Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Neistin

...

2015-10-11 20:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: KÍF vann 23-20 á Neistanum. Seinni hálvleikur var væl spældur. 

60. min. Góð bjarging frá Nicholas.

59. min. So eru aftur fýra mál á muni, Selvig skorar til 23-19. Rói minkar um munin til 23-20.

58. min. Tony fangar ein retur bólt, og skorar til 22-18. Teis minkar um munin til 22-19.

57. min. Bonkurin hjá Neistanum fær gult kort.

55. min. Andrias skorar til 21-18.

54. min. Emil hevur eina góða bjarging.

52. min. Nú er KÍF aftur á odda, Selvig skorar til 19-18. Nú eru tvey mál á mundi, Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 20-18. Jónleif tekur time-out.

50. min. So er aftur javnleikur, tað er Teis ið skorar til 18-18.

49. min. Teis javnar til 17-17. Teitur leggur KÍF á odda, tá hann lobbar bóltin uppum Nicholas, støðan er 18-17.

48. min. So er KÍF aftur á odda, Hans Eli skorar til 17-16. Rói fær 2. min. KÍF mansverja nú Tommy.

47. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli minkar um munin til 15-16. Nú er aftur javnleikur, tað er Andrias ið skorar til 16-16.

46. min. Pætur skorar fyri Neistan, nú er Neistin á odda 14-16.

45. min. Rói skorar fyri Neistan, og er Neistin nú á odda 14-15. Fríði fær 2. min. Jeppe tekur time-out.

44. min. Rói fer í skjótálop, og skorar, men dómarin dømir fríkast. Nicholas tekur ein 100% møguleika frá Hans Eli.

43. min. So er javnleikur í Kollafirði, Jugo skorar til 14-14.

41. min. Brotskast til KÍF - Hans Eli tekur sær av tí, hann rakar stongina og bólturin fer út.

40. min. Rói minkar um munin til 14-13.

39. min. Brotskast til KÍF, og tað skorar Hans Eli uppá, nú eru aftur tvey mál á muni, støðan er 14-12.

38. min. So er aftur eitt mál á muni, Tommy skorar til 13-12.

37. min. Tommy skorar til 12-10. Selvig skorar til 13-10. Brotskast til Neistan, tað skorar Rói uppá, støðan er 13-11, og Tony fær 2. min.

36. min. Hans Eli skorar til 12-9.

35. min. Góð bjarging frá Pætur Hjørtur.

34. min. Nicholas tekur einn 100% møguleika frá Hans Eli.

32. min. Selvig skorar uppá skjótálop, støðan er 11-9.

31. min. Nú er seinni hálvleikur settur í gongd. 
Hesir byrja inni:
KÍF: Pætur H., Selvig, Andrias, Ási, Hans Eli, Fríði og Tony.
Neistin: Nicholas, Rói, Tommy, Teis, Hjalti, Terji og Jugo.

Hálvleikur: KÍF er á odda 10-9 í hálvleikinum. Stutt kann sigast um dystin, at hann er ikki serliga væl spældur, og tað er einki tempo i dystinum. 

30. min. Nú er aftur eitt mál á mundi, Terji skorar fyri Neistan til 10-9.

29. min. Brotskast til KÍF, og tað skorar Hans Eli uppá, støðan er 10-8.

28. min. Nú er eitt mál á muni, Terji minkar um munin til 9-8.

25. min. Støðan er enn 9-7.

23. min. KÍF tekur time-out.

22. min. Enn eitt mál frá Tommy, hann skorar til 9-7.

21. min. Tommy skorar til 8-6. Teitur lobbar bóltin uppum málverjan hjá Neistanum til 9-6.

20. min. Tað er ikki besta hondbóltspæli ið verður víst í Kollafirði.

18. min. Enn ein góð bjarging frá Emil.

17. min. Jugo skorar fyri Neistan, nú er støðan 8-5.

16. min. Selvig skorar til 8-4.

13. min. Neistin tekur time-out. Teis minkar um munin til 7-4.

12. min. Jugo skorar fyri Neistan , støðan er 6-3. Selvig skorar enn einafer uppá skjótálop, støðan er 7-3.

11. min. Emil stendur sera væl.

10. min. Selvig skorar til 6-2 uppá skjótálop.

8. min. Jugo minkar um munin til 4-2. Hans Eli skorar til 5-2.

7. min. Emil tekur ein 100% kjans frá Róa. Selvig skorar til 4-1.

6. min. Tommy minkar um munin fyri Neistan, støðan er 3-1.

5. min. Selvig skorar til 3-0 eftir, at hann var sendur avstað av Rógva.

4. min. Rógvi skorar fyri KÍF, støðan er nú 2-0.

3. min. Brotskast til KÍF, og tað skorar Hans Eli uppá, støðan er 1-0.

1. min. Nú er dysturin í gongd.
Hesir byrja inni:
KÍF: Emil, Rógvi, Tony, Ási, Hans Eli, Selvig og Andrias.
Neistin: Nicholas, Rói, Andras, Teis, Tommy, Jugo og Hjalti.

KÍF tekur í dag, klokkan 16:00, móti Neistanum í FTZ-deildini.

KÍF: Emil Dam, Pætur H. Skýlindal, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Poul Finnur Egholm, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Niklas Selvig, Rógvi Weyhe, Jákup Trygavson og Ási Dam.

Neistin: Nicholas Satchweel, Jan Paul Johannesen, John í Innistovu, Julian Lava, Jón Ludvig, Rasmus Muller, Andras Joensen, Tommy Fletcher, Rói B. Hansen, Pætur Mikkjalsson, Hjalti í Jákupsstovu, Torkil Mørk, Terji Mørk, Jugoslav Djumic og Teis Horn.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder