Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Neistin (steypakapping)

...

2016-01-16 23:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Tað var eitt heilt annað KÍF lið vit sóu í seinna hálvleiki. KÍF byrjaði væl, men Neistin tók skjótt yvir aftur. Tá 8 min vóru eftir var Neistin á odda við 6 málum 16-22. KÍF fáa bart seg innaftur í dystin, og fingu javnleik 26-26. Samrøður koma út á jn.fo seinni í kvøld.

Málskjúttar:

KÍF: Hans Eli 8, Andrias 6, Tony 5, Fríði 4, Teitur 2 og Rúni 1.

Neistin: Rói 9, John 6, Terji 3, Teis 3, Jugo 2, Andras 1, Sjúður 1 og Herbjørn 1. 

60. min. KÍF skorar til 25-26. Neistin tekur time-out. Andrias skorar í seinasta sekundinum! við einum kanónskotið, sum kemur út á jn.fo seinni í kvøld!

Endaði 21-21 í Hoyvík, tað veit Rás2 at siga.

59. min. Fríði skorar til 23-25. John og Fríði skorar hvør sítt mál, støðan er 24-26.

58. min. Nicholas ger eina meistara bjarging. Fríði ger ein stórbrennara.

57. min. Neistin ger álopsfeil. Andrias minkar um munin til 22-25.

Í Hoyvík er javnleikur 23-23 sigur Rás2.

56. min. Rói skorar aftur, støðan er nú 21-25, mál nummar 9 hjá honum.

55. min. Rói skorar til 20-24. Teitur minkar um munin til 21-24.

54. min. Hans Eli minkar um munin til 19-23. Neistin tekur time-out. Hans Eli skorar aftur, rennur allar av, og skorar til 20-23, mál nummar 8 hjá honum. 

Í Hoyvík er StÍF á odda 21-18, Rás2 sigur frá dystinum.

53. min. John skorar aftur, støðan er 17-23. Brotskast til KÍF, Tony tekur sær av tí, men Bjørn bjargar, tó fær Rógvi fatur á returinum, spælir til Tony, sum skorar til 18-23.

52. min. John skorar til 16-22. Andrias minkar um munin til 17-22.

51. min. So er Neistin á odda við fimm málum. John skorar til 16-21. KÍF tekur time-out.

50. min. Rúni verður sendur í skjótálop, men rakar stongina.

49. min. Terji skorar aftur, nú er Neistin á odda við fýra málum, støðan er 16-20.

48. min. Jaspur er nú í KÍF málinum.

47. min. Tony minkar um munin fyri KÍF, støðan er 16-19.

46. min. Terji skorar fyri neistan, støðan er 15-19.

45. min. Fríði minkar um munin til 15-18.

Í Hoyvík er StÍF á odda 19-15 móti H71, tað sigur Rás2 (46. min)

44. min. Rói skorar uppá skjótálop, støðan er 14-18 - mál nummar 7 hjá honum.

43. min. KÍF tekur time-out.

40. min. Herbjørn skorar til 14-17.

38. min. Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum. Ròi skorar til 14-16.

Í Hoyvík spæla H71 og StÍF, Rás2 sigur at støðan er 12-11. Har eru 36. min. farnir.

37. min. Hans Eli javnar til 14-14. Rói Skorar til 14-15.

36. min. Emil bjargar, og við tað sama sendur hann Hans Eli avstað, sum skorar til 13-13. Rói skorar til 13-14.

34. min. Teis hevur lagt Neistan á odda 12-13.

32. min. So er javnleikur, Andrias javnar til 12-12.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Andrias minkar um munin til 11-12.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Ási, Hans Eli, Rúni og Jákup.

Neistin: Nicholas, Ròi, Teis, Jugo, Andras, Sjúrður og John.

Hálvleikur: Neistin er betra liðið á vøllinum, dysturin er merktur nógvum feilum. Verjurnar standa væl, tó er tað ikki nógv fer á dystinum. Hálvleiksstøðan er 10-12 til neistan.

Málskjúttar:

KÍF: Hans Eli 4, Fríði 2, Tony 2, Andrias 1 og Rúni 1.

Neistin: Teis 3, Rói 3, Jugo 2, John 2, Andras 1 og Terji 1. 

30. min. So eru aftur tvey mál á muni, Andrias skorar til 10-12.

Í Hoyvík er hálvleikur nú, støðan er 10-10 millum H71 og StÍF sigur Rás2.

28. min. Hans Eli minkar um munin til 9-12. Emil stórbjargar.

27. min. Terji skorar, og er Neistin nú aftur fýra mál á odda, støðan er 8-12.

26. min. Jugo skorar fyri neistan, og nú er støðan 8-11.

25. min. Fríði minkar um munin til 8-10. Neistin tekur time-out.

24. min. Rùni skorar eitt flott mál, og minkar um munin til 7-10.

Í Hoyvík eru 25. min. farnir, Rás2 sigur at støðan er 8-8 millum H71 og StÍF.

23. min. Rói skorar fyri Neistan, og nú er Neistin fýra mál á odda, støðan er 6-10.

22. min. Emil við einari góðari bjarging.

21. min. John skorar, og nú eru aftur trý mál á muni, støðan er 6-9.

20. min. Nicholas ger eina góða bjarging.

18. min. Teis skorar til 5-8. Brotskast til KÍF, Tony tekur sær av tí, og minkar um munin til 6-8.

17. min. Fríði sum kom inn aftaná time-out'i skorar til 5-6. Jugo skorar til 5-7.

16. min. Nicholas bjargar, og John verður sendur í skjótálop, hann skorar til 4-6. KÍF tekur time-out.

15. min. Brotskast til Neistan, Rói tekur sær aftur av tí, og skorar til 4-5.

13. min. Andras javnar fyri Neistan, støðan er nú 4-4.

12. min. Brotskast til KÍF, tað tekur Tony sær av, og skorar til 4-3.

Í Hoyvík spæla H71 og StÍF, har er støðan 3-3 sambært Rás2, 9.min eru farnir av tí dystinum.

8. min. Brotskast til Neistan, Rói tekur sær av tí, og javnar til 3-3.

6. min. Hans Eli skoar sítt 3. mál, og er KÍF á odda 3-2.

5. min. Teis javnar til 2-2.

4. min. Hjá KÍF skifta Rógvi og Ási millum verju og álop. Hjá Neistanum er tað Herbjørn og Jugo ið skifta millum verju og álop. Tony brennur ein 100% møguleika.

3. min. Hans Eli skorar aftur, støðan er nú 2-1.

2. min. Hans Eli javnar til 1-1. Nicholas ger eina góða bjarging.

1. min. So er dysturin farin í gongd. Teis skorar fyrsta málið í dystinum, støðan er 0-1.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Ási, Hans Eli, Rúni og Tony.

Neistin: Nicholas, Rói, Sjúrður, Teis, Andras, Hjalti og Herbjørn.

KÍF tekur í dag móti Neistanum í steypakappingini. Dysturin byrjar klokkan 18:00, og vit fylgja honum beinleiðis á jn.fo við beinleiðis tekstafrásøgn.


KÍF: Emil Dam, Pætur Hjørtur Skýlindal, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Rùni Joensen, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus D. Jacobsen.

Neistin: Bjørn M. Mohr, Nicholas Satchwell, John í Innistovu, Rasmus Muller, Andras Joensen, Rói Berg Hansen, Sjúrður Thomassen, Herbjørn Lava, Hjalti í Jákupsstovu, pætur Mikkjalson, Torkil Hentze, Terji Mørk, Jugoslav Djumic og Teis Horn Rasmussen.

Bonkur: Jónleif Sólsker, Scott Harringtor, Zeljko Jojic og Torstein Balle

Dómarar: Alexandur Johansen og Niclas Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder