Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - H71

...

2015-11-01 20:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: H71 var betra liðið í Kollafirði í dag. H71 vann við fimm málum á KÍF, støðan gjørdist 20-25. 

Myndir frá dystinum koma á jn.fo seinni í kvøld.

60. min. Boas fær beinleiðis reytt kort fyri, at taka í armin hjá Selvig. Brotskast til KÍF, tað skorar Selvig uppá, støðan er 20-25.

59. min. Brotskast til H71, aftur skorar Jónas uppá brotskast, støðan er 19-25. Tóraldur við einari góðari bjarging.

58. min. Jaspur bjargar aftur. Andrias og Tony liggja báðir. 

57. min. Selvig minkar um munin til 19-24.

56. min. Tóraldur bjargar. Brotskast til H71, og tað tekur Jónas sær av, og skorar til 18-24.

55. min. Jaspur bjargar aftur.

54. min. Bæði Ási og Helgi liggja eina løtu.

53. min. Jaspur bjargar aftur.

52. min. Hans Eli minkar um munin til 18-23.

51. min. Aftur ein bjarging frá Jaspur, Teitur skorar í hinum endanum til 17-23.

50. min. Jaspur við einari bjarging. Hans Eli verður sendur í skjótálop, men hann rakar ikki málið.

49. min. Brotskast til H71, og tað skorar Jónas uppá, Støðan er 15-23. Brotskast til KÍF, og tað tekur Selvig sær av, og skorar til 16-23.

48. min. Enn eitt mál frá Peter, støðan er nú 14-22. Ási skorar í hinum endanum til 15-22.

47. min. Tóraldur bjargar.

46. min. Tróndur verður vístur 2. min. av vøllinum. Hans Eli skorar til 14-21. H71 tekur time-out.

45. min. Peter kann gera hvat hann vil, hann skorar sítt 7. mál, støðan er 13-21.

44. min. Tóraldur við einari góðari bjarging.

Myndir frá dystinum koma út á jn.fo seinni í kvøld.

43. min. Nú eru aftur sjey mál á muni, Andrias minkar um munin til 13-20.

42. min. Jónas og Peter vera enn mansvardir.

41. min. Hans Kári skorar til 12-20. Emil við einari sera góðari bjarging, tað kemur eftir, at Helgi fer í skjótálop.

40. min. Helgi skorar til 12-19.

39. min. Pætur skorar fyri H71, nú eru aftur sjey mál á muni, støðan er 11-18. Bonkurin hjá H71 fær gult kort. Hans Eli minkar um munin til 12-18.

38. min. So tekur KÍF aftur time-out. Ási skorar fyri KÍF, støðan er nú 11-17.

37. min. Peter skorar aftur fyri H71, støðan er 10-17.

36. min. Nú verður Jónas eisini mansvardur. Peter skorar til 10-16.

35. min. Nú eru fimm mál á muni, Hans Kári skorar til 10-15.

34. min. Pætur skorar fyri, nú eru aftur fýra mál á muni, støðan er 10-14.

33. min. Andrias skorar aftur, støðan er nú 10-13.

32. min. Peter skorar fyri H71, støðan er nú 9-13. Tóraldur við einari góðari bjarging.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. Andrias minkar um munin til 9-12.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Selvig, Andrias, Hans Eli, Fríði og Tony.

H71: Tóraldur, Jónas, Peter, Hans Kári, Helgi, Pætur og Tróndur.

Hálvleikur: H71 er á odda 12-8 móti KÍF. Sigast kann um dystin, at verjurnar hava staði væl, tað hava málverjarnir eisini. Dysturin hevur ikki veri tann best spældi. Dómaraseðilin sæst niðast.

30. min. Ási fær 2. min.

29. min. Fríði minkar um munin fyri KÍF, støðan er 8-12.

28. min. Selvig minkar um munin við einum flottum málið, støðan er 7-12.

27. min. Nú eru fimm mál á muni, Jónas skorar til 6-11. Pætur verður sendur í skjótálop av Ára, og hann skorar til 6-12.

26. min. Helgi verður væl spældur, men Emil ger eina ótrúliga bjarging.

25. min. Aftur fýra mál á muni, Hans Kári skorar til 6-10.

24. min. Peter skorar aftur, støðan er nú 6-9.

23. min. Enn eitt mál frá Selvig, nú er støðan 6-8.

22. min. Peter skorar til 5-8.

21. min. Góð bjarging frá Emil. So eru aftur tvey mál á muni, Selvig minkar um munin til 5-7.

20. min. Ári tekur ein 100% møguleika frá Tony. Selvig minkar um munin til 4-7.

19. min. Liðini hava tað torført at spæla seg ígjøgnum verjurnar, samstundis sum málverjarnir standa væl. Nú er H71 aftur á odda við fýra málum, Helgi skorar til 3-7.

18. min. H71 tekur time-out.

16. min. Hans Kári skorar til 3-6.

14. min. Jónas skorar fyri H71, støðan er 3-5.

13. min. Andrias minkar um munin, nú er bara eitt mál á muni, støðan er 3-4.

11. min. Emil bjargar skotinum frá Trónda Arge, og Selvig skorar uppá skjótálop í hinum endanum, støðan er 2-4.

10. min. Hans Eli skorar fyrsta máli fyri KÍF, støðan er nú 1-4.

9. min. Jónas ger álopsfeil.

8. min. KÍF mansverja Peter.

7. min. Hans Kári hevur lagt H71 á odda 0-4. Jeppe tekur time-out fyri KÍF.

6. min. KÍF byrjar dystin við at gera nógvar feilir.

4. min. Jónas skorar aftur fyri H71, støðan er 0-3.

2. min. Peter skorar uppá skjótálop, nú er H71 á odda 0-2.

1. min. Nú er dysturin farin í gongd. Jónas leggur H71 á odda 0-1.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Selvig, Andrias, Ási, Hans Eli, Rógvi og Tony.

H71: Tóraldur, Hans Kári, Peter, Jónas, Pætur, Tróndur og Helgi.

Tað sær ikki út til at Mark L. Marcher spælir við í dag, hann hevur ikki hita upp til dystin í dag.

Í dag er oddabrak í FTZ-deildini á skránni í Kollafirði. H71 vitjar KÍF. Dysturin byrjar klokkan 16:00.

KÍF: Emil Dam, Pætur H. Skýlindal, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Poul Finnur Egholm, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Nicklas Selvig, Rógvi Weyhe, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch og Eddie H. Joensen.

H71: Ári Dam, Tóraldur Kollsker, Jens á Skipagøtu, Mark L. Marcher, Djóni V. Højgaard, Eindri Frýdal, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Peter Krogh, Jónas Djurhuus, Tróndur Arge og Boas Heinesen.

Bonkur: Petur Mittún, Halgir D. Olesen og Petur Sivertsen.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder