Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - H71 (steypakapping)

...

2016-02-05 01:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
 
Seinasta løtan, myndir og samrøður koma út á jn.fo seinni.

Liðugt: Tað sá út eina løtu til, at H71 fór at vinna við nógvum málum. Men KÍF komu innaftur í dystin, og vunnu hann 23-21.
Málskjúttar:
KÍF: Ási 6, Fríði 4, Andrias 3, Rúni 3, Hans Eli 3, Teitur 2 og Tony 2.
H71: Mark 8, Jónas 5, Tróndur 3, Peter 1, Hilmar Leon 1, Sigmundur N. 1, Hans Kári 1 og Pætur 1.

60. min. 43. sekund eru eftir, og KÍF taka time-out. Sigmundur D verður vístur 2. min. av vøllinum. Rúni skorar til 23-21.

59. min. Tróndur minkar um munin til 22-21.

58. min. Rúni skorar til 22-20. Jaspur bjargar tvær ferðir!

57. min. Fríði skorar til 21-20. Jaspur bjargar. Tony, Mark og Andrias liggja. Nú er Fríði á bonkinum.

56. min. Fríði javnar til 20-20. 

55. min. Ási minkar um munin til 19-20, tað var hansara 6. mál. Jaspur bjargar.

54. min. Mark skorar til 18-20, tað var hansara 8. mál.

53. min. Jónas rakar ikki málið. Tony skorar til 18-19. 

52. min. Nøl verður dómt móti H71. Tóraldur bjargar. H71 tekur time-out.

51. min. Mark rakar aftur stong út, Peter fær fatur á bóltinum. 

50. min. So eru aftur tvey mál á muni, Fríði skorar til 17-19.

Myndir og samrøður koma út á jn.fo seinni.

49. min. Steðgur í spælinum, Pætur liggur. Hann spælir víðari. Mark rakar á stongina.

47. min. KÍF skifta aftur málverja, Jaspur er nú í málinum. Andrias minkar um munin til 16-19.

46. min. Mark skorar til 15-19, tað var hansara 7. mál.

45. min. Ási fær 2. min. Sera løgin útvísing. Pætur skorar til 15-18.

44. min. Jónas skorar til 15-17, og Tony verður vístur 2. min. av vøllinum.

43. min. Tóraldur ger eina góða bjarging. Tróndur má av vøllinum við einum skaða.

41. min. KÍF gera klárt at spæla við øllum spælarunum í álopinum. Teitur er í bláu troyggjuni. KÍF tekur time-out. Andrias minkar um munin til 14-16. Emil bjargar, Tony fær fatur á bóltinum, sum sendur Hans Eli avstað, hann skorar til 15-16.

40. min. Tróndur skorar til 13-16.

38. min. Emil er nú í KÍF málinum. Rùni minkar um munin til 13-14. Brotskast til H71, og Tony verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas tekur sær av brotskastinum, hann skorar til 13-15.

37. min. Mark skorar til 12-14.

36. min. Ári ger eina góða bjarging. Tóraldur er nú í H71 málinum aftur.

35. min. Mark skorar til 11-13.

34. min. Mark skorar til 11-12. Andrias javnar til 12-12.

33. min. Jákup og Tony skifta millum álop og verju hjá KÍF. Ási javnar til 11-11, tað var hansara 5. mál.

32. min. Ein sera góða bjarging frá Ára.

31. min. So er dysturin settur í gongd aftur. Jaspur bjargar.
Hesir byrja inni:

KÍF: Jaspur, Fríði, Andrias, Rúni, Tony, Hans Eli. 

H71: Ári, Peter, Hans Kári, Helgi, Mark og Hilmar Leon.

Hálvleikur: Dysturin hevur verið sera javnar, og liðini hava skift við at veri á odda. Vit hava til tíðir sæð gott spæl. Hálvleiksstøðan er 10-11 til H71. 
Málskjúttar: 
KÍF: Ási 4, Hans Eli 2, Teitur 2, Tony 1 og Fríði 1.
H71: Mark 3 Jónas 2, Peter 2, Tróndur 1, Hilmar Leon 1, Sigmundu N. og Hans Kári 1.

30. min. Rógvi verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas skorar til 10-11. Tróndur verður vístur 2. min. av vøllinum eftir at tíðin er farin.

29. min. Nøl verður dómt móti H71. Teitur rakar á stongina.

27. min. Tóraldur sum allar helst hevur verið besti maður á vøllinum er nú farin út, Ári er nú í H71 málinum. Mark javnar til 10-10. Teitur fær gult kort.

26. min. Jaspur bjargar. Ási skorar sítt 4. mál, støðan er 10-9.

25. min. Jónas javnar til 9-9. Steðgur í spælinum, Tony liggur. Tony spælir víðari. 

24. min. So er KÍF aftur á odda, Fríði skorar til 9-8. Tóraldur tekur eitt skjótálop frá Hans Eli.

23. min. Hilmar Leon er nú komin inn fyri H71. Hilmar Leon javnar til 8-8. Andrias verður mansvardur.

22. min. So er KÍF á odda 8-7, Ási skoraði sítt 3. mál. H71 tekur time-out.

21. min. Hans Eli rakar stongina. Tróndur ger yvirtrak. Tróndur fær gult kort.

20. min. Ási javnar til 7-7.

19. min. Tóraldur bjargar aftur. Sigmundur N. skorar til 9-8.

17. min. Rógvi og Ási skifta millum verju og álop hjá KÍF. Hjá H71 skifta Sigmundur D. og Sigmundur N. millum verju og álop.

16. min. KÍF tekur time-out. Fríði er nú komin inn fyri KÍF. Nú er aftur javnleikur, Tony skorar til 6-6.

15. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 5-6.

14. min. Nú er H71 á odda við tveimum, Jónas skorar til 4-6. 

13. min. Tóraldur stendur væl í H71-málinum.
'
12. min. So er H71 á odda, Mark skorar til 4-5. Peter verður mansvardur.

11. min. Mark javnar til 4-4. Teitur er nú á vøllinum aftur. Ási skorar, men dómt verður yvirtrak.

10. min. Nógv fólk eru møtt til dystin. Tóraldur ger tvær bjargingar.

9. min. Teitur fer av vøllinum við einum lítlum skaða. Hans Kári minkar um munin til 4-3.

8. min. So er KÍF á odda við tveimum, Teitur skorar til 4-2 uppá skjótálop.

7. min. So er KÍF aftur á odda, Ási skorar til 3-2. Tony fær gult kort.

4. min. Andrias verður dømdur skritt.

3. min. Teitur skorar til 2-1, tá hann fangar bóltin tá H71 roynir at byggja upp. Peter javnar til 2-2.

2. min. Rógvi og Helgi fáa eina átalu. Tróndur javnar til 1-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd. KÍF byrjar við bóltinum. Hans Eli skorar til 1-0.
Hesir byrja inni:

KÍF: Jaspur, Teitur, Andrias, Ási, Hans Eli, Rúni, og Tony.

H71: Tóraldur, Tróndur, Helgi, Sigmundur D., Peter, Mark og Hans Kári.

KÍF tekur í kvøld móti H71 í hálvfinaluni í Coca-Cola steypakappingini. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

KÍF: Emil Dam, Jaspur við Garð, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Rógvi Weyhe, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rúni Joensen, Jákup Trygvason og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus O. Jacobsen.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Jóhan Hoftgaard, Mark Lausen Marcher, Rùni V. Højgaard, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Oddur Bech, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Peter Krogh, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.

Bonkur: Petur Mittún, Halgir Dahl Olesen, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.

Dómarar: Hannis og Uni Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder