassen, Torstein Balle, Pætur Mikkjalsson, Jónsvein Dulavík, Terji Mørk, Frank Askildsen, Torkil Hentze og Teis Horn Rasmussen.

Bonkur: Scott Harrington, Ári Rouch og Christopher Moe.

Dómarar: Thomas Juul S. Thomsen og Dánjal Samuelsen

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H712157647410231
2VÍF2060950910027
3KÍF205134793425
4Kyndil215405211924
5Neistin20506526-2020
6StÍF21571588-1716
7Team Klaksvík21447665-2181

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder