Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Kyndil

...

2016-12-17 18:10 Author image
jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Tað endaði við javnleiki 18-18. Myndir og filmsbrot kemur út á jn.fo seinni í kvøld.

Málskjúttar: 

KÍF: Fríði 5, Rúni 3, Ási 3, Frederik 2, Andrias 2, Teitur 1, Jákup 1 og Rógvi 1.

Kyndil: Hjalti 7, Tummas Pauli 3, Hørður 3, Høgni 2, David 1, Josef 1 og Kristoffur 1.

60. min. KÍF tekur time-out, tíðin vísir 59:30.

59. min. Fríði fintar alla Kyndla verjuna, men verður dómdur yvirtrakk. Hørður javnar til 18-18.

58. min. David á stongina, Hørður fær fatur á returinum, og minkar um støðuna til 18-17.

57. min. KÍF roynir seg við 7 í álopinum. Brotskast til KÍF, tað tekur Rùni sær av, og lobbar bóltin uppum Tórður í Kyndil málinum. Støðan er 18-16. Julian tekur time-out.

56. min. Tórður sendir Høgni í skjótálop, hann minkar um støðuna til 17-16.

55. min. Andrias hevur ein púra upplagdan møguleika, men skotið fer viðsíðurnarav.

54. min. Hans Áki verður vístur av vøllinum í 2. min. Rúni roynir seg av vinstra vongi, skotið frá honum fer á stongina, og til Kyndil.

53. min. Drál verður dómt móti Kyndli,

52. min. Rógvi verður vístur av vøllinum í 2. min. Skotið frá Ása snýtir Jan Pauli, og fer á mál til 17-15.

51. min. Høgni roynir seg, men skotið fer langt viðsíðurnarav.

49. min. So er KÍF á odda, Ási skorar til 16-15.

48. min. David roynir seg, Marcus hálvbjargar, men fær tveitt seg eftur bóltinum áðrenn hann fer innum strikuna.

46. min. Marcus bjargar skotium frá Hørður. So er aftur javnleikur Frederik javnar til 15-15. Kyndil tekur time-out.

45. min. Høgni leggur Kyndil á odda 14-15.

42. min. Fríði javnar til 14-14. 

41. min. Liðini spæla lang álop.

39. min. Tummas Pauli skorar til 13-14.

37. min. So var aftur javnleikur, Jákup skorar av strikuni til 13-13.

36. min. David roynir seg, skotið fer bæði á stong og yvirleggjarin, tó ikki innum strikuna.

35. min. Hjalti leggur aftur Kyndil á odda, støðan er 12-13.

34. min. Tony verður vístur út í 2. min.

33. min. Rúni javnar til 12-12, eitt flott mál.

32. min. Hjá Kyndli skifta Niels og Tummas Pauli millum verju og álop. Hjá KÍF skifta Tony/Teitur og Andrias/Jákup millum álop og verju.  Andrias javnar til 11-11. Hørður leggur Kyndil á odda 11-12.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus, Teitur, Fríði, Frederik, Ási, Rúni og Jákup.

Kyndil: Jan Pauli, Josef, David, Hørður, Niels, Hans Áki og Hjalti.

Hálvleikur: KÍF 10-11 Kyndil. Liðini eru sera jøvn, og serliga er tað Jan Pauli ið vísur stórspæl. Verjurnar hjá báðum liðum verja sera hart, og tað merkir dystin.

Málskjúttar:

KÍF: Fríði 4, Andrias 1, Teitur 1, Frederik 1, Rúni 1 og Ási 1.

Kyndil: Hjalti 6, Tummas Pauli 2, Kristoffur 1, Josef 1 og David 1.

30. min. Marcus bjargar skotinum frá Josef, Hans Áki fær fatur á bóltinum, Marcus bjargar aftur. Andrias hevur møguleikan av javna, men skotið fer á stongina.

28. min. Brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí, og leggur Kyndil á odda 10-11.

26. min. Fríði javnar til 10-10.

25. min. Kyndil tekur time-out.

24. min. Kristoffur roynir seg av høgra vongi, Marcus bjargar. Andrias minkar um munin til 9-10.

22. min. Teitur minkar um munin til 8-9. Brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí, og skorar til 8-10.

21. min. Kristoffur skorar til 7-9. Jan Pauli ger aftur eina góða bjarging.

20. min. Brotskast til KÍF, og David verður vístur út í 2. min. Rúni tekur sær av brotskastinum, og minkar um munin til 7-8.

19. min. So er Kyndil á odda við tveimum, Hjalti skorar til 6-8. Tony fær gult kort. KÍF tekur time-out.

17. min. Tummas Pauli skorar til 6-7.

16. min. Rógvi skorar, men málið telur ikki við, tí hann hevur traðka innanfyri. David skorar til 5-6. Rógvi janvar til 6-6.

Les her: 72 mál í dystinum millum Team Klaksvík og VÍF.

14. min. Nú er javnleikur, Fríði skorar til 5-5.

13. min. Brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí, og skorar til 3-5. Fríði minkar um munin til 4-5. Marcus ger eina góða bjarging.

12. min. Jan Pauli ger aftur eina sera góða bjarging.

11. min. David fær gult kort. Fríði minkar um munin til 3-4.

10. min. Josef skorar til 2-4 uppá skjótálop, og tað er bonkurin hjá KÍF alt annað er nøgdur við, tí teir halda at teir eiga eitt fríkast áðrenn. Bonkurin hjá KÍF fær gult kort.

9. min. Brotskast til Kyndil, og Rùni verður vístur út í 2. min. Hjalti tekur sær av brotskastinum, og skorar til 2-3. KÍF roynir seg nú eisini við at taka málverjan út, og seta ein eyka í álopið.

8. min. Kyndil royna seg við at taka málverjan út, so teir fáa ein eyka í álopið. Ási javnar til 2-2, og Tumams Pauli fær gult kort.

7. min. Tummas Pauli skorar til 1-2. Hørður verður vístur út í 2. min.

6. min. Frederik javnar til 1-1.

5. min. Rúni fær gult kort. Hjalti skorar fyrsta málið í dystinum, støðan er 0-1 til Kyndil.

4. min. Hørður fær gult kort. Tony verður spældur fríður á strikuni, hann roynur seg, aftur ger Jan Pauli eina góða bjarging.

3. min. Fríði roynir seg av vinstra vongi, Jan Pauli ger eina góða bjarging.

2. min. Hjá KÍF skifta Rógvi og Ási millum verju og álop. Hjá Kyndli skifta Hjalti og Niels millum álop og verju.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er Kyndil ið byrjar við bóltinum.

Les her, at H71 vann á StÍF.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus, Andrias, Frederik, Tony, Rúni, Fríði og Rógvi.

Kyndil: Jan Pauli, Josef, David, Hjalti, Tummas Pauli, Hans Áki og Hørður.

KÍF tekur klokkan 18:00 móti Kyndli í høllini í Kollafirði. Hetta er seinasti dysturin í landskappingini áðrenn jól, og tað ber til at fylgja honum beinleiðis á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

KÍF: Emil Dam, Marcus Mølbjerg, Andrias Nielsen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvasson, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

Kyndil: Jan Pauli T. Johannesen, Tórður S. Guttesen, Kristoffur Kristoffersen, Josef Abrahamsen, Tummas Pauli Hanussarson, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Niels Viggo Niclassen, Hans Áki Dal Christiansen, Bartal Klein Olsen, Rógi Dal Christiansen, Tórvald Abrahamsen, Bjarni Sørensen, Hjalti Mohr Jacobsen og Hørður Fannar Sigtórsson.

Bonkur: Julian J. Johansen, Bárður Johannesen, Leif Kristoffersen og Dávur Clementsen.

Dómarar: Alexandur Johansen og Niclas Niclasen

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71154123308225
2VÍF154653858021
3KÍF143663452118
4Kyndil153983762217
5Neistin15372389-1714
6StÍF16433448-1510
7Team Klaksvík16333506-1731

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder