Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Kyndil

...

2016-10-30 15:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: KÍF vann 28-20 á Kyndli.

Málskjúttar;

KÍF: Rúni 8, Ási 6, Andrias 5, Hans Eli 5, Frederik 2, Tony 1 og Fríði 1.

Kyndil: Hjalti 9, Josef 3, Tummas Pauli 2, Rógvi 2, Kristoffer 1, Niels 1, Bartal 1.

VÍF vann 41-24 á Team Klaksvík.

Í Hoyvík endaði við javnleiki 25-25 millum H71 og StÍF.

59. min. Andrias skorar til 28-20.

58. min. ??lavur minkar um munin fyri Kyndil til 26-20. Hans Eli skorar til 27-20.

57. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar til 26-19.

56. min. Kyndil mansverja í løtuni Andrias. Hjalti verður vístur av vøllinum í 2. min.

55. min. Tony verður vístur 2. min. av vøllinum, og brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av brotskatinum og skorar til 25-19. 

54. min. Hans Eli skorar til 25-18. Kyndil tekur time-out.

52. min. Tórður ger eina góða bjarging. Frederik skorar til 24-18.

51. min. Josef skorar eitt gott mál til 23-18.

50. min. Frederik skorar til 23-17.

49. min. Hjalti skorar til 22-16. Hans Eli verður vístur av vøllinum í 2. min. Kyndil spæla við 7 í álopinum. Josef minkar um munin til 22-17.

48. min. Brotskast til KÍF, og Tummas Pauli verður vístur 2. min. av vøllinum. Rùni tekur sær av brotskatinum, og skorar til 22-15.

46. min. Hans Eli skorar til 21-15.

45. min. Bartal minkar um munin til 20-15, og KÍF tekur time-out.

44. min. Tony verður sendur í skjótálop og skorar til 19-14. Hans Eli og Tony fara í skjótálop, sum endar við á Hans Eli skorar til 20-14.

43. min. Frederik skorar til 18-14.

42. min. Julian á Kyndla bonkinum fær eina átalu. Tummas Pauli skorar til 17-14.

40. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí og skorar til 17-13. Kyndil tekur time-out.

39. min. Spælt verður inn til Rógva á strikuni, Marcus stórbjargar. Fríði skorar til 16-13.

37. min. Marcus bjargar skotinum frá Josef.

35. min. Rúni skorar til 15-13.

Í Hoyvík spælar H71 og StÍF, har eru farnir 35. min. og er støðan 16-18 til StÍF.

34. min. Marcus bjargar skotinum frá Hjalta, Rógvi fær fatur á returinum og vinnur Kyndil eitt brotskast. Hjalti tekur sær av brotskatinum og skorar til 14-13.

33. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, Jan Pauli bjargar.

32. min. Rógvi Weyhe fer haltandi av vøllinum.

31. min. Seinni hálvleikur er nú í gongd. Tað er KÍF ið byrjar við bóltinum. Ási skorar til 14-12.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus, Rúni, Fríði, Rógvi, Tony, Frederik og Ási.

Kyndil: Jan Pauli, Kristoffur, Niels, Bartal, Tummas Pauli, Rógvi og Josef.

Hálvleikur: KÍF byrjaði nógv betur, og førdu teir 6-1 eftir 13. min. Kyndil tók tá time-out og sigast má at tað fekk gongd í Kyndlaspælarnar, og komu teir skjótt uppá 7-6. Teir komu eisini uppá javnleik 8-8, síðani hevur KÍF havt eina leiðslu á 1-2 mál. Hálvleiksstøðan er 13-12 til KÍF.

Málskjúttar:

KÍF: Ási 5, Rúni 4, Andrias 3 og Hans Eli 1.

Kyndil: Hjalti 6, Rógvi 2, Niels 1, Tummas Pauli 1, Josef 1 og Kristoffer 1.

30. min. Andrias skorar til 13-11. Hjalti fær seinasta málið í fyrra hálvleiki, og skorar hann til 13-12.

29. min. Rúni skorar til 12-10. KÍF mansverja í løtuni Hjalta. Tummas Pauli minkar um munin til 12-11.

28. min. Hjalti skorar til 11-10. Rógvi Dal verður vístur av vøllinum í 2. min.

27. min. KÍF royna seg nú við 7 spælarum í álopinum.

26. min. Hjalti skorar til 10-9. Ási skorar fyri KÍF til 11-9, og tað var hansara 5. mál. 

25. min. Rógvi Weyhe fær gult kort. Løtu seinni verður hann vístur 2. min. av vøllinum.

24. min. Ási skorar til 10-8.

23. min. So er KÍF aftur á odda, Andrias skorar til 9-8.

21. min. Brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí, og javnar til 8-8.

20. min. Rógvi minkar um munin fyri Kyndil til 8-7.

19. min. Jan Pauli ger eina framúr bjarging. Rúni skorar eitt flott mál við at lobba bóltin uppum Kyndlamálverjan.

18. min. So er bert eitt mál á muni, Kristoffer minkar um munin til 7-6.

17. min. Hjalti skorar til 7-4. Rógvi verður sendur í skjótálop og minkar um munin til 7-5 fyri Kyndil. KÍF tekur time-out.

16. min. Brotskat til KÍF, og Niels fær gult kort, Hans Eli tekur sær av brotskastinum, og skorar til 7-3.

14. min. Josef minkar um munin til 6-2, fyrsta málið hjá Kyndli í 9. min. Niels minkar um munin til 6-3.

13. min. Ási brýtur ígjøgnum á miðuni og skorar til 6-1. Kyndil tekur eitt hart tiltrongt time-out.

12. min. Nú eru fýra mál á muni, Rúni skorar til 5-1.

11. min. Rúni skorar til 4-1.

10. min. Tummas Pauli rakar á stongina og út.

9. min. Ási fær gult kort. Marcus tekur ein 100% møguleika frá Bartal.

8. min. Jan Pauli ger eina góða bjarging.

7. min. Marcus bjargar skotinum frá Hjalta.

5. min. Hjalti minkar um munin til 2-1. Andrias rakar á stongina, Ási fær fatur á returinum og skorar til 3-1.

4. min. Ási skorar til 2-0.

2. min. Andrias leggur KÍF á odda 1-0.

1. min. So er dysturin í gongd, tað er Kyndil ið byrjar við bóltinum.

KÍF: Marcus, Hans Eli, Rúni, Rógvi, Tony, Frederik og Andrias.

Kyndil: Jan Pauli, Kristoffur, Bartal, Tummas Pauli, Hjalti, Rógvi og Josef.

Í Kollafirði hittast KÍF og Kyndil í FTZ-deildini klokkan 16:00. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Marcus Møjbjerg, Andrias Nielsen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch,  Eddie H. Joensen, Zeljko Jojic og Magnus D. Jacobsen.

Kyndil: Jan Pauli Toft Johannesen, Tórður S. Guttesen, Kristoffur Kristoffersen, Heini Edvardsen, Josef Abrahamsen, Tummas Pauli Hanusarson, Niels Viggo Niclasen, Bartal Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen, Jóni G. Viderø, Tróndur Wardum, ??lavur av Fløtum Mittún, Hjalti Mohr Jacobsen og Dávur Clementsen.

Bonkur: Julian J. Johansen, Bárður Johannesen, Kristian Martin Joensen og Leif Kristoffersen.

Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7182301765412
2VÍF82241982610
3Kyndil8209200910
4KÍF6156159-38
5Neistin8208214-68
6StÍF8218224-65
7Team Klaksvík8166240-741

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder