Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Neistin (Neistin er í hálvfinaluni)

...

2017-02-01 19:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Neistin vann 23-28 á KÍF. Og møta teir StÍF í hálvfinaluni. Neistin var tað betra liðið á vøllinum í dag. KÍF fekk eina flúgvandi byrjan og vóru á odda 9-4 eftir 13. minuttir, men tá tók Neistin yvir, og KÍF kom ongantíð fyri seg aftur.

Málskjúttar: 
KÍF: Hans Eli 8, Teitur 4, Andrias 3, Rógvi 3, Fríði 3, Marcus 1 og Rúni 1.
Neistin: Rói 8, Teis 8, Herbjørn 4, Torkil 3, Frank 3 og Torstein 2.


60. min. Torstein skorar til 23-28.

59. min. Hans Eli minkar um munin til 23-26. Herbjørn skorar til 23-27.

58. min. Herbjørn skorar til 22-26.

57. min. Marcus skorar frá egnum málið til 22-25. Neistin tekur time-out.

56. min. Frank skorar til 20-25. Fríði minkar um munin til 21-25.

55. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, og minkar um munin til 20-24.

54. min. Nicholas bjargar skotinum frá Frederik.

53. min. Frank skorar av egnari hálvu til 19-24. Nicholas bjargar skotinum frá Fríða.

52. min. Hans Eli skorar, men málið verður ikki talt við.

51. min. Teis skorar til 19-23. Skotið frá Frederik fer víðsíðurnarav málinum. KÍF fær eina útvísing tí teir hava ein spælara ov nógv á vøllinum.

50. min. Torkil brennur ein 100% møguleika. Hans Eli minkar um munin til 19-22.

49. min. Rói skorar til 18-22, og Tony verður vístur av vøllinum í 2. min.

48. min. Rógvi minkar um munin til 18-21. KÍF roynir nú at mansverja Teis, og Neistin tekur time-out.

47. min. Torkil skorar til 17-21. KÍF tekur aftur time-out. 

46. min. Fet verða dómt móti Torkil, og Andrias ger eisini fet tá ið KÍF fer í álop.

45. min. Marcus bjargar skotinum frá Teis. Nicholas bjargar skotinum frá Andrias.

44. min. Teis skorar til 17-20.

43. min. Andrias minkar um munin til 17-19.

42. min. Teitur minkar um munin til 16-18. Ròi ger skjótt av, og skorar til 16-19. KÍF tekur time-out. Nú er sjúkrabilurin komin eftir Christopher, og tí er spælið niðurlagt eina løtu. Nú er spælið tikið uppaftur.

41. min. Brotskast til KÍF, Tony tekur sær av tí, og aftur bjargar Nicholas.

40. min. Andrias verður vístur 2. min. út. Brotskast til Neistan, Teis tekur sær av tí, og skorar til 15-18.

39. min. Andrias minkar um munin til 15-17.

38. min. Teis skorar til 14-17.

37. min. Skotið frá Rógva fer á stongina og út.

36. min. Nicholas bjargar skotinum frá Hans Eli. 

35. min. Skotið frá Teis fer á stongina.

34. min. Hans Eli minkar um munin til 13-16. Rógvi skorar uppá skjótálop til 14-16.

33. min. Ròi skorar uppá skjótálop til 12-16.

32. min. Torkil skorar til 12-15.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er Neistin ið byrjar.
Hesir byrja inni:
KÍF: Marcus, Frederik, Rógvi, Tony, Rúni, Fríði og Hans Eli.
Neistin: Nicholas, Torstein, Frank, Herbjørn, Teis, Torkil og Ròi.

Hálvleikur: Neistin er á odda 14-12. Dysturin byrjaði við nógvari ferð, men so fór KÍF frá Neistanum og komu á odda 9-4 eftir 13. minuttir, men tá kom Neistin innaftur í dystin, og tóku yvir. 

Málskjúttar:
KÍF: Hans Eli 4, Teitur 3, Fríði 3, Andrias 1 og Rúni 1.
Neistin: Rói 5, Teis 4, Herbjørn 2, Torstein 1, Torkil 1 og Frank 1.

30. min. Rùni minkar um munin til 12-13. Marcus bjargar skotinum frá Frank, og Herbjørn fær fatur á returinum, sum hann skorar uppá til 12-14.

29. min. Brotskast til Neistan, Rói tekur sær av tí, og í KÍF málinum bjargar Marcus.

28. min. Torkil skorar til 11-13. Steðgur í spælinum, ein Neistaspælari hevur fingið sera ilt í knæði. Christopher verður borin út av vøllinum. Sjúkrabilur er á veg eftir honum.

27. min. Marcus bjargar skotinum frá Frank, Teitur fær bóltin, hann sendir bóltin fram til Hans Eli, sum er púra fríður við Nicholas, sum bjargar.

26. min. Brotskast til Neistan og Frederik fær gult kort. Rói tekur sær av tí, og skorar til 11-12.

25. min. So er Neistin á odda, Torstein skorar til 10-11. Fríði javnar til 11-11.

24. min. KÍF hevur skora eitt mál seinastu 10. minutturnar.

23. min. Hans Eli á stong út.

22. min. KÍF ger eina rúgvi av tekniskum feilum, og tað ger Neistin sær gang av, Rói skorar til 10-9. Aftur ein tekniskur feilur frá KÍF, og so er javnleikur Rói javnar til 10-10.

20. min. KÍF tekur time-out. Rói skorar uppá skjótálop, og er støðan nú 10-8.

18. min. So eru tvey mál á muni, Frank skorar til 9-7. Teitur ger skjótt av og skorar til 10-7.

17. min. Ási fær gult kort. Marcus bjargar skotinum frá Frank.

16. min. Teis minkar um munin til 9-6.

15. min. Rói skorar uppá skjótálop og minkar um munin til 9-5.

13. min. Hans Eli skorar til 9-4.

12. min. Frank kastar bóltin útav vøllinum, og KÍF ger skjótt av, tað endar við at Rùni skorar til 8-4. Neistin tekur time-out.

11. min. Hans Eli skorar til 7-4.

10. min. Rói verður sendur í skjótálop, hann roynir at skrúva bóltin í málið, men Marcus bjargar. Teitur skorar til 6-4.

9. min. Marcus bjargar.

8. min. Rói lobbar bóltin uppum Marcus, og minkar um munin til 5-4. Nicholas ger eina framúrbjarging.

7. min. Herbjørn fær gult kort.

6. min. Hans Eli skorar til 5-2. Teis minkar um munin til 5-3.

4. min. Andrias skorar til 4-1. Herbjørn minkar um munin til 4-2. Herbjørn rakar á stongina og út.

3. min. Fríði skorar til 2-0. Teis minkar um 2-1. KÍF ger skjótt av, og Teitur skorar til 3-1.

2. min. Hans Eli skorar til 1-0 uppá skjótálop.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar við bóltinum. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og Nicholas bjargar.

Hesir byrja inni:
KÍF: Marcus,Rúni, Hans Eli, Fríði, Frederik, Teitur og Tony.
Neistin: Nicholas, Torstein, Frank, Teis, Rói, Herbjørn og Christopher.

Klokkan 20:00 tekur KÍF móti Neistanum í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum. Neistin skal vinna fyri at koma víðari, meðan KÍF bert skal hava eitt stig fyri at koma víðari. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo. 

KÍF: Emil Dam, Marcus Mølbjerg, Andrias Nielsen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Hjalti H. Matras, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rùni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jojic og Magnus D. Jacobsen.

Neistin: Eliesar Rubeksen, Nicholas Satchwell, Teitur Magnuson, Karl Martin Olsen, Pætur Mikkjalsson, Rune Olsen, Rói Berg Hansen, Herbjørn Lava, Torstein Balle, Hjalti í Jákupstovu, Christopher Moe, Jónsvein Dulavík, Terji Mørk, Torkil Henze, Frank Askildsen og Teis Rasmussen.

Bonkur: Scott Harrington, Ári Rouch, Sjúrður Thomassen og Andras Joensen.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder