
Myndir frá dystinum koma út á jn.fo seinni. Vit fingu teknsikt problemir, og tí riggaði tað ikki at koma inná jn.fo.
Liðugt: 18-18.
Málskúttar:
KÍF: Hans Eli 8, Fríði 3, Teitur 3, Andrias 2, Pætur 1 og Ási 1.
H71: Jónas 6, Tróndur 4, Rùni 3, Peter 2, Mark 1, Hans Kári 1 og Helgi 1.
60. min. Hans Kári fær 2. min.
59: min. Brotskast til H71, Mark tekur sær av tí, men Emil bjargar. KÍF tekur time-out.
58. min. Tóraldur bjargar. H71 tekur time-out.
Nú er javnleikur í Havn sigur Rás2, støðan er 27-27, og 55. min. eru farnir.
57. min. Jónas skorar til 18-18, og var tað hansara 6. mál. Andrias má av vøllinum, tað sá út til at hann beklaði.
Nú er VÍF á odda í Havn sigur Rás2, støðan er 26-27, og 53. min. eru farnir.
56. min. Nú skifta H71 aftur málverja, Tóraldur er nú í málinum.
55. min. Brotskast til H71, Jaspur verður aftur settur í KÍF máli, men Mark skorar til 17-17. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, og skorar til 18-17.
54. min. Brotskast til KÍF, og Hans Kári verður vístur av vøllinum í 2. min. Hans Eli tekur sær av brotskastinum, og skorar til 17-16, tað var hansara 7. mál.
Rás2 sigur, at støðan í Havn er 25-24 til Neistan móti VÍF. 50 min eru farnir av tí dystinum.
53. min. H71 mansverja Hans Eli. Ási skorar til 16-15. Jónas javnar til 16-16, og var tað hansara 5. mál.
52. min. Hilmar Leon verður sendur í skjótálop, men Emil ger aftur eina meistarabjarging, Jónas fær fatur á bóltinum, og Emil ger eina enn størri bjarging.
51. min. Hilmar Leon er púra fríur móti Emil, og Emil ger eina meistarabjarging.
50. min. Brotskast til H71. KÍF skifta málverja, Jaspur kemur í málið. Jónas tekur sær av brotkastinum, men Jaspur bjargar. KÍF tekur time-out.
Rás2 sigur nú, at Neistin er á odda 23-22 móti VÍF, tað eru 43. min. leiktir.
48. min. So er javnleikur, Rùni javnar til 15-15.
47. min. Fríði skorar til 15-13. Jónas minkar um munin til 15-14.
46. min. Helgi skorar til 14-13, og Pætur verður vístur 2. min. av vøllinum.
45. min. Pætur skorar fyri KÍF, og er støðan nú 14-12.
Rás2 sigur nú, at mansliðið hjá VÍF førir 19-18 móti Neistanum, har eru 40. min. leiktir.
44. min. Andrias verður mansvardur í løtuni.
Les eisini at kvinnurnar hjá Neistanum vunnu 28-21 á VÍF.
43. min. Rógvi verður aftur vístur 2. min. av vøllinum. Emil ger eina sera góða bjarging.
42. min. Teitur skorar til 13-12.
Rás2 sigur nú, at tað er javnleikur 15-15 millum Neistan og VÍF.
39. min. Rógvi verður vístur 2. min. av vøllinum. Rúni javnar til 12-12.
38. min. Ári ger eina góða bjarging.
37. min. Tróndur skorar uppá skjótálop, og er støðan nú 12-11, tað var hansara 5. mál.
35. min. Emil bjargar. Jónas skorar til 12-10.
Hálvleiksstøðan millum Neistan og VÍF er 15-12, tað veit Rás2 at siga.
34. min. Teitur skorar til 12-9. H71 skifta málverja, Ári er nú í málinum.
33. min. Peter verður vístur 2. min. av vøllinum, í H71 álopið. Hans Eli skorar til 11-9, og tað var hansara 6. mál.
31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. KÍF byrjar við bóltinum. Brotskast til KÍF, og Tróndur verður vístur 2. min. av vøllinum. Hans Eli tekur sær av brotskastinum, og skorar til 10-9.
Hesir byrja inni:
KÍF: Emil, Tony, Andrias, Ási, Fríði, Hans Eli og Jákup.
H71: Tóraldur, Hans Kári, Peter, Sigmundur D., Helgi, Tróndur og Mark.
Hálvleikur: Fyrri hálvleikur hevur verið sera javnur, og liðini hava fylgt sera væl. Tað var KÍF ið byrjaði betur, men so tóku H71 yvir eina løtu, síðani hava liðini verið sera jøvn. Sigast kann at verjurnar standa sera væl.
Málskjúttar:
KÍF: Hans Eli 4, Andiras 2, Fríði 2 og Teitur 1.
H71: Tróndur 4, Jónas 2, Peter 2 og Rùni 1.
30. min. So er aftur javnleikur, Tróndur javnar til 9-9.
29. min. Emil bjargar.
Í Havn eru 20. min. farnir av dystinum millum Neistan og VÍF, Rás2 sigur at støðan er 13-7 til Neistan.
28. min. Fríði skorar til 9-8.
27. min. Brotskast til H71, tað tekur Jónas sær av, og hann javnar til 8-8.
26. min. Nú er KÍF á odda, Andrias skorar til 8-7.
25. min. Helgi má av vøllinum, hann og Ási runnu saman, og Helgi bløðir næsablóð. So er aftur javnleikur, Hans Eli skorar til 7-7, tað var hansara 4. mál.
24. min. Tóraldur ger eina sera góða bjarging.
23. min. Fríði minkar um munin til 6-7.
22. min. So er H71 aftur á odda, Peter skorar til 5-6. Peter skorar uppá skjótálop, og er støðan nú 5-7.
Rás2 veit at siga, at støðan í Havn millum Neistan og VÍF er 7-6 til Neistan, 12. min. eru leiktir av tí dystinum.
20. min. KÍF tekur time-out.
19. min. Rúni javnar til 5-5.
18. min. Tony fær gult kort.
17. min. Nú mansverja H71 Hans Eli.
16. min. Emil bjargar.
13. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, og hann skorar til 5-4, tað var hansara 3. mál.
12. min. Tróndur fær gult kort. Emil ger eina stórbjarging.
11. min. Tóraldur bjargar, og setur bóltin skjótt í gongd aftur, tað endar við, at Tróndur skorar til 3-4, og tað var hansara 3. mál. Tað eru 6. min. síðani KÍF fekk sítt seinasta mál. Hans Eli javnar til 4-4.
10. min. Tróndur rakar á stongina, og fær sjálvur fatur á returinum, sum hann skorar uppá, støðan er nú 3-3.
9. min. Emil bjargar.
7. min. Jónas minkar um munin til 3-2.
6. min. Tóraldur bjargar. Tony blokkar skotinum frá Peter.
5. min. Teitur skorar til 3-1. Hans Kári rakar aftur á stongina, men H71 fær bóltin aftur.
4. min. Rógvi fær gult kort.
3. min. Hans Eli skorar til 2-1. Hans Kári rakar á stongina, og KÍF fær fatur á bóltinum.
2. min. Andrias javnar til 1-1. KÍF mansverja Peter og Mark.
1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er H71 ið byrjar við bóltinum. Hans Kári skorar til 0-1.
Hesir byrja inni:
KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Tony, Fríði, Rógvi og Hans Eli.
H71: Tóraldur, Hans Kári, Peter, Jónas, Mark, Tróndur og Helgi.
KÍF tekur í dag móti oddaliðnum í FTZ-deildini. Dysturin byrjar klokkan 16:00 og tað ber til at fylgja dystinum við beinleiðis tekstafrásøgn á jn.fo
KÍF: Emil Dam, Jaspur við Garð, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Pætur Johannesen, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Jákup Trygvason og Ási Dam.
Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus D. Jacobsen.
H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hoftgaard, Mark Lausen Marcher, Rúni V. Højgaard, Hans Kári Hansen, Oddur Bech, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsøe, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jacobsen, Peter Krogh, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.
Bonkur. Halgir Dahl Olesen, Petur Mittún, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.
Dómarar: Niklas Niclassen og Alexandur Johansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald